mikudagur 30. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
7
Løgmaður hevði mána
dagin vitjan av svenska
sendiharranum í
Keypmannahavn, Lars
Grundberg
SENDIHARRAVITJAN
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
og Lars Grundberg, svenskur
sendiharri í Keypmannahavn,
umrøddu millum
annað
føroyskan limaskapur í
norðurlendska samstarvinum.
Løgmaður gjørdi svenska sendi
harranum greitt, at Føroyar eiga
at kunna gerast limur treytað
av, at Helsingforssáttmálin
verður samsvarandi broyttur til
eisini at fevna um sjálvstøðug
mentanarøki.
Løgmaður vísti til WTO-
sáttmálan har, umframt sjálv
støðug ríki, eisini sjálvstøðug
tolløki eru limir - eitt nú
Hong Kong, Makau og ES.
Løgmaður legði dent á, at
vísa tey eysturnorrønu londini
ikki størri áhuga fyri føroyska
ynskinum, kunnu Norðurlond
„brotna av um miðjuna“ - í
vesturnorðurlond og eystur
norðurlond, har tey fyrru lýta
suðureftir og vestureftir og
har tey seinnu lýta eystureftir.
Svenski sendiharrin helt fyri,
at nú eigur at verða bíðað eftir
niðurstøðuni hjá norðurlendsku
samstarvsráðharrunum.
Løgmaður gav eisini
rúma kunning um framtíðar
føroyska oljuvinnu og vænt
aðar avleiðingar av henni.
Svenski sendiharrin mælti
til at taka nøkur ítøkilig stig
til tess at økja um føroyska
útflutningin til Svøríki. Hann
segði eisini, at tað er sera
umráðandi at marknaðarføra
Føroyar í Svøríki og serliga
sum ferðavinnuland í Stokk
hólmi, tí at her er so sera
nógv at bjóða ferðafólki við
serligum áhuga fyri eitt nú
náttúru og mentan.
Økja føroyska útflutningin
Akrar: Í eina tíð hevur
verið arbeitt við at breiðka
landsvegin úr Lopra og út á
Akrar.
Hetta arbeiðið fevnir um
breiðking av einum 1400
metrar longum vegastrekki
við eini vegabreidd uppá
5,5 metrar og við eini veg
øksl upp á hálvan metur.
Í hesum mánaðinum
staðfestir Landsverk, at 1.
byggistig av íalt trimum er
liðugt. Teir fyrstu umleið
400 metrarnir eru liðugt
asfalteraðir og vegastokkur
er settur upp.
Sagt verður, at í 2. byggi
stigi, sum umfatar gerð av
350 metrum aftrat, at har
er grovplaneringin liðug.
Grótið til hesa planeringina
er tunnilstilfar úr Lopradali.
Landsverk upplýsir, at
enn er ógreitt nær hetta 2.
byggistigið og tað seinasta
verða liðug. Tað er alt treytað
av, hvør játtan fæst.
sb.
Menna vinnulívið
í bygdini
Sørvágur:
Bygdaráðið
í Sørvági ætlar sær nú at
gera nakað fyri vinnulívið í
bygdini.
Á fundi í farnu viku
legði borgarstjórin, Jákup
Suni Lauritsen eitt skriv
fyri hinar limirnar um
vinnuviðurskifti.
Sambært uppskotinum
so skal setast ein nevnd
av bygdaráðslimum at
gera eitt tilmæli um,
hvussu kommunan kann
skipa eina fasta vinnu- og
menningarnevnd.
Bygdaráðið tók undir við
hesi ætlanini, og nú er tað so
uppgávan hjá hesi nevndini
at gera eitt tilmæli um,
hvussu víðari skal farast fram
í hesum máli. Í nevndini sita
teir tríggir bygdaráðslimirnir
Jógvan Páll Joensen, Sune
Jacobsen og Erik Davidsen.
sb.
Árnafjørður: Árnafjarðar
Kappróðrarfelag ætlar nú
at gera nakað við felagið
í bygdini.
Fyrr í ár játtaði Klaksvíkar
kommuna eitt grundøki til
kappróðrarneyst í bygdini.
Hetta lá innanfyri eina
ætlaða neystaútstykking í
Árnafirði.
Kappróðrarfelagið hevur
seinni skotið upp at neystið
ístaðin fyri kann verða bygt á
einum øki í bátahylinum.
Á fundi í býráðnum í
farnu viku varð samtykt, at
neystið kann verða bygt í
bátahylinum.
Felagið luttók í summar
við bátinum Árnfirðingur
í FM-kappingini fyri 8-
mannafør.
sb.
Betri umstøður
til kapp róðurin
Árnfirðingar ynskja at gera nakað fyri kappróðurin
í bygdini. Nú eru so fyrstu tøkini tikin til nýtt
kappróðrarneyst í bygdini
Framvegis neyðugt
at breiðka vegin
Sørvágs kommuna ynskir at gera nakað fyri
vinnumøguleikarnar og menningina í kommununi
- Tað eru nógvir
møguleikar í samstarv
inum millum Svøríki
og Føroyar. Vit skulu
bara finna teir og síðani
fara til verka, sigur Lars
Grundberg, svenskur
sendiharri í Danmark
eftir vitjan sína í
Føroyum
Sendiharri
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Samstarv: - Í dag er ikki
javnvág í útflutninginum
av vørum millum Svøríki
og Føroyar. Sviar útflyta
fyri einar 200 mió um árið,
meðan føroyingar einans
útflyta fyri ein fjórðing ella
fimting av hesum.
Hetta kunnu vit gera nakað
við. Og tað er tí eingin loyna,
at vit fegin síggja enn fleiri
føroyskar vørur á svenska
marknaðinum, sigur Lars
Grundberg.
Eftir ferð sína í Føroyum
kann hann bara staðfesta, at
føroyingar kunnu læra nógv
av svium. Men sviar kunnu
so sanniliga eisini læra nógv
av føroyingum, m.a. tá talan
er um fiskivinnuna á landi
og sjógvi.
Tit vita, hvat tað vil siga at
liva í samsvari við náttúruna.
Og tit hava somuleiðis dugað
at sæð, at tilfeingið av fiski
er ikki óendaligt.
Hetta sama eru vit mitt í
nú, ið ein stór kreppa er innan
fiskivinnuna í Eystursjónum.
Har uppliva vit í løtuni, at
fleiri av fiskasløgunum er
hótt, sigur Lars Grundberg.
Hann hevur hesa vikuna
verið á vitjan í Føroyum
saman við konu síni,
Gunnhild. Og skal ein ganga
eftir tí sum hann sigur, so
verður hann skjótur aftur.
Skráin hesaferð loyvdi
teimum ikki at hitta teir umleið
30 sviarnar, sum búgva í
Føroyum. Men tað ætla tey so
á næstu vitjanini.
Ambitiónir í Klaksvík
Gunnhild og Lars Grundberg
hava vitjað ymsastaðni
kring landið, m.a. í Havn,
Eysturoynni og í Klaksvík,
har tey hava hitt politikkarar,
vinnulívsfólk og eisini
svenska aðalkonsulin í
Føroyum, Bjørn á Heygum.
Eitt, sum tey gjørdust
sera ovfarin av var, hvussu
væl fiskivinnan var skipað
í Klaksvík, og her serliga
innan virksemið hjá JFK.
Vit sóu her, hvussu fram
leiðslan fór fram á virkinum,
um skipini, og um teirra
ætlanir og ambitiónir fyri
framtíðina. Hetta var sera
áhugavert, sigur Lars.
Óhugsandi er tí ikki, at
eitt føroyskt framtak verður í
Svøríki komandi ár, har m.a.
JFK fer at eiga ein t‡ðandi
leiklut.
Men tað var kortini ikki
bert fiskur og fiskivinna á
skránni undir steðginum hjá
svenska sendiharranum.
Tey fingu eisini eyguni
upp fyri nógv øðrum viður
skiftum, sum samstarvast
kann meiri um í framtíðini.
- Tit eiga ótrúliga góðar
sniðgevar her á landi. Teir
hava sín egna smak, sum
onnur áttu at sloppið at sæð,
sigur hann.
Listarfólk í
heimsflokki
Tit føroyingar hava eina ser
staka mentan, serstaka list
og eitt serstakt mál, sum eg
haldi at fólkið í Svøríki átti
at fingið størri kunnleika
um, sigur Lars.
Í Svøríki finst jú eitt
vælkent Kunstakademi, og
hagar áttu føroyingar at leitað
sær. Og eisini áttu sviar at
leita sær hendavegin.
Eg havi sæð, at tit eiga
listarfólk í heimsflokki. Og
tað er eitt heilt ótrúliga ríkt
mentanarlív, sum finst her í
Føroyum.
Tí skilji eg eisini væl, at
stóri listarmálarin, Ingálvur av
Reyni verður so nógv virdur
og nú saknaður, sigur Lars.
Fyri hann eru Føroyar
sum ein bensinstøð hjá list
arfólkum, har tey hava bestu
møguleikar at fáa ífyllu og
íblástur til verk síni.
Kulinariskt
Ferðavinna og handil hoyra
sjálvandi eisini við til eitt
samstarv millum tvey slík
umráðir.
Svenski sendiharrin vísti
á, at sviar hava eitt veruligt
ynski fyri samstarvi við
føroyingar, bæði tá talan
er um handil, mentan,
útbúgving og onnur øki.
Í Svøríki finst eitt serstakt
kulinariskt akademi, har
ein kann fáa sær eina góða
útbúgving sum kokkar og
annað innan hotellvinnuna.
Vinnumálará ðhar ri
tykkara – Bjarni Djurholm
– hevur sjálvur vitjað henda
skúlan. Og hetta skuldi tí
verið ein góður møguleiki
hjá føroyingum at leita sær
í lestrarørindum, sigur Lars
Grundberg.
Sviar nógv at læra av føroyingum
Lars Grundberg og konan Gunnhild hava veruliga fingið eyguni upp fyri nógvum av tí ríkidøminum sum finst í Føroyum, bæði
innan mentan, list, sniðgeving, fiskivinnu og ferðavinnu