mikudagur 30. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 230 - 30. november 2005
Tað var eitt satt
undur, at øll sluppu
livandi frá tí, tá ið
ein biltúrur hjá fýra
ungum fólkum í
Suðuroy endaði á
sjúkrahúsinum, tá
ið hann akkurát tað
sama kundi enda
nógv verri
Óhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Klokkan gott níggju seinasta
mikukvøld kom ein bilur
við fýra ungum fólkum,
koyrandi eftir landsvegnum
ígjøgnum Tjaldavík ímillum
Øravík og Hov í Suðuroy.
Tað vóru tveir dreingir
og tvær gentur í bilinum.
Akkurát hesa løtuna kundu
tey ikki vita, at tað nøkur
sekund seinni má sigast at
vera eitt satt Guds undur, at
tey enn vóru øll á lívi.
– Vit komu koyrandi
norðureftir, tá ið vit møttu
øllum bilunum, sum komu av
Smyrli og skuldu suðureftir,
greiðir 19 ára gamla Simona
Jensen frá, sum sjálv átti og
koyrdu bilin. ein reyðan
Peugeot 306.
Fyri at geva pláss fyri
bilunum av Smyrli, slakaði
hon av og fór út í síðuna,
so at bilarnir kundu koyra
framvið.
Men tá hendi tað, sum allir
bilførarar kunnu fáa marruna
av: Bilurin misti fullkomiliga
sambandið við vegin, so at
bilførarin fullkomiliga misti
harradømið á honum.
– Tað gjørdi ikki mun, hvat
eg gjørdi, tí bilurin hvørki
bremsaði ella snaraði. Eg
merkti bara, hvussu hann
fór longur og longur út í
síðuna. Eg royndi av øllum
alvi at stýra honum uppaftur
á vegin, men tað gjørdi ikki
mun, tí bilurin bara sigldi á
vegnum.
Eftir hetta minnist Simona
ikki so nógv.
Men eygnavitni siga, at
bilurin fór útav bakkanum
og rendi gronina veint í
ein stóran stein. Eftir hetta
koppaði hann framyvir
á takið og rullaði einar
tríggjar fýra ferðir runt. Tá
ið bilurin steðgaði, lá hann á
vinstru síðu. Tá vóru rútarnir
brotnir og Simona lá hálv út
ígjøgnum vinstra forrút við
bilinum omanyvir sær. Men
tað eydnaðist hinum, sum
vóru við, at koppa bilinum
omanav henni.
Eitt minnist Simona afturat
frá sjálvum óhappinum. Tað
var tá ið bilurin rakti steinin
og luftpútan blástust upp
og hon fekk hann beint í
andlitið. Hinumegin hevði
bilurin eisini luftpútu og
eisini hann blástist upp í
andlitið á tí, sum har sat.
Aftaná eru tey sannførd
um, at tað var luftpútunum
fyri at takka, at tey sluppu
so væl frá óhappinum, tí teir
tóku stoytin. Hevði bilurin
ikki havt luftpútur, eru tey
í øllum førum greið yvir,
at skaðin hevði verið nógv
verri.
Steinrunnin
– Vit royndu at rópa eftir
hjálp, men tað var ikki stór
reaktión uppi av vegnum,
hóast nógv fólk í bilunum
frá Smyrli stóru og hugdu
at, sigur Simona.
Hon sigur, at aftaná hevur
hon fingið at vita, at tey,
sum stóðu uppi á vegnum,
ivaðust ikki í at onkur var
deyður, so ógvusligt var
óhappið. Tí tordu tey rætt og
slætt ikki oman av ótta fyri,
hvat bíðaði teimum og stóðu
mestsum runnin í stein.
Boð vórðu tó send eftir
sjúkrabilum og løgreglu og
øll fýra fólkini vórðu send
á Suðuroyar Sjúkrahús,
men kanningar vístu, at
ongin hevði meiðslað seg
illa. Skurðsl, smásnuddir
og eymleiki í vøddum og
liðum var einasta mein, tey
fingu, so tað var ótrúliga væl
sloppið.
Bilurin hann er vrak og
verður ikki gjørdur aftur.
Alt er brotið í bilinum, sjálvt
motorurin er farin í knús av
stoytinum.
Eitt undur at vit
sluppu livandi frá tí
Simona Jensen stendur og hyggur at sínum
knústa Peugeot 306. Alt er farið í knús á
bilinum, men er er takið lyft uppaftur. Fólk,
sum sóðu tilburðin, ivaðust ikki í, at onkur
doyði, so ógvusligt sá tað út
Ikki nóg
væl upp
merkt
Løgreglan í
Suðuroy sigur,
at tað vóru fleiri
viðurskifti, ið
spældu inn, tá ið
ein bilur við fýra
ungfólkum fór út
av vegnum millum
Øravík og Hov í
farnu viku. Millum
annað var tað als
ikki skeltað, at har
var grivið sama dag.
Óhapp
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á politistøðini á Tvøroyri
verður sagt, at vegurin er
sera smalur, einans 4,7
metrar, har óhappið hendi.
Tá ið so tveir bilar møtast,
sum í hesum førinum,
verður í hvussu so er
annar bilurin noyddur út í
annan vegjaðaran. Í hesum
førinum var tað Simona
Jensen.
Lá nógv runa
Tað var nakað av runu á
vegnum frá arbeiðinum
upp á Hovstunnilin, og úti
í vegjaðaranum var heilt
fitt av runu, tí har høvdu
menn grivið sama dag. Tá
ið Simona Jensen kemur
út í vegjaðaran, fer bilurin
á glið, og hon megnar ikki
at rætta upp aftur. Bilurin
fer útav, og hann bóltar
tvær ferðir runt, sigur
Johannes Magnussen,
løgreglumaður í Suðuroy,
sum hevur havt málið
um hendi. Johannes
Magnussen sigur, at tað
var als einki skelti, sum
segði frá, at har var grivið
sama dag, og tað er ikki
nøktandi.
Hann sigur, at Ístak,
sum hevur arbeiði av at
gera Hovstunnilin, frá
byrjan av hevur fingið
boð um at sópa landsvegin
fyri runu hvørt kvøld, og
tað hevur eisini verið
gjørt. Síðani óhappið
hevur tað tó verið álagt
Ístak, at vegurin nú skal
spulast hvørt kvøld, og
hesi boð hava eisini verið
fylgd, sigur Johannes
Magnussen.
- Tað er tó harmiligt, at
tað skal henda eitt óhapp,
áðrenn vit koma har til,
at boð verða givin um at
spula vegin dagliga, sigur
løgreglan í Suðuroy.