mikudagur 30. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
9
– Tað var vanrøkt í
sambandi við arbeiðið
at gera Hovstunnilin,
ið førdi til óhappið,
ið akkurát tað sama
kundi kosta mannalív,
sigur Simona Jensen.
Tí fer hon eisini at
krevja, at byggifelagið,
sum ger tunnilin, ella
Landsverk, betala bilin
aftur
Óhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað var ikki ófantalig
koyring, men líkasæla, sum
førdi til óhappið. Og tí skal
eg ikki hava skyldina.
Simona Jensen, sum átti
og koyrdi bilin, sum fór
útav í Tjaldavík, sigur, at
orsøkin til at tey fóru útav,
var, at byggifelagið, sum ger
Hovstunnilin, hevði gjørt
koyrivegin til eitt runudíki
og sostatt hevði misrøkt
sína skyldu at halda vegin
tryggan at koyra eftir.
– Tað var tjukt av runu
á vegnum og tá ið tað har
afturat hevði regnað illa, var
tað sum at koyra á ísi.
Hon sigur, at umframt
at hava gjørt vegin til eitt
runudíki, høvdu teir eisini
grivið heilt inn undir veg
jaðaran, so har var onki var
at geva av, tí øll vegøkslin
var burtur.
– Tað var so hált á vegnum,
at eisini fólk, sum komu
til hjálpar í sambandi við
óhappið, høvfu torført at fóta
sær og bæði løgreglubilur og
sjúkrabilar høvdu mundu
komið í óføri.
Harumframt heldur hon ikki,
at skeltingin var nøktandi.
– Tað kundi ganga, tá ið
koyrt var í vanliga sporunum,
men av tí at eg møtti bilum,
mátti eg út í síðuna og har fór
bilurin á glið, uttan at eg fekk
gjørt nakað sum helst. Tað
var myrkt og tað regnaði illa,
so sýnið var avbera vánaligt,
so eg var tikin fullkomiliga á
bóli av at enda í slíkari hálku
so brádliga.
Vil hava endurgjald
fyri bilin
Hon heldur tí, at hon skal ikki
hava skyldina fyri óhappið
og tað skal tískil heldur ikki
vera hennara trygging, sum
betalir bilin aftur.
– Byggifelagið, sum ger
Hovstunnilin, ella Lands-
verk sjálvur, skulu átaka sær
ábyrgdina av óhappinum og
teir skulu eisini veita end
urgjald fyri bilin, staðfestir
hon.
Hon sigur, at byggifelagið
og Landsverk hava gjørt eitt
stórt byggipláss í sambandi
við Hovstunnilin. Men
hóast byggiplássið gongur
tvørturum landsvegin er alt
ov lítið gjørt fyri at tryggja
ferðsluna.
Tað er eisini ein spurningur
um tað er rætt, at eitt stórt
arbeiðspláss við nógvum,
tungum og skitnum flutningi,
kann leggjast tvørturum ein
landsveg við nógvari ferðslu.
Tað rætta hevði verið at syrgt
fyri at lagt landsvegin uttan
um arbeiðsplássið. Á øllum
vanligum arbeiðsplássum
hevur vanlig ferðsla onga
atgongd.
Í øllum førum má minsta
krav vera, at vegurin ikki er
fullur av mold, men verður
hildin reinur, so hann er
forsvarligur at koyra eftir.
Tí hevur tað eisini
prinsipiellan týdning at
byggifelagið ella Landsverk
átekur sær skyldina.
– Fái eg skyldina, er
byggifelagið samstundis
fríkent og so er felagið sam
stundis frítikið fyri sína
skyldu at syrgja fyri, at lands
vegurin er forsvarligur at
koyra eftir, men kann halda
fram at dálka sum tað vil.
Tey hava eisini tosað við
byggifelagið um endurgjald
fyri bilin.
– Í fyrstuni vóru teir rætti
liga avvísandi, men tað tað
endaði kortini við, at teir
vildu kanna málið.
Byggifelagið má eisini inn
ast inni hava viðurkent sína
ábyrgd, tí aftaná óhappið
var beinanvegin farið at
spula og sópa vegin og tað
var eitt arbeiði, sum vardi
alla náttina.Nú eru eisini
endurskin, ávaringarljós og
skelti sett upp.
Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverki,
ásannar, at vegurin
var ikki tryggur at
koyra eftir og tí re
okkurt, sum hevur
svikið
Óhapp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er okkurt, sum hevur
svikið, tí vegurin var ikki
tryggur at koyra eftir.
Tað ásannar Oyvindur
Brimnes, stjóri á Landsverki.
Tað er Landsverk, sum hevur
eftirlitið við landsvegunum.
Og nú farið er undir arbeiðið
at gera Hovstunnilin, er tað
eisini Landsverk, sum er
byggiharri.
Í aðrari grein her á síðuni,
greiða vit frá óhappi, sum
fýra ungfólk sluppu ótrúliga
væl frá. Óhappið hendi á
staðnum, har arbeiðið upp
á tunnilin er byrjað. Byggi
plássið gongur tvørturum
landsvegin, men tá ið óhapp
ið hendi, var vegurin fullur
av vátari runu og sostatt
ógvuliga hálur og av tí sama
misti førarin tamarhaldið á
bilinum.
Førarin staðfestir, at sostatt
hevur byggifelagið, sum ger
tunnilin ikki røkt sína skyldu
at halda vegin tryggan at
koyra eftir og tí er tað eisini
byggifelagið, sum hevur
skyldina av óhappinum og
eigur at veita endurgjald fyri
bilin, sum varð vrak.
Og Oyvindur Brimnes
ásannar, at umstøðurnar á
vegnum vóru ikki ílagi. Hann
hevur fingið eina frágreiðing
um óhappið og hann ásannar,
at vegurin var fullur av runu
og sera hálur.
– Samstundis varð grivið
heilt innundir vegin, so at
vegøkslin eisini var burtur.
Undir slíkum umstøðum
sigur tað seg sjálvt, at við
urskiftini vóru ikki so trygg
sum tey áttu.
Okkurt sveik
Oyvindur Brimnes ásannar,
at sostatt er okkurt, sum
hevur svikið og Landsverk
fer nú at kanna, hvar svíkurin
er.
– Landsverk hevur mynd
ugleika yvir landsvegunum
og hann hevur eftirlitið við, at
hann er tryggur at koyra eftir.
– Eftir óhappið gjørdi eft
irlitið hjá Landsverki gjørdi
skjótt av og fekk viðurskiftini
í rættlag beinanvegin í samráð
við løgregluna. Samstundis
fekk byggifelagið, sum ger
Hovstunnilin, boð um at reinsa
vegin so at hann var tryggur at
koyra eftir.
Í sama viðfangi er eisini
bøtt um skeltingina á strekk
inum, ið arbeitt verður á.
Men Landsverk er eisini
byggiharri í sambandi við
Hovstunnilin.
– Tá ið Hovstunnilin varð
bjóðaður út, eru eisini áset
ingar um trygdina. Eitt nú er
tað eitt krav, at landsvegurin
skal vera tryggur.
– Tað var hann ikki í hesum
føri og sostatt er okkurt í
skipanini, sum er svikið,
tí tá ið vegurin er fullur av
runu og hálvur, er trygdin
ikki forsvarlig, staðfestir
Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at heldur byggi
felagið ikki treytirnar um at
halda vegin tryggan, eigur
eftirlitið hjá Landsverki
at gera vart við seg og fáa
viðurskiftini í rættlag.
Í hesum sambandi verður
nú kannað, hvør hevur svik
ið í hesum føri - um tað
er byggifelagið, sum ikki
hevur hildið treytirnar, ella
um viðurskiftini hava verið
í ólagi so mikið leingi, at
eftirlitið hjá Landsverki átti
at havt varnast tað og sostatt
átti at havt steðga tí.
Hann sigur, at áðrenn tað
er greitt, hvør hevur skyldina
av støðuni, ber heldur ikki til
at siga, hvør skal endurgjalda
skaðan.
Kortini sigur Oyvindur
Brimnes, at nú verður fylgt
sera gjølla við, at treytirnar
verða hildnar.
Annars fegnast hann um,
at tey fýra ungfólkini sluppu
so væl frá óhappinum sum
tey gjørdu og at størri skaði
ikki stóðst av óhappinum.
Vanrøkt mundi ført til syndarliga vanlukku
Her á leið hendi óhappið,
Vegurin var fullur av vátari
runu og tí sum flundrubak
at koyra eftir. Samstundis er
grivið heilt innundir vegin,
so øll vegøkslin er burtur, so
har var onki at geva av. Eftir
óhappið eru endurskin, skelti
og ljós sett upp fyri at merkja
vegin betri
Okkurt hevur svikið
Arbeiðið at gera Hovstunnilin er byrjað Grivið er út fyri nýggjum vegi og grivið er eisini út fyri
inntakinum til sjálvan tunnilin. Alt økið er tí eitt stórt byggipláss. Men byggiplássið gongur
tvørturum landsvegin. Hetta kvøldið, óhappið hendi, var vegurin ikki reinsaður og hann var tí so
skitin og hálur, at hann var lívshættisligur at koyra eftir og tað er eitt satt undur at stórur skaði
ikki stóðst av hesum