mikudagur 30. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 230 - 30. november 2005
Tað er gleðiligt, at Løgmaður nú setur menningarhjálpina
á dagsskrá. Føroyingar hava latið menningarhjálp í nógv
ár, men vit hava í høvuðsheitinum latið hana ígjøgnum
útlendskar felagsskapir, tað vil sig, at vit oftast ikki sjálv
eru komin í samband við endamóttakaran.
Løgtingið skal nú umrøða, hvussu menningarhjálp skal
latast. Sum orðið menningarhjálp sigur, so eiga vit at
leggja dentin á at menna ein førleika í móttakaralandinum.
Um vit skulu menna ein førleika, so mugu vit finna eitt
øki, har vit føroyingar duga betur enn móttakarin.
Nú er upphæddin, sum vit í løtuni lata ikki høg nokk til
at spreiða okkum yvir ov nógv øki, men tað er rætt, sum
Høgni Hoydal førdi fram í kjaki herfyri, at man kanska
eisini burdi satsað uppá undirvísing og heilsuverk, um
vit, væl at merkja, halda, at vit duga nóg væl á hesum
økjum.
Tað, sum Føroya Landsstýri hevur í umbúnað í Peru, tykist
verða ein skilagóð ætlan. Talan er um eitt samstarv innan
øki, har vit hava nakað at geva. Tað er týdningarmikið, at
tann relativt lítla upphædd, vit lata í løtuni, verður brúkt á
ein fokuseraðan hátt. Vit kunnu altíð víðka menningarhjálp
til útbúgving o.s.fr., men tá eiga tinglimir at fáa at vita, at
pengarnir mugu fylgja við.
Tað hevur verið framstillað í fjølmiðlum og millum politik
arar sum nakað ivasamt, at vinnufyritøkur kunnu fáa nakað
burtur úr menningarhjálp. Tað er einki odiøst í hesum.
Menningarhjálp er hjálp til menning og ikki neyðhjálp.
Talan eigur at verða um projekt, sum leggja nakað varandi
eftir seg í móttakaralandinum. Ein og hvør partur í einari
sovorðnari ætlan fær nakað burturúr. Ein føroysk fyritøka,
sum er við í einum menningarprojekti fær kunnleika um
tað at arbeiða í menningarlondum. Hetta hava føroyskar
fyritøkur longu sum er royndir av, í sambandi við at tær
hava luttikið í Danida projektum i eitt nú Afrika. Eitt, við
nøkrum fáum undantøkum, innatlítandi vinnulív sum tað
føroyska hevur bara gott av at luttaka í menningarhjálp.
Hesar fyritøkur mugu sjálvandi betalast fyri sítt arbeiði,
tí fólk mugu fáa løn, og er tað her tað almenna skal skipa
fyri. Fáa hesar fyritøkur so aftaná handilssamband til
móttakaralandið og øvugt, so hava øll vunnið.
Tað er púra misskilt, at menningarhjálp endiliga ikki
má geva gevaranum nakað. So leingi móttakariin fær
tað, hann skal, so er tað bara ein eykavinningur, at
gevarin eisini fært nakað burturúr, Tað er beinleiðis
fordummandi at føra fram, at menningarhjálp endiliga
ikki má føra til handilssamband millum móttakara og
gevara. Handilssamband er neyðugt fyri øll lond – eisini
menningarlond. Føroyingar handla sum er við Nigeria, og
tað er ein grov undirmeting av menningarlondum, ið bert
byggir á óvitinheit, tá man gongur út frá, at tað ikki tænir
móttakaralandsins áhugamálum at hava handilssamband
við so nógv lond sum møguligt. Men hvussu og ikki, so
er tað bæði gott og sunt, at vit fáa eitt aðalorðaskifti um
slikt mál.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Menningarhjálp og
handilssamband
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jógvan Arge
Varaborgarstjóri í Havn
Nú royna minnilutafólk í
Tórshavnar býráð at kasta
býráðssamgonguni fyri,
at hon hevur tikið ein fyri
gyklaðan skattalætta hjá
landinum frá fólki. Soleiðis
hongur hetta als ikki sam
an.
Tað hevur verið ein greið
støða millum landið og
kommunurnar, at fyri tað,
sum landið slapp undan av
útreiðslum orsakað av, at
barnaverndarøkið verður lagt
út á kommunurnar, skuldi
landið lækka sín skatt, og
kommunurnar skuldu taka
hesar somu pengar inn aftur
í kommunuskatti.
Kommunusamskipan
Føroya hevur eina greiða
semju við landsstýrismannin
í fíggjarmálum um, at tað,
sum landið nú á nýggjárinum
flytir yvir á kommununar av
útreiðslum, svarar til umleið
eitt skattaprosent.
Meirilutin í Tórshavnar
kommunu virðir hesa meting
og avtalu og hevur hækkað
skattaprosentið samsvarandi
hesum. Tað svarar til tær
útreiðslur, sum vit fáa meir
í okkara part, og sum landið
skuldi spart.
Men landið hevur eftir øll
um at døma ikki ætlanir um
at lækka landsskattin sam
svarandi tí, sum tað sleppur
undan. Hetta sæst á teimum
tølum, sum eru sett upp fyri
almannaøkið á komandi
fíggjarlóg.
Har er lítil ella ongin út
reiðslulækking at hóma,
hóast landið sleppur av við
einar 70 mió í útreiðslum,
sum kommunurnar taka upp
á seg. Tá er ikki ringt at gita,
hvar hundurin er grivin, tí
skattajavningin millum land
ið og kommunurnar skuldi
vera neutral.
Tað er hon ikki, tá landið
ikki minkar sínar útreiðslur
samsvarandi teimum útreiðsl
um, sum landið sleppur at
kasta av sær. Sostatt er tað
landið, sum heldur uppi ein
um hægri skattatrýsti.
Takkað verið hentum
sprellimonnum sum minni
lutanum í Havn, verður roynt
at billa fólki inn, at skurk
arnir sita á Vaglinum. Men
tað gera teir ikki. Teir sita í
Tinganesi.
Oddvitarnir í minnilutan
um blanda helst eisini lands
politisk atlit upp í komm
unupolitikkin, tá teir krevja,
at kommunan umvegis skal
útvega ein skattalætta, sum
landið hevur lovað.
Hetta krav verður ikki eftir
líkað. Kommunurnar mugu
og skulu hava krónur afturfyri
tað, sum tær taka upp á seg
frá landinum. Landið má
sjálvt finna útvegir fyri sín
um skattalætta og ikki brúka
somu pengar til bæði skatta
javning millum land og
kommunur og skattalætta
til fólkið.
Tað er ikki annað enn at
blása og hava mjøl í munnin
um samstundis.
Okkum er púra greitt, at í
longdini bera kommunurnar
ikki boð í bý, um tær skula
halda fram at átaka sær
málsøkir hjá landinum við
øllum útreiðslum - uttan at
fáa veruliga fíggjarliga kom
pensatión.
Tí handla vit, meðan væl
er.
Sigvald Kristiansen
Endamálið við heimahjálpini
var at veita stuðul heima til
tey, sum ikki orkaðu ella
ikki vóru før fyri at klára
síni egnu viðurskifti í egn
um húsi, so at tey – sum tey
flestu ynskja – kundu vera
búgvandi heima undir sømi
ligum viðurskiftum. Hóast
hesa hjálp, so eru tað kort
ini út ímóti 10% av øllum
pensjónistum, sum eru so
illa fyri, at tey noyðast at
fáa meira umsorgan og
hjálp á einum sambýli ella
røktarheimi, og tíbetur eru
tað komin fleiri tílík pláss
tey seinnu árini, kommunum
og landsmyndugleikum fyri
at takka.
Størsti parturin av fólka
pensjónistum eru tíbetur
so væl fyri, at hesi klára seg
sjálvi við góðari hjálp frá
familju og avvarðandi í teirra
egna heimi. Í Árbók fyri Før
oyar 2004 stendur, at tað eru
5.516 fólkapensjónistar, og í
árbókini fyri 2003 stendur,
at tað eru 1.144 fólk, sum
fáa heimahjálp, tað vil siga
umleið 20% av pensjónistum
fáa heimahjálp.
Fólk søkja ikki um heima
hjálp, fyrr enn tey hava brúk
fyri henni. Eg havi dømi
um, at bæði 85 ára gomul
og enntá 90 ára gomul,
sum hava søkt heimahjálp
fyri fyrstu ferð, hava fingið
avslag, tí eingir pengar eru
til. Kunnu vit bjóða okkara
allar elstu tílíkt?
Og nú verður biðið um
fleiri pengar til umsiting av
Heimarøktini! Landsfelag
Pensjónista hevur í áravís víst
á, at tað er neyðugt við fleiri
pengum til Heimahjálpina,
til hjálp í heimunum, so tey
gomlu kunnu vera longri
í teirra egna búðstaði og
umhvørvi.
Í somu árbók fyri 2004
sæst, at í 1999 fekk Heima
røktin 67.693 mill. kr., í
2003 106.044 mill. kr., eg
havi ikki talið fyri 2004, tað
er ivaleyst upp aftur hægri,
men hetta er so ein vøkstur
uppá umleið 40 mill. kr.
uppá 4 ár til Heimarøktina,
men Heimahjálpin er skerd
øll hesi árini, har tíðin til
tann einstaka brúkaran er
stytt, og heimahjálparar eru
uppsagdir, og nú í 2005 fáa
85 og 90 ára gomul avslag
uppá heimahjálp!
Trivnaðarnevndin er á
beinari leið, tá hon mælir
til ikki at hækka pening til
umsiting, men heldur lata
hendan pening koma brúk
aranum til góða, tað er uppá
tíðina. Hvussu leingi skal ein
85 ára gamal og ein 90 ára
gamal bíða eftir at fáa síni
sjálvsøgdu rættindi? Vit siga
okkum vera eitt vælferðar
samfelag, lat tað verða víst
í verki.
Royktám um skattalætta
Heimahjálp