Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 30. november 2005 11 VIÐMERKINGAR Aftursvar til samskrivaðu andstøðugreinirnar hjá Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen, nú fíggj­ar­ ætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2006 er einmælt samtykt – eisini við teirra atkvøðum! Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn Ikki kann sigast annað, enn at tað er hugstoytandi og partvíst skelkandi lesn­ aður, býráðslimirnir Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen borðreiða við í bløðunum, nú Tórshavnar býráð í farnu viku einmælt samtykti fíggjarætlanina fyri komandi ár. Hugstoytandi, tí tey helst høvdu staðið seg betur, høvdu tey einki skrivað, so lítið skil er í greinum teirra. Og skelkandi er tað, tí tveir so mikið royndir býráðslimir áttu at vitað betur. At tey so óivað hava tutlað sínamillum, áðrenn síðstu stav­irnir eru skrivaðir, so ávíst samsvar er í skilaleysu skrivingini, ger ikki støðuna betri. Høvdu tey einki havt skrivað, høvdu tey jú heldur ikki havt avdúkað, at tey skilja lítið og einki av tí, ið gongur fyri seg í framkomnum býráðsarbeiði í 2005. Flóvisligt, Jan! Jan Christiansen, sum sjálvur hevur sitið eina heila setu sum borgarstjóri, gremur seg um, at Tórshavnar komm­­una hevur beint fyri skatta­lættanum, ið lands­ stýr­ið hevur lovað Føroya fólki. Hetta grundar hann á, at Tórshavnar kommuna komandi ár hækkar skatta­ prosentið. Longu her er fyrsta álv­ ars­­liga mistakið í grein hans­­ara, tí talan er ikki um at hækka skattaprosentið, men um at landið hevur giv­­ið komm­ununum upp­­gáv­ur, ið sjálv­andi bera ein eyka kostnað við sær, ið skal fíggjast. Landsskatturin minkar við tí skattaprosenti, ið tær fluttu uppgávurnar kosta, og kommunuskatturin veksur við hesum sama skatta­prosenti. Tískil fer Tórs­havnar kommuna á ong­­an hátt at taka burtur av skattalættanum hjá land­ inum. Vit hava økt fíggjarætlanina hjá kommununi við umleið 30 milliónum krónum, uttan at hækka skattaprosentið, men fluttu uppgávurnar frá landinum upp á 24 milli­ ónir krónur koma aftrat hes­um og kosta eitt skatta­ pro­sent. Tí er talan um eina náttúrliga hækking av skatta­ prosentinum fyri fluttar upp­ gávur. Skrivingin hjá Jan Christ­ iansen um horvna skatta­ lættan ber brá av at vera reint møsn. Talan er jú um greiðar linjur linjur millum løgtingið og kommunurnar, sum vit eiga at fylgja, og ikki vevja upp í spurningin, um landið megnar at halda sítt lyfti um skattalætta. Nú verður stýrt ordiliga Í grundini er tað flóvisligt at síggja, at ein sera royndur býráðslimur og enntá fyrr­ verandi borgarstjóri skal lata seg úr soleiðis og har­ við avdúkað, at hann lítið og einki hevur skilt av tí mekanismu, ið fram um all­ ar tryggjar eini kommunu neyðugu inntøkurnar, so hon kann veita sínum borgarum allar tær tænastur, brúk er fyri! Heldur ikki dugir Jan Christ­iansen at síggja veru­ leikan frá síni egnu stjórn­ artíð í eyguni, tí í grein síni breggjar hann sær eisini av, at í farna meiriluta varð valorðið »Meira fyri hvørja krónu« brúkt, men at nú verður stýrt eftir valorðinum »Fleiri krónur fyri sama arbeiði«. Tað ljóðar kanska gott, var tað bara ikki tað, at hand­­føstu tøl­ini søgdu nak­að ann­að. Veru­­leik­in er, at Jan Christiansen við leysari hond og uttan um um­sitingina royndi at stjórna býnum, men at handalagið tíverri ikki var frægari enn so, at sera nógv lá á láni. Síggjast kann svart upp á hvítt, at farni býráðsmeiriluti var komin í afturhond at fremja bundnar íløgur fyri heilar 70 milliónir krónur, sum núsitandi meiriluti má taka sær av at fremja. Hetta ber boð um dugnaloysi og vantandi stýring. Tá so Jan Christiansen er so framligur at staðfesta, at »oyðari kemur eftir sparara«, er sjálvironiin fullkomin. Um vit bara taka Vallalíð sum dømi, kundi Tórshavnar kommuna fingið eitt heilt sambýli fyri alt tað, vánalig tilrættislegging og vantandi stýring í tí málinum hevur kostað kommununi! Stóra misskiljingin Bæði Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen vísa á, at minni­lut­in í bý­­ráð­­num hós­ dagin kom við uppskoti um at varðveita skattaprosentið, tí Tórshavnar kommuna tann 1. desember kom­andi fær 22 milliónir krón­­ur úr kommunala veð­halds­grunn­ inum. Jan Christiansen fer enn­tá so langt sum at siga, at »hesin peningur sjálvsagt skal inn­ tøkuførast«. Hann av øllum átti at vitað, at hesin peningur longu er inntøkuførdur fyrr og tí sjálvsagt ikki kann inn­ tøkuførast aftur. Haraftrat er at nevna, at í juni í ár varð løgd fyri býráðið ein íløguætlan, ið fevnir um tilsamans 454 milli­ ónir krónur, ið skulu brúkast til íløgur hesi fýra árini hjá núverandi býráð. Av hesum skulu 407 milliónir fíggjast av rakstri, meðan 47 milliónir krónur skulu fíggjast av kassa­peningi, har tað, ið kemur aftur úr kommunala veðhaldsgrunninum, er talt við. Hetta skuldi ikki ver­ið fremmant fyri Jan Christ­ iansen, sum hevur sæti í fíggj­ ar­nevndini og tí átti at kent øll hesi tølini væl og virðiliga. Tað sigur seg sjálvt, at tær 22 milliónirnar úr kommunala veðhaldsgrunninum kunnu hvørki inntøkuførast ella brúk­ast fleiri ferðir! Viðvíkjandi hesum góða kreppulánsgrunni, so visti Jan Christiansen longu á heysti í fjør, at pen­ing­ur skuldi afturrindast komm­ ununi á heysti í ár. Tí má spyrjast, hví hann so ikki longu tá, meðan hann sat við ábyrgd og hevði av­ger­ andi ávirkan, tók tey neyð­ ugu stigini til at lækka kommunala skattaprosentið fyri 2005, heldur enn at koma við illa undirbygda uppskotinum hjá núverandi minnilutanum í evstu løtu, og ikki í so mikið góðari tíð, at meirilutin visti um hetta undan býráðsfundinum. Í skeivari kommunu Beate L. Samuelsen harmast í síni grein um, at Tórshavnar kommuna hækkar sítt skatta­ prosent, samstundis sum tað morgunin eftir býráðsfundin frættist, at Klaksvíkar komm­ una ikki ger tað. Og so spyr hon, hví vit í Tórshavnar kommunu skulu gera tað sama, sum aðrar kommunur eru noyddar at gera. Tað er næstan so, at tú undr­ast á, um Beate L. Sam­ uelsen er komin í skeiva kommunu, tí um vit skulu brúka Klaksvíkar kommunu sum fyridømi, er veruleikin har tann, at hon byrjar kom­ andi fíggjarár við 27 milli­ ónum krónum í halli, sum skal fíggjast við lántøku, sambært upplýsingum frá borg­arstjóranum í Klaks­ vík. Tí má spyrjast, um Beate L. Sameulsen veruliga vil hava Tórshavnar kommunu innaftur í eina ónda ringrás, har lántøka skal fíggja all­ ar íløgurnar. Hetta er jú tað, kommunan er sloppin burturúr og als ikki ynskir sær aftur, so her halta grund­ gevingarnar hjá Beate. Og tá Beate L. Samuelsen framvegis setir kostnaðin av einari parkeringsbót sum standardin fyri, hvussu livi­ ligt tað er ella ikki í Tórs­ havnar kommunu, kann hvør í sínum lagi gera sær eina hugsan av, hvussu seriøsur býráðspolitikkurin hjá henni er, og fegnast um, at hon ikki er við í meirilutanum! Betri tænasta Tað stutta av tí langa er, at sitandi býráðsmeiriluti í Tórshavnar kommunu hevur sett sær fyri at fremja í verki tey mál, ið løgd eru fyri kom­ andi skeiðið. Her er ikki talan um oyðsl ella vantandi sparsemi, men um at veita borgarunum eina góða, skjóta og økta tænastu. Skattaprosentið, hóast tað verður hækkað, er framvegis millum tey lægstu í landinum, og barnafrádrátturin upp á 5.000 krónur er millum teir hægstu. Somuleiðis hevur núverandi býráðsmeirilutin sett í verk systkinaavsláttur í barnaansingini, ið er ein munagóð hjálp til barna­ familjur við fleiri børnum. Eisini verður nú farið und­ir at byggja uppí á Tjarn­ argarði, so 24 pláss fáast aftrat har, umframt at hús eru keypt til onnur 10 búfólk og 20.000 fermetrar av jørð eru keyptir, ið skulu brúkast til eldraíbúðir og onnur enda­ mál, ið eru teimum gomlu at gagni. Niðurstøðan má tí vera, at uppskotið hjá minnilutanum í býráðnum er beinleiðis óseriøst, tá havt verður í huga, at minnilutin ikki segði eitt orð undir fyrru viðgerð av fíggjarætlanini, men í tólvta tíma brádliga kom við sínum broytingaruppskoti, ið varð tikið úr tómum heimi. Hesin sami óseriøsitetur merkir samskrivaðu blað­ grein­irnar hjá Jan Christ­ian­ sen og Beate L. Samuelsen, ið tykjast vera eitt sera illa umhugsað álop á bý­ráðs­ meirilutan. Henda skriving fortelur mest um tey sjálvi og teirra vantandi politisku mið og mál. Ikki minst, tá havt verður í huga, at fíggjarætlanin fyri 2006 altso varð einmælt sam­tykt – og tí eisini við atkvøðunum hjá bæði Jan Christiansen og Beate L. Sam­uelsen! Absolutt eingin orsøk var at hækka skattaprosentið í Tórshavnar kommunu til meirilutan at oyðlsa við Beate L. Samuelsen Býráðslimur í Havn At meirilutin í Tórshavnar Býráð er mannaður við um­boðum fyri Tjóðveldis­ flokkin og Javnaðarflokkin, sleppa vit sum borgarar í kommununi nú at merkja, so tað forslær. Á býráðsfundinum hós­ kvøldið vildi meirlutin ikki taka undir við uppskotinum hjá minnilutanum, Fólka­ flokk­inum og Sam­bands­ flokkinum, at varðveita ver­ andi skattaprosentið uppá 18,75. Uppskot okkara um at varð­ veita verandi skatta­prosent fall við atkvøðugreiðsluni, at hóast vit væl og virðiliga grundgóvu fyri okkara sjónar­ miði at ikki var neyðugt við eini hækking. Tað er nevniliga so, at okkara kommuna 1. desemb­ er, altso nú hósdagin, fær aft­ urborið 22 milliónir krón­ur úr Kommunala Kreppu­ lánsgrunninum, sum settur var á stovn í kreppuárunum, tá allar kommunur landsins tóku seg saman at gjalda til, tá illa stóð til fíggjarliga. Hesar 22 milliónir krónur passa sum fótur í hosu til tað, sum barnaverndarøkið, ið Tórshavnar kommuna skal til gjalda komandi ár. Ein av umberingunum hós­ kvøldið hjá meirilutanum fyri skattahækkingin var, at tað ikki mátti ganga út­yvir aðrar kommunur, at okk­ara kommuna hevði ein kassa, sum “fleyt yvir av pen­ing­ um”, fyri at brúka teirra egnu orð! Vit í minnilutanum vita fullvæl, at henda útreiðsla ikki er ein eingangs upphædd, og at hon verður verandi við ymsum upphæddum í framtíðni. Men vit duga ikki at síggja, at okkara borgarar ikki skulu sleppa at merkja ágóðan av hesi afturbering úr Kreppulánsgrunninum, eftirsum hetta er peningur, sum borgarar okkara hava goldið í kreppuárunum. Oyðsl meirilutans Meirilutin var annars av tí áskoðan, at aðrar kommunur so sum Klaksvíkar, Runa­ víkar og Vestmanna komm­ una fóru at seta síni skatta­ prosent upp, ikki bara við einum prosenti, nei, nei, við hálvum øðrum og kanska enntá tveimum prosentum. So var ikki meiri enn natúr­ ligt, at vit í Havnar kommunu máttu vera kollegial og standa saman við restini av landsins kommunum yvir­ fyri landsstýrinum, varð sagt. Tað fyrsta, sum frættist fríggjamorgunin, dagin eftir okkara býráðsfund, var, at Klaksvíkar kommuna setti ikki sítt skattaprosent upp. Hvar var tað kollegiala í kommunuhøpi, sum meiri­ lutin í Tórshavnar býráð tos­ aði um kvøldið fyri, henni? Hví skulu vit í Tórshavnar kommunu gera tað sama sum aðrar kommunurnar er noyddar at gera? Hava vit ikki nokk í okkara egnu stóru kommunu? Í vár skuldu vit hækka parkeringsbøturnar, bara tí at Runavíkar kommuna vildi hava sínar parkeingsbøtur 100 kr. upp? Tað átti at verði okkara kommuna, sum førdi an í so máta. Tá vit hava ráð at varðveita verandi skattaprosent, eiga vit at gera tað, líka mikið hvat aðrar kommunur gera. Tað er ikki meiri enn rími­ligt – og okkara skylda - yvirfyri okkara borgarum, sum tátta upp móti teimum 20.000. Tað kann ikki vera mein­ ingin, at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu skal setast upp undir páskotinum, at vit mugu standa saman við øðrum kommunum, og tá tað í veruleikunum snýr seg um at fjala yvir oyðslinum hjá samgonguni. Tað eru so nógv onnur felags kommunal mál, vit í KSF kunnu standa saman um, um tað ikki júst er í hes­ um eina málinum. Sparsemi hjá undanfarnu samgongu er broytt til oyðsl hjá núverandi samgongu. Jan og Beate skilja lítið og einki Skattaprosentið eigur at varðveitast