mikudagur 30. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 230 - 30. november 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ingálvi til minnis
Nakrir penslar
liggja og sova
í einum skála,
har Ingálvur
plagdi at mála.
Summir eru gráir
og ikki so fáir
eru svartir,
og onkur ljóst grønur
sum mosi í flotkeldum
ella eins og grønkandi
várligur bøur.
Har eru penslar stórir og smáir,
og onkur er bjart reyður,
nú Ingálvur er deyður.
Hesi penslabørn
leingjast eftir
sínum flógvu faðirshondum,
sum so trygt
leiddi tey út
á stórar fløtur
í ókendum londum –
leitandi eftir farvukornum,
sum hava sínar røtur
í svørtum homrum
og gráum stýggjum -
leiftrandi í mosalittum
vindum lýggjum -
undir korkalittum
flógvum fjallarókum.
Sovið penslabørn
undir fjallakrókum
til tykkar uppreisnarstund,
tá ið tit aftur skulu á fund
saman við tykkara faðir,
sum nú dvølur í Mamrelund
í sínum litríku myndum
saman við drotti
í andans rómi,
sum er ein litríkur
symfoniskur
himnatóni -
í myndunum hjá Ingálvi,
nú hann penslarnar
frá sær legði.
Friður veri við penslabørnunum
hjá Ingálvi av Reyni!
Frits Johannesen
99 ára føðingardagur
Hósdagin 1. desember verður Andreas Andreasen, Oynd
arfjørður, 99 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3.
desember í handilskjallaranum frá kl. 17-21. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Fyrrverandi stjórin
á Fiskasøluni hevur
keypt seg inn í
reklamuvirkið Petur
& Petur og Vikublaðið
Stjóraskifti
Reklamuvirkið Petur &
Petur er marknaðarráðgevi
fyri fyritøkur og stovnar og
framleiða og umsita graf
iskar uppgávur og prentlutir,
umframt samskipa og seta
upp messubásar og fram
sýningar. Felagið varð stovn
að í 1999 og hevur í dag 12
fólk í starvi. Hartil egur
virkið eisini Vikublaðið,
sum rekur blaðvirksemið og
ferðaskrivstovuna VikuTur.
Árni Arge hevur keypt
part av partapeninginum, og
á eykaaðalfundi tann 21/11
varð hann settur sum stjóri
í báðum feløgunum. Petur
Slyne og Petur Mohr er farnir
frá. Árni Arge hevur sostatt
dagligu leiðsluna av báðum
feløgunum. Endamálið við
hesum er at styrkja um fíggj
arligu og fyrisitingarligu
stýringina av feløgnum.
Við hesari umskipan verður
nú møguligt hjá fráfarnu
stjórunum og eigarunum í
enn størri mun at leggja sína
orku í tann kreativa partin og
at menna virksemið.
Árni Arge er 41 ára gamal
og er útbugvin cand. Merc. í
1993 á Handilsháskúlanum
í Keypmannahavn. Árni hev
ur síðani juni 2005 starvast
í fyritøkuni sum ráðgevi
og fyrisitingarligur leið
ari. Hann hevur áður starv
ast bæði sum fíggjar- og
forstjóri á Faroe Seafood,
umframt at hann hevur
starvast í Danmark í fleiri
ár, meginpartin av tíðini hjá
amerikonsku/altjóða fyri
tøkuni Kraft Foods.
Árni Arge skal stjórna Petrunum
Hósdagin 1. desember 2005
hevur Katrin Holm Norðfoss
starvast í 25 ár hjá Reyni
Service í Hoyvík. Hetta var
sama ár, sum Reyni Service
fór at selja Toyota bilarnar.
Katrin hevur arbeitt á
skrivstovuni við bókhald
inum og øðrum, sum skriv
stovuarbeiðið inniber.
Katrin er ættað úr Hvalba,
dóttir Mainu og Oliver
Holm. Hon er gift Sigmundi
Norðfoss úr Havn, og eiga
tey bæði synirnar Aksal og
Paula.
Katrin Holm Norðfoss:
25 ára starvsdag
hjá Reyni Service
18. november 2005 hava hesar tríggjar lokið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya: Ingunn Jacobsen,
Toftir, Elisabeth W. Johannesen, Tórshavn, og Súsanna Funding, Tórshavn.
Prógv sum sjúkrarøktarar