mikudagur 30. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karl Thorleif Olsen,
Tórshavn, andaðist í
heiminum mánadagin
29. november, 81 ára gam
al. Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Hanna Klein frá Gjógv
andaðist á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi
týsdagin 29. november,
86 ára gomul. Kistan
fer av Røktarheiminum
í Runavík fríggjadagin
klokkan 17. Jarðarferðin
verður úr Gjáar kirkju
leygardagin klokkan
13. Tey, ið vilja minnast
Hannu á Rætt, kunnu
lata Gjáar kirkju eina
peningagávu, konta í
peningastovnunum.
Martina Jensen, fødd
Andreasen, ættað úr
Havn, búsitandi í Løjt
kirkeby í Suðurjyllandi,
andaðist fríggjadagin
25. nov. 53 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
kirkjuni í Løjtkirkeby
mikudagin 30. nov. kl.
14.
Gardar
Høgnesen,
Klaksvík, andaðist í heim
inum mánamorgunin 28.
november, 46 ára gamal.
Kistan fer av kapellinum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
mikukvøldið klokkan
18 heim í Christians
kirkjuna. Jarðarferðin
verður hósdagin klokk
an 13:30. Tey, ið vilja
minnast Gardar kunnu
lata
Emmaus
eina
peningagávu. Konto í
Norðoya Sparikassa.
Elly Bláhamar, Vest
manna, andaðist sunnu
kvøldið 27. november, 65
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum í mikudagin
klokkan 17. Jarðarferðin
verður úr Vestmanna
kirkju hósdagin klokkan
13. Sungið verður úr
sálmabókini.
Andlát og jarðarferðir
Okkara elskaði sonur og bróður
Gardar Høgnesen
Klaksvík
andaðist mánamornunin 28. nov. í heiminum.
Bønarhald verður í kapellinum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi mikukvøldið 30. nov. kl. 18.
Jarðarferðin verður hódagin 1. des. kl. 13.30
úr Christianskirkjuni.
Sybilla, Hjalmar, Turið, Gunhild,
Jóan Magnus og Eyðun
Tey, ið vilja minnast Gardar kunnu lata »Emmaus« eina peningagávu.
Konto í Norðoya Sparikassa
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Peter Christian Johannesen
Vanliga nevndur Peter hjá Fritleif
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri umsorgan á G4.
Takk til prest og sangarar.
Takk fyri hjálpsemi til ervið.
Hjartans takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna, Brynja, Gulbrit og Finnbogi
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, abbi og verpápi
Thomas Pauli Jacobsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri kransar, blómur og heilsanir.
Takk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðina.
Tøkk til heimahjálp og heimasjúkrasystrar, sum
hjálptu so væl meðan Tummas var sjúkur.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sigbjørg
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða
kona, mamma, vermamma og omma
Elly J. Bláhamar
Vestmanna
andaðist sunnukvøldið 27. november, 65 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum mikudagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Sungið verður úr sálmabókini.
Fyri tey avvarðandi
Anfinn, Anna Maria og Fríðálvur
Tórsdagin 1.dec. verður
Marna Olsen fyrrv. lærari í
Vági 65 ár.
Góða
mamma,
vit
fara hervið at ynskja tær
hjartaliga til lukku við teim
um 65 árunum.
Vit fara eisini her at siga
tær takk fyri alt tað, tú hevur
verið og er fyri okkum.
Vit systkin vuksu upp í
einum góðum heimi, har
tú lærdu okkum tey fyrstu
orðini, vit søgdu, har tú
lærdi okkum móðurmálið,
og har tú styðjaði okkum tey
fyrstu fetini vit tóku. “ Málid
mítt kæra fyrst lærdi tú meg
fetini, fyrstu á stetlanarveg,
takk sigi eg”. Eisini siga
vit tær takk fyri, at tað var
til tín, vit komu sum óvitar
fyri at stilla okkara trá, tá
ið á leikaði. Vit vita, at tú
hevur verið ein sera góð
mamma, so tað verður tungt
at treða í tínum fótasporum.
Takk fyri allar søgurnar, tú
las fyri okkum sum børn,
áðrenn vit sovnaðu og takk
til Hansara, sum fyri okkum
hevur fingið so nógv í lag, tí
tú í tínum bønum Hann um
hetta bað. Góða mamma,
vit siga tær takk fyri alt tað
góða, tú hevur lagt í okkum
og sum heldur okkum á rætta
vegnum, allastaðni, har íð
kann traðast av monnum.
Nakað, sum vit systkin
eru sera glað fyri, nú vit
øll trý búgva í Havn er, at
tú kanst vera so nógv her
hjá okkum. Hetta eru ikki
minst ommubørnini sera
glað fyri.
Mamma, røsk hevur tú
altíð verið ,skilagód, per
tentlig, álítandi og dugnalig
og sum lærari við Vágs
skúla alla tína læraratíð
manst tú teljast millum teir
allarbestu. Tað var eingin,
sum kundi taka nakað úr
tínum hondum. Eisini sum
lærugreinaráðgevi í donsk
um fyri alt landið royndist tú
holl. Álitið á teg var stórt. so
m.a. rættaði tú danskar stílar
hjá 10.fl. úr øllum Føroyum
alt tað, vit minnast. Friðarlig
og stillfør hevur tú altíð verið,
og eftir loknan arbeidsdag í
skúlanum hevur tú passað
heimið, tó skulu vit ikki
gloyma teg sum formann
og ein av stovnarunum av
Barnabata.
Tú og pabba komu heim
til Vágs eftir lokna útbúgving
í Danmark og gjørdist m.a.
slóðbrótarar innan skúla
økið, so ikki kann sigast
annað enn, at tað, tit hava
lagt úr hondum, er valaverk.
Vid Vágs skúla vart tú pabba
ein góður stuðul og eftir
tykkum stendur Vágs skúli
vid 25 m. svimjihyli sum
eitt prýðuligt minni, so ikki
gróvu tit talentirnar niður,
men røkti tað, sum tykkum
var litið upp í hendi við mikl
um sóma og nærlagni. Eisini
skal nevnast, at pabba var
við til at fáa H.F. til Vágs,
og óvist hevði verið, um
studentaskúlin var fluttur úr
Vági, um hann enn sat sum
skúlastjóri. Jú,sanniliga bóru
tit bæði tæguna enn longur
fram á vegin.
Mamma er dóttur Elsu
og Alfred Holm úr Vági.
Elsa omman fødd Larsen
av Oyrabakka, har mamma
hennara Magnina kom úr
Biritustovu á Eiði, og pápin
Óli kom úr Búrstovu eisini
á Eiði. Alfred Holm var úr
Vági sonur Sigrid og Julius
Joensen. Sigrid ættað úr
Fuglafirði og Julius ættaður
úr Vági.
Góða mamma vit gleða
okkum til at halda føðingar
dagin saman við tær tann 10,
tá ið tað passar okkum øllum
at vera saman.
Hjartaliga til lukku við
degnum.
Elsa Maria, Martin Karl
og Annika
Marna Olsen í Vági 65 ár