Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 230 - 30. november 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hesar myndirnar eru av barakkunum, sum vórðu bygdar eystanfyri Jónas Broncksgøtu undir krígnum. Báðar myndirnar eru tiknar í 1943. Tá bretar komu higar í 1940, settu teir ikki minni enn 31 barakkir upp á hesum økinum, sum hýstu stórari deild av hermonnum. Eftir kríggið vórðu barakkarnar so við og við tiknar niður, og tilfarið kom væl við hjá havnarfólki. Húsið fremst á niðaru myndini var kokkahúsið hjá bretum, tað húsið og barakkin oman fyri stóðu eftir at kríggið var liðugt. Tá arbeiðið upp á nýggju politistøðina byrjaði í 1964, vórðu hesar báðar barakkirnar tiknar burtur. Nevnast kann, at kokkahúsið var fyrsta atelierið hjá Janusi Kamban, hann flutti inn í tey í 1949, og var har til 1964. Skeltið „Staff only“, sum bretar hongdu upp omanfyri hurðina í 1940, var hangandi líka til barakkin bleiv tikin niður í 1964. Tey, sum hava okkurt av viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Barakkirnar í Jónas Broncksgøtu Dagurin í morgin 1. desember. Arnald­ ur. Er eitt av teim elstu nøvnunum í halgra­manna tali, tað er eitt sindur tvørligt at fáa skil á, hvør hesin Arnaldur hevur verið. Fleiri við sama navni verða nevndir, og teir flestu halda, at her verður sipað til ein franciskanaramunk, sum fór til Kina í 1303 sum trúboðari. Navnið er gamalt týskt, sett saman av arn, sum merkir ørn og wald, ið merkir tað sama sum føroyska orðið vald, hersi. RÆTTING Í redaktionella nekro­ loginum yvir Ingálv av Reyni var tíverri eitt navn gloppið burtur ímill­um, tá ið børnini hjá Elsu og Ingálvi vórðu nevnd. Brotið átti at ljóðað soleiðis: Børnini hjá Elsu og Ingálvi eru: Kári føddur í 1946, Gunnvør fødd í 1948, Heri føddur í 1949, tvíburðarnir Eyðun og Árni føddir í 1951, Ingi føddur í 1952, Ása fødd í 1955 og Inga fødd í 1962. Ingi doyði í 2001. Gunnvør býr í Danmark, og øll hini búgva í Havnini. Vit biðja lesararnar um at halda okkum til góða. blm.