mikudagur 30. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
15
Leygardagin 19.
november skipaði
Borðtennissambandið
fyri almennari
móttøku í
Listaskálanum.
Móttøka
Orð/myndir: Snorri Brend
Henda móttøkan varð hildin
í samband við at 25 ár vóru
liðin, síðani hetta sambandið
varð sett á stovn.
Nógvir fyrrverandi og
núverandi borðtennisleikarar
og onnur áhugað vitjaðu
inn á gólvið fyri at vísa sam
bandinum heiður á stóra
degnum.
Umframt sjálva móttøkuna
so var sjálvandi eisini ítrótt
ur á skránni. Fyrr um dagin
varð nevniliga hildin ein
jubileumskapping í Eystur
skúlanum í einmansleiki og
tvímansleiki í øllum deild
um.
Umframt allar hesar kapp
ingarnar so skipaði Borð
tennissambandið eisini fyri
eini serstakari kapping, har
fyrrverandi leikarar kundu
kappast bæði innan Old
Girls og Old Boys.
Nevnast kann, at Borð
tennissambandið eigur bæði
gamlar myndir og gomul
skjøl. Til skjals er nevniliga
ein mynd av fyrsta dystinum
sum leiktur varð í Føroyum,
tá
borðtennishugaðir
Kyndlamenn og Tvøroyrar
Borðtennisfelag leiktu dyst
í 1957.
Sagt verður, at tvøramenn
leiktu við meiri nútíðar batt
um við gummi á síðunum,
meðan
havnamenninir
høvdu træsíður. Tann dystin
vann TBF 4-2.
Borðtennis í 25 ár
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Myndin er tikin í sambandi við fyrsta borðtennisdystin í Føroyum, sum varð leiktur í 1957 í Havn
millum Kyndil og TBF á Tvøroyri. Leikararnir vóru: vm. Hendrik Rubeksen, Pole Rasmussen,
Vagnar Olsen, Torbjørn Mikkelsen, Anfinn Rubeksen Nielsen og Harry Johansen úr Kyndli, og
Thorolf Dam, Sverre Midjord, Niels Midjord, Niels Pauli Niclasen og Sigurbjørn Niclasen av
Tvøroyri. Nevnast kann, at kyndlamenninir leiktu við meiri nútímans battum við gummi á
síðunum, meðan tvøramenn høvdu træsíður. Hóast hetta, so vunnu tvøramenn dystin 4-2
Fyrri um dagin
varð hildin ein
jubileumskapping
fyri tey yngru og
tey eldru. Hesi
vóru eisini við, og
fleiri heiðursmerki
vórðu vunnin
Nógv áhugavert er at finna í gomlum skjølum hjá Borðtennissambandinum – vm. Jógvan Arge
og Árni Dahl
Nógv fólk vitjaðu á móttøkuni – vm. Heðin Mortensen, Petur Elias Petersen, Niels Jákup
Jakobsen og Heri Ziska