Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 230 - 30. november 2005 Nógv ár eru liðin síðan seinasta før­ oyska LP-plátan kom út, men nú kemur aftur nýtt føroyskt undir nálina, tá ein av mest seldu fløg­ unum í ár ”Viva La Republica” hjá 200 kemur út á LP Tónleikaútgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Punkbólkurin 200 al­ manna­­kunngjørdi her fyri, at bólkurin fór at geva báðar fløgurnar hjá sær út á LP. Í vikuni fer nýggjara fløgan Viva La Republica til skeringar, og hon verð­ ur væntandi at fáa um árs­ skiftið ella kanska enntá áðrenn jól. Á heimasíðuni www.tveyhundrad.net ber til at skriva seg upp á bíði­ lista til LP’ina Einans 250 LP’ir verða gjørdar í hesum um­far­ inum. Niels Arge Galán sangari í 200 sigur, at bólk­­urin onga hóming hev­ur av hvør áhugin fyri LP’ini verður. Tí hava teir valt bert at gera 250 LP’ir, sum er minstamark. LP’in fær ein nýggjan húsa í mun til fløguna. Tónleikurin er hin sami, men ljóðið til LP’ina er remastrað við dupult so høgari góðsku sum á fløg­ uni, so talan verður um krás til oyrað og eyg­að. Sostatt verður eitt sind­ur gjørt burtur út plátuni. Hetta er ikki bara ein fløga, sum verður løgd á plátu. Her er talan um nýggja útsjónd og betri ljóð. Niels, sum til dagligt virk­ar sum listarligur leið­ ari á ReproZ, sigur við Planet.fo, at hetta at gera ein LP húsa er ein gamal dreymur. Niels og trummu­ leikarin Uni Árting, hava kollvelt fløguhúsaídnaðin í Føroyum seinastu árini og vunnu sera uppiborðið AME virðislønina fyri besta fløguhúsa fyri júst Viva La Republica. Men tá Niels og Uni byrjaðu at gera húsar vóru føroyskir bólkar givnir at gera LP’ir. Tí er hetta fyrsta høvið hjá teimum, at gera eina LP. Punkurin undir nálina Flaggsøgan Merkið eftir Niels Juel Arge er komin út í nýggjari og øktari útgávu. Hetta er ein snotilig útgáva av eini virðiligari søgu FLAGGSØGAN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Flaggsøgan hjá Niels Juel Arge, sum kom út út fyri 25 árum síðani, hevur ikki verið at fingið leingi. Søgan er so mikið áhuga­ verd og týdningarmikil, at vit hava hildi, at tað er ómakin vert at geva hana út­aftur, sigur forlagið Tjarn­ ar­deild, sum nú hevur givið útaftur hesa spennandi og hugvekjandi bók um stríð­ ið fyri viðurkenning av før­ oyskum flaggi. Flaggsøgan kom út í 1980, og var hetta áðrenn Niels Juel Arge fór undir bókaverkið »Stríðsárini 1-6«, sum kom út árini 1985-90. Meðan bøkurnar um stríðs­ árini vórðu fyrireik­að­ar, varð víðfevnt granskingararbeiði gjørt serliga í bretskum, men eisini føroyskum, donskum og týskum skjalagoymslum um hersetingarárini 1940- 45, skrivar forlagið í inn­ ganginum til bókini. Tað sømdi seg ikki, at ein tjóð ikki kundi siga frá sorg ella gleði við sínum egna merki, hildu studentarnar í Keypmannahavn í 1919. Teir settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg. Merkið veittraði fyrstu ferð sama árið. Tað sást fyrstu ferð á báti í 1920. Í 1923 veittraði tað fyrstu ferð á føroyskum fiskiskipi, og føroyskir skiparar sigldu skjótt bert undir Merkinum, men tað kostaði teimum rætt­ indi. Á altingshátíðini á Ting­ vøllum í 1930 kravdi og fekk danski forsætisráðharrin før­oyska flaggið strikað. Á Tinghúsvøllinum í Havn rópti amtmaðurin: »Tag den klud bort«, tá Páll í Kirkjubø hongdi Merkið út av einum loftsvindeyga í tinghúsinum 900 ára dagin fyri falli Ólavs kongs. Tað kom rættiliga til skarp­ skeringar í 1940. Bretska hersetingarvaldið vildi ikki lata føroyingar sigla undir donskum flaggi, men amtmaðurin kravdi, at teir skuldu. Føroyingar sjálvir aftraðu seg. Eftir miklan gleim í lands­ nevndini og í havnargøtum avgjørdu bretskir myndug­ leikar tann 25. apríl, at før­ oy­­ing­ar skuldu sigla und­ir Merk­inum. Tað var hátíðar­ dagur í Føroyum. Alt hetta og nógv aftrat kann lesast í flaggsøguni Merkinum, sum í bóka­búð­ unum kostar 299 krónur. Plátuhúsin til Viva La Republica er nýgjørdur, og sostatt ikki eitt beinleiðis kopi av fløguhúsanum Flaggsøgan Merkið í triðju og øktari útgávu Palliativa toymið á skal arbeiða fyri, at ólekiliga sjúkir krabba­meins­sjúk­ lingar skulu hava møguleika at uppliva teirra seinastu tíð í tí umhvørvi, sum teir sjálvir ynskja – tað verði seg á sjúkrahúsi, røktarheimi ella í teirra egna heimi KRABBAMEIN Serførleiki innan palliativa viðgerð og røkt er nú savnað í eitt toymi, sum fer undir virksemi sítt 1. desember. Orðið palliatión merkir um­ sorg­an og linnandi við­gerð, og endamálið við toym­in­ um er at veita álvarsamt og ólekiliga sjúkum krabba­ meins­sjúk­ling­um linn­andi røkt og við­gerð, um­framt stuðul av øðr­um slag við tí í hyggju at bøta um lívs­ dygdina hjá bæði sjúklingum og avvarðandi teirra. Palliativa toymið er sett saman av lækn­um, sjúkra­ røktar­frøð­ingum, sálar­frøð­ ingi, fysioterapeuti og sosial­ ráðgeva og hev­ur harumframt tætt samband aðrar førleikar á Landssjúkrahúsinum. Toym­ ið samstarvar við komm­ unulæknar, heima­røktina og tey trý sjúkrahúsini í land­in­um. Sjúklingar, sum hava óleki­liga krabbameinssjúku kunnu verða knýttir at pallia­tiva toyminum eftir ávísing frá egnum lækna ella frá eini sjúkrahúsdeild. Í sambandi við at palliativa toymið fer til verka, hevur Landssjúkrahúsið latið gjørt ein faldara, ið er ætlaður sjúklingum og avvarðandi teirra at kunna seg nærri um palliativa toymið og tilboð tess. Faldarin liggur frammi hjá kommunulæknum og á sjúkrahúsunum. Tað var táverandi lands­ stýris­­maður í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, sum í oktober 2000 setti ein arbeiðsbólk at gera eitt uppskot til hvussu palliativ viðgerð kundi skip­ ast í Føroyum, og eitt av upp­skotunum var at seta á stovn eitt palliativt toymi. Í ár var peningur fyri fyrstu ferð settur av til at reka hetta toymið. Palliativa toymið virk­ar útfrá onkologiska am­bula­ tori­inum á Lands­sjúkra­hús­ inum. Palliativa toymið fer til verka 1. desember Palliativ umsorgan verður lýst soleiðis sambært WHO: ásannar lívið og sær deyðan sum eina natúr­liga gongd hvørki framskundar ella útsetir deyðan linnar um pínu og onnur sjúkueyðkenni sameinir umsorganina fyri tí sálarliga og tí andaliga bjóðar sjúklingunum stuðul at liva virkin, sum umstøðurnar nú loyva, fram til deyðan bjóðar familjuni stuðul undir sjúkraleguni og aftaná í sambandi við sorgina FAKTA Triðja økta útgáva Høvundur: Niels Juel Arge Útgáva: ForlagiðTjarnar­ deild Ritstjórn: Jógvan Arge Prent: Føroyaprent Tekningar: Tummas Mikael Smith, Bibi Haraldsen og Óli Petersen Perma: Oskar Hermans­ son Nógvar góðar myndir úr flaggsøguni Síðutal 208 Prísur 299 kr. FAKTA Páll Patursson heingir flaggið út aðru ferð út av loftsvindeyganum á tinghúsloftinum. politiið er komið eftir honum