mikudagur 30. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskotið til hesa
tænastuna kom eftir
ein fyrispurning frá
einum kunda. Teir
á bilverkstaðnum
Mylluni í Miðvági
sóu ein fíggjarligan
møguleika í hesum og
bjóða nú fram hesa
tænastuna
Verkstað
Snorri Brend
Miðvágur: Fyrr frættist um
føroyingar, sum plagdu at
senda bilar sínar á verkstøð
í Danmark, samstundis sum
teir hildu summarfrí í heitari
londum.
Á henda hátt kundu teir fáa
tvey fyri eitt: Fáa eina góða
ferð uttanlands, og koma aft
ur til ein nýumvældan ella
nýsproytaðan bil. Ein bil
sum var klárur at fara aftur
á teir føroysku vegirnar at
koyra.
Onkur hevur kanska
undrað seg yvir, hví hesin
møguleikin ikki er til í
Føroyum. Og onkur hevur
kanska eisini hugsað um at
gera nakað við hetta málið.
Tað vóru tó nakrir, sum
fingu hugskotið og settu tað
í verk: Menninir aftanfyri
bilverkstaðið hjá Mylluni í
Miðvági.
Teir byrjaðu við hesi tæn
astuni í summar, og longu nú
hava teir havt fleiri bilar til
umvælingar hjá fólki, sum
eru farin uttanlands.
Tænasta
Í roynd og veru kom hug
skotið til hesa tænastuna
uttanífrá.
Jógvan Pauli Joensen,
sum starvast við hesum bil
umvælingunum sigur, at hug
skotið kom ”úr teirri bláu
luft”, sum hann tekur til.
Tað ringdi ein maður higar
á bilverkstaðið. Viðkomandi
spurdi, um tað bar til at fáa
bilin umvældan, meðan hann
var uttanlands í summarfrí.
Hesa tænastuna vildu vit
sjálvandi veita honum, og
soleiðis byrjaði tað, sigur
hann við Sosialin.
Hann sigur, at teir við
hesum fyrispurninginum byrj
aðu at síggja nakrar møgu
leikar. Og tí avgjørdu teir at
lýsa við hesi tænastuni.
Aftur á sama stað
Nú, teir eru farnir undir hesa
tænastuna, so kunnu teir stað
festa at fleiri hava gjørt brúk
av hesi tænastuni.
Tað eru fleiri sum benytta
sær kjansin, meðan teir eru
uttanlands, sigur Jógvan
Pauli Joensen.
Henda dagin vit vitjaðu á
verkstaðnum arbeiddi eisini
ein annar maður saman við
honum, - Peter Krogh.
Skipanin hjá bilverkstað
num er hon, at fólk biðja um
tíð, og fara so á flogvøllin
við bilinum.
Her verður bilurin settur
inn á økið fyri langtíðar
parkering. Og tá eigarin er
farin av landinum, koma
teir frá bilverkstaðnum eftir
bilinum.
Tá so umvælingin er lið
ug, verður bilurin settur aft
ur á sama stað. Á henda hátt
leggur eigarin als ikki merki
til, at bilurin hevur verið á
verkstaði.
Fleiri økir
Júst hetta at umvæla bilar
fyri minni og størri brek er
ikki einans tað, sum hetta
bilverkstaðið higartil hevur
verið kent fyri.
Teirra serøki hevur verið
og er at umvæla dynamo’ir
og startarar á bilum, men
eisini tá talan er um útróð
rarbátar.
Kundar teirra eru úr Vág
um, men koma eisini aðra
staðni frá – úr Havn, Vest
manna, Sandoynni og úr
Kollafirði.
Verkstaðið verður annars
eisini brúkt í samband við
sýn av bilum.
Umvæla bilin
meðan eigarin
er uttanlands
Nr. 230 • mikudagur • 30. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Hjálparmaðurin Peter Krogh skiftir her dekk
hjá einum bilførara. Tað hoyrir eisini við til
arbeiðið hjá einum bilverkstaði
Mynd: Jens Kr. Vang
Jógvan Pauli Joensen hevur nógv jørn
í eldinum – her við dynamo’um. Men
annars verða nógvar umvælingar av
bilum gjørdar á verkstaðnum
Mynd: Jens Kr. Vang