Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 30. november 2005 18 - Hvønn dag verða 55.000 tons av góð­um fiski, sum onga­staðni koma til gagns, dripin á havi­ num, sigur Heims­ náttúru­stovnurin, WWF, sum nú fer at lata virðislønir fyri skynsamar veiði­ hættir Veiðihættir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo WWF, Heimsnáttúru­stovn­ urin, bjóðar nú til eina kapp­ ing um skynsamar veiði­ hættir. Orsøkin er, at fiskimenn um allan heim hvønn dag veiða fisk, sum teir ikki hava loyvi at veiða og føra til lands, eins og teir veiða fisk, sum teir ikki vilja hava. Tí enda velduga stórar nøgdir av góðum fiski hvønn dag nyttuleyst á havsins botni. Altjóða kapping Nú fer so Heims­náttúru­ stovn­urin undir eina altjóða kapping, har vinningarnir eru reiður peningur. Endamálð við hesum er at finna fram til skynsamar veiðihættir, soleiðis at minni fiskur doyr óneyðugt og fell­ ur á botnin sum burturkast. Sambært WWF doyggja eini 55.000 tons av góðum fiski hvønn dag, sum onga­ staðni koma til gagns. Fisk­ urin verður tveittur um lúnn­ ingina og í havið aftur. Lata virðislønir Høvuðsvirðislønin er 150.000 krónur, og haraftrat let­ur stovnurin tvær virðis­ lønir, sum hvør er upp á 30.000 krónur Virðislønirnar verða lætn­ ar teimum loysnum, sum best og bíligast kunnu minka um nøgdina av óynsktari hjá­ veiði. Eisini í Føroyum kenna vit trupulleikarnar við hjáveiði, og eitt nú verður arbeitt við at gera eina rist til svartkjaftatrolini fyri at minka um hjáveiðina av upsa og toski, ið sum skilst er ein trupulleiki ávísar tíðir av árinum Mynd: Rógvi Mouritsen Norskir saltfiska­fram­ leiðarar missa 200 miljónir krónur um árið, tí fiskavørurnar partvís verða seldar á marknaðunum, sum gjalda ringast. Saltfiskur úr Íslandi og Føroyum fær 20- 25% hægri prís enn tann norski. Hetta veit Fiskeriforskning í Noregi at siga Saltfiskur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Saltfiskur er ein av týdn­ ing­armiklastu vørunum í norskum fiskiídnaði, og árliga útflytir Noreg til­sam­ ans 30.000 tons av saltaðum toski. Hóast hetta stóra út­flutn­ ings­virð­ið, vísa ár­ligu kann­ ing­ar­nar hjá Fiskeri­forsk­ ning, at lønsemið hjá norskum saltfiskaframleiðarum sein­ astu árini er vorðið ógvu­ liga vánaligt. Hinvegin veit stovnurin at siga, at úr­slitið hjá íslendskum og føroyskum framleiðarum er nógv betur enn hjá teimum norsku. Fleiri orsøkir Granskararnir, Bjørn Inge Bendiksen og Sjúrður Joen­ sen, sum starvast hjá Fiske­ ri­forsk­ning, vísa á fleiri or­søkir sum gera, at norsk­ ur saltfiskur hevur so lágan prís. - Ein orsøk er, at dygdin á fiskinum í Noregi er verri av skaðum frá reiðskapi og handfaring umborð á skip­ um, sigur Sjúrður Joen­sen. Í Íslandi og Føroyum verða eisini hættir nýttir, sum gera fiskin meira trivaligan við størri vætuinnihaldi sam­an­ borið við fisk, sum verður virkaður á traditionellan hátt í Noregi. Fiskeriforskning veit at siga, at saltfiskaídnaðurin í Føroyum burtur av brúkar maskinur við nálum, sum spræna saltlaka í kjøtið á fiskinum. Hetta gevur eina eina betri framleiðslu. Í Ís­landi brúka teir eisini nálir til spræning og kør fylt við saltlaka, sum fiskurin verður lagdur í. - Hetta eru hættir, sum verða lítið nýttir í Noregi, sigur Sjúrður Joensen. Meira átiligur Tað kann tykjast paradoksalt, at saltfiskur við meira vatni selir betri enn fiskur, sum er virkaður á traditionellan hátt við minni vætu, men líkt er til, at marknaðurin heldur vil hava føroysku- og íslendsku vørurnar. - Kjøtið í fiskinum gerst meira trivaligt, fær ein ljós­ ari lit og sær meira átiligt út. Jú, meira væta, merkir eis­ini størri inntøka, tí fiska­ vørurnar viga meira, vísir Sjúrður Joensen á. Kanningar, sum Fiskeri­ forskning hevur gjørt, stað­ festa eisini, at saltfiskur virk­aður við sproytulaka gevur eina betri dygd enn fiskur, sum verður virkaður á traditionellan hátt. Betri fiskur Framleiðarar í Íslandi og Før­oyum hava eisini í størri mun lagt dent á at skilja fisk­in eftir dygd soleiðis, at viðskiftafólkini vita, hvat tey keypa. Í Noregi er hinvegin vanligt at blanda saman góðan og ringan fisk, og tað ger, at norskur saltfiskur hevur trup­u lt við at standa seg í kappingini á marknaðum, sum eru bevístir um dygd, skrivar Fiskeriforskning. Altjóða kapping um skynsamar veiðihættir Saltfiskur: Føroyingar og íslendingar fáa nógv betri prís enn norðmenn Saltfiskur er ikki bara saltfiskur. Tað noyðast norðmenn at ásanna Nógvir saltfiskafram­leiðarar eru í Føroyum, og millum kendastu virkini er virkið hjá Faroe Seafood á Toftum og Vaðhorn Seafood á Strondum Mynd: Vilmund Jacobsen