mikudagur 30. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggju fíggingartil
boðini kunnu væl fáa
eina positiva ávirkan
á samfelagsbúskapin.
Fólk fáa fleiri pengar
um hendi, og tí kann
nýtslan hjá flestu
húsarhaldum økjast.
Men tað verða fyrst
og fremst tey, sum
longu hava sett
búgv, sum koma
at merkja positivu
árinini, heldur limur í
Búskapar
Bústaðarfígging
Jákup Mørk
Tað var ein, tað vóru tveir,
síðani tríggir og nú fýra.
Næstan í somu takt sum
børnini, ið fóru á súkklutúr í
sanginum hjá Kulum Rótum
eru peningastovnarnir kom
nir hvør um annan við láns
tilboðum, sum at kalla hava
tikið botnin undan húsaláns
rentuni. Seinast við Norðoya
Sparikassa, sum bjóðar set
húsafígging við bert 3,45%
í rentu. Ein mest sum óhoyrt
lág renta.
Kundin fær
fleiri pengar
Fyrst og fremst, so er hetta
væl nakað, sum kemur kund
unum hjá bankunum til góð
ar. Einamest teimum, sum
fyri stuttum hava sett búgv,
og sum tí hava stórar láni
byrðar. Hesi koma nú at hava
fleiri pengar um hendi, og
alt eftir, hvussu nýtslan av
hesum verður, kann hetta fáa
eina lutfalsliga stóra ávirkan
á búskapin.
Tað tykist tó ikki vera nak
að greitt svar um, hvussu slík
ar broytingar vilja ávirka før
oyska búskapin, sigur Una
Joensen, búskaparfrøðingur
og limur í formansskapinum
í Búskaparráðnum.
- Fyrst og fremst, so vil
eg siga, at tað er positivt við
øktari kapping á sethúsaláns-
marknaðinum. Ein kapping,
sum helst byrjaði við átakin
um hjá Suðuroyar Sparikassa
herfyri. Hetta er gott fyri
kundarnar, tí teir nú hava ein
fleiri vørur at velja ímillum
fyri ein bíligari pening. Sjálv
kenni eg ikki fíggjarmarknað
irnar í grannalondum okkara
út í æsir, men soleiðis sum
rákið hevur verið, so var tað
væl bara ein spurningur um
tíð, áðrenn hetta eisini kom
til Føroya, heldur hon.
- Men skal tosast um ávirk
an, so er tað trupult at geva
nakað eintýðugt svar. Eina
mest, tí hetta er ein nýggj
støða her í Føroyum, og at vit
tí ikki hava nakra simulering
av, hvussu brúkarin ber seg
at. Tí kann eg bara siga, hvør
mín meting er av hesum.
Og hvør er so hon?
- Tað er sjálvandi ymsikt,
hvussu fólk velja at nýta
nýggja møguleikan. Summi
vilja nokk brúka »tann gamla
føroyska hugsunarháttin«
við at gjalda enn meira nið
ur. Men sjálv rokni eg við,
at tað verða fleiri, sum nýta
møguleikan at fáa sær ein
gjaldsskáa. Og kanska eisini
leingja verandi lán. Tað vil
so eisini viðføra, at lántak
ararnir vilja hava meira pen
ing um hendi, og harvið vil
nýtslan økjast. Og hetta vil
hava eina positvia ávirkan á
samfelagsbúskapin, tí aktivi
teturin økist.
- Samstundis er talan
um at javna privatnýtsluna
yvir eitt longri tíðiarskeið.
Lagt verður upp til, at eitt
nú barnafamiljur kunnu fáa
eina størri nýtslu nú, fyri
so at rinda peningin aftur
seinni. Hartil er tað vorðið
alt meira vanligt við eftir
lønaruppsparingum, og tí
verður tað ikki eins aktuelt
at »spara« upp í húsum.
Hægri sethúsaprísir
Flestu lutir hava tó tvær síð
ur. Og Una ásannar eisini,
at ein avleiðing av betraðu
lánimøguleikunum
væl
kann gerast ein hægri set
húsamarknaður.
- Nú kenni eg ikki sethúsa
marknaðin serstakliga væl.
Men uppførir hesin seg á
sama hátt, sum marknaðir
vanliga gera, so vil hetta
bera hægri sethúsaprísir
við sær. Í tann mun hetta
hendir, so vera tað núver
andi sethúsaeigarar, ið fáa
mest burturúr hesum. Tey, ið
skulu selja, fáa hægri prís,
meðan tey sum velja at verða
búgvandi í sínum húsum,
koma at sita bíligari. Tey sum
skulu út á henda marknaðin
fyri fyrstu ferð, vilja ikki fáa
eins stóran ágóða av hesum
- um prísirnir altso hækka.
Kann blíva politiskt
Eitt av politisku amboðun
um, sum hava verið nýtt
her á landi, er lógin um
rentustuðul. Ein lóg, sum
betrar munandi um møgu
leikarnar at seta føtur undir
egið borð.
Broytta sethúsafíggingin
kann tó eisini ávirka hesa
lóg. Men tað er ikki einvíst,
hvønn veg broytingin fer at
venda, vísir Una á.
- Í sjálvur sær vil ein
rentulækking minka um
rentustuðulin, tí hesin er jú
fastur brotpartur av rentuni.
Hinvegin verður nú eisini
lagt upp til avdráttarskáar,
og tað vil bera eina longda
afturgjaldstíð við sær. Og
so kann samlaða rentan væl
gerast hægri.
Um so er. Kann tað so
hugsast, at Búskaparráðið
fer at mæla til eina avtøku
ella lækking av rentustuðul
inum?
- Avdráttarskáarnir leggja
jú upp til, at lántakarar
kunnu nýta pengarnar til
annað enn bara húsini. Tí
kanst tú kanska rópa hetta
fyri eitt slag av nýtsluláni,
og so er tað jú relevant frá
politiskari síðu, um tað er
rætt at lata rentustuðul til
innbúgv, uttanlandsferðir
og annað.
- Eg skal tó leggja afturat,
Búskaparráðið ikki hevur
viðgjørt hesi viðurskifti.
Framtíðin er jú óviss, men
um tað heldur fram, skal eitt
nýtt ráð veljast 1. janaur, og
so er tað upp til tað ráðið
at avgera, staðfestir Una at
enda.
Norðoyingar
raktu botnin
Norðoya Sparikassi setti
helst føroyskt met, tá teir
mánadagin svaraðu aftur
upp á rentulækkingarnar
hjá hinum fíggjarstovn
unum.
Úr 4,25% í 3,45%
fyrsta veðrætt. Og rent
an á øðrum veðrætti fer
úr 6,75% niður í 5,45%.
Tað var kontanta svarið,
sum væl kann hugsast
at seta enn meira ferð
á gongdina við rentu
lækkingunum. Til sam
metingar kann sigast, at
hægsta innlánsrentan hjá
Norðoyar Sparikassa er
3,50%. Altso hægri enn
lægsta útlánsrentan.
Lítið man vera at ivast
í, at tað ikki fer at ganga
so long tíð, har rentu
munurin millum ymsu
peningastovnarnir er
somikið stórur, sum hann
er við hesum stiginum
hjá Sparikassanum. So
er spurningurin bara,
hvørt avleiðingin verður
enn ein rentulækking frá
teimum stóru, ella um
norðoyingarnir aftur
hækka rentuna seinni.
mørk
Niðurr ingdir
Sum skilst, so eru tað
heilt nógv viðskiftafólk,
sum hava ringt til pen
ingastovnarnar, síðani
rentulækkingarnar
vórðu kunngjørdar sein
asta hósdag.
Somikið nógv hevur
staðið á, at kundaráð
gevarnir hava verið
noyddir at geva við
skiftafólkunum ávísa
tíð at koma til sam
røður. Og síðani hósdag
in hava mest sum allir
kundaráðgevarnir verið
fult bookaðir, skilst úr
peningastovnunum.
-mørk
Rentulækking setur ferð
á búskaparhjólini
Fyrst og fremst, so merkja nýggju fíggingartilboðini,
at kundin fær meira pening um hendi. Men Una
Joensen vil ikki so fegin geva nakað ítøkiligt boð,
hvussu hetta fer at ávirka nýtslumynstrið. Ein
avleiðing kann tó væl verða, at sethúsamarknaðurin
fer at hækka
19
Nr. 230 - 30. november 2005