Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur, ið starvast sum granskari innan veiðitøkni, heldur, at eitt av endamálunum við føroyskari gransking má vera at sleppa upp í part í altjóða høpi og á henda hátt fáa atgongd til vitan, útgerð og fígging, sum annars ikki er atkomilig Gransking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Granskingarkjarnin innan veiðitøkni: Verður nú partur av stórari ES- verkætlan Fiskirann­sóknar­ stov­an eigur ein hóp av taltilfari, sum er savnað inn gjøgnum tíðina. Seinastu ár­ini er eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at umskipa innsavnaðu hagtølini í nýggjar dátugrunnar. Hesir grunnar geva hópin av møgu­ leik­um til kann­ ingar av ymiskum viðurskiftum, sum annars kundu verið torfør at kanna, um tølini ikki vórðu skipað Hagtøl Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið talan er um menniskju, verður mangan havt á lofti, at munur ikki má gerast á kynunum. Hinvegin eru mun­ irnir á kynunum fleiri, eitt nú á miðalhædd og miðalaldri. Hjá fiski ber ikki til at skera yvir ein kamb. Kvenntoskur er størri enn kalltoskur, men eingin munur er á kvenn-og kallupsa. Nógv taltilfar Regin Reinert, hagfrøðingur, veit at siga, at hópur av tal­ til­fari er savnað inn á Fiski­ rannsóknarstovuni gjøgnum tíðina, og seinastu árini er eitt miðvíst arbeiði farið fram til tess at umskipa inn­ savnaðu hagtølini í nýggjar dátugrunnar. - Hesir dátugrunnar geva – umframt at vera grundarlagið undir stovnsmetingunum – hópin av møguleikum til at kanna ymisk viðurskifti, sum annars ofta eru torfør at kanna, um tølini ikki eru væl skipað. Hann vísir á, at ein av dátugrunnunum er tann, sum nevnist ”Magnus-dátu­ grunnurin”. Í hesum grunni liggja nágreiniliga uppgjørd veiðitøl hjá Magnusi Heina­ syni. - Øll veiðan er skrásett – nær, hvar og hvussu nógv av hvørjum fiskaslagi. Royndir eru tiknar av veiðini, har longd, vekt, aldur, kyn og annað eru skrásett fyri hvønn fiskin sær. Á summum túrum er eisini magainnihaldið hjá fiski skrásett niður í minstu smálutir. Fiskasløgini Regin Reinert veit at siga, at tilsamans eru 107 ymisk fiskaskløg við í grunninum, harav nógv ymisk fiskasløg, sum flestu fólk ongantíð hava hoyrt um. - Hvør kennir eitt nú kik­ ara­fisk, gestfiskin ella snípu­ állin? spyr hann og vísir á, at hetta eru alt fiskasløg, sum Magnus Heinason hevur fingið á rannsóknartúrum í føroyskum sjógvi. Hann vísir á, at um fólk eru áhugaði, kunnu tey vitja heimasíðuna hjá Fiski­ rannsóknarstovuni og leita eftir nevndu fiska­sløgum á síðuni við fiskanøvnum. - Tá ið skrásetingarnar liggja væl skipaðar, sum tær gera í Magnus-dátu­grunn­ inum, er laga manni at gera eksplorativar data­analysur, nevniliga at leita eftir fyri­ brigdum, sum kunnu stað­ festast hagfrøðiliga út frá ávísum talgrundarlagi. Ikki eins Regin Reinert vísir á, at millum menniskju er eitt nú stórur munur á miðalhæddini hjá kvinnum og monnum, og somuleiðis gerast konufólk eldri enn mannfólk. - Men hvussu er so við fiskinum, spyr hann, eitt nú toski, hýsu og upsa? Hann sigur, at hesir spurn­ ingar eru lættir at svara, tá ið ein góður dátugrunnur, sum Magnus-dátugrunnurin, er til taks. - Týðiligur longdarmunur er millum kall-og kvenn­tosk­ in, men eingin munur er á kall-og kvennupsa. Regin vísir á, at kvenntoskur gerst bæði longri og eldri enn kalltoskur, og jú eldri toskurin verður, tess størri er longdarmunurin millum kvenn-og kallfiskin. - Hinvegin er eingin mun­ur á longdini á kall-og kvennupsa – líka mikið, hvussu gamal fiskurin verð­ ur. Kvennhýsan gerst longri enn kallhýsan, og longd­ armunurin gerst størri við aldrinum, men kallfiskurin livir longri. Magainnihaldið Sum nevnt, so hevur Fiski­ rannsóknarstovan eisini skrá­ sett magainnihaldið. - Samanlagt eru um­leið 16.000 magar kann­að­ir um­borð á Magnusi Heina­ syni, 6.000 toskamagar, 5.500 hýsu­magar, 4.000 upsa­magar og 500 aðrir magar. Regin Reinert vísir á, at kvenntoskurin etur munandi meira enn kalltoskurin. - Tað sæst, at kvenntoskurin etur munandi meira enn kalltoskurin, og soleiðis er gott samsvar millum úrslitini frá magakanningunum og vektkanningunum, sig­ur hag­ frøðingurin, Reg­in Reinert á Fiski­rann­sóknarstovuni. Kvenntoskur gerst bæ›i longri og eldri enn kalltoskur - og kvenntoskurin etur eisini nógv meira, vísa hagtøl, sum Fiskirann­sóknarstovan eigur Mynd: Vilmund Jacobsen Kvenntoskur gerst longri og eld Tað var á hesum fu tá var samskipari, Fiskimálaráðið hev Nr. 230 - 30. november 2005 20