Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Toskur má blóðgast stutt eftir, at hann er komin inn á dekkið, um hetta ikki skal ganga útyvir dygdina á fiskinum. Í dag veiða stóru og effektivu skipini so nógvan fisk upp á stutta tíð, at eingin møguleiki er at blóðga fisk­ in, sum tískil missir inntøkur á marknaðinum Blóðging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kjak um blóðging er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Før­ oyum, minni enn so. Flestu, sum fáast við fisk, vita, hvønn týdning tað hevur, at fiskur verður blóðgaður, meðan hann enn er livandi. Kanning Í blaðnum hjá Fiskeri­forsk­ ning í Noregi herfyri er ein grein um týdningin av, at fiskurin verður blóðgaður livandi. Víst verður á, at nógv skip eru so stór og effektiv í dag, at manningin hevur smáar møguleikar at blóðga fiskin. Avleiðingarnar eru, at hvíta fiskakjøtið verður reydligt á liti, og tá kann fiskurin ikki seljast á mark­ naðum, sum gjalda mest fyri fiskavørurnar. Fiskeriforskning hev­ur gjørt eina røð av kann­ ingum av teimum blóðg­ ingarhættum, sum í dag eru vanligir umborð á skip­um. - Kanningarnar vísa, at fiskur, sum er tikin við snurriváð, eigur at verða blóðgaður í seinasta lagi 30 minuttir eftir, at hann er komin inn á dekkið - og ikki seinni enn ein tíma eftir, sigur granskarin, Leif Akse. Hann vísir á, at blóðg­ ingin merkir, at tær stóru blóðæðrarnar í strupanum verða skornar av, soleiðis at blóðið rennur út. Rennandi sjógvur Kanningarnar vísa, at besti hátturin fyri at varð­ veita hvíta litin í fiska­ kjøtinum er at blóðga fisk­in og síðan lata hann bløða út í rennandi sjógvi í minsta lagi ein hálvan tíma, áðrenn hann verður kruvdur. Kanningarnar vísa eis­ ini, at verður fiskurin kruvdur beinanvegin – og áðrenn hann yvirhøvur er blóðgaður, bløðir hann minni. - Skipini eiga at hava útbúnað sum ger tað møgu­ ligt at blóðga og lata fiskin bløða út í sjógvi – so hvørt, sum fiskurin kemur inn á dekkið. Ikki prógvað Granskarin vísir á, at umborð á nøkrum skip­ um halda menn, at fisk­ ur­in bløðir væl út, um hann verður kruvdur bein­ anvegin og síðan koyrdur í rennandi saltvatn. - Men hetta er higartil ikki prógvað, sigur gransk­ arin, sum heldur, at neyvari kanningar mugu gerast av hesum. Teir, sum hava fíggjað kanningararbeiðið hjá Fiskeri­forsk­ning, eru Fiske­ ri-og Hav­bruks­næringens Forskningsfond í Noregi og Norges Råfisklag. Blóð í fiski merkir mistar inntøkur Kanningar hjás Fiskeriforskning í Noregi vísa, at verður fiskur kruvdur beinanvegin – og áðrenn hann yvirhøvur er blóðgaður, bløðir hann minni Mynd: Rógvi Mouritsen Granskingarkjarnin inn­an veiðitøkni, sum Fiski­mála­ ráðið setti á stovn, verður nú partur av eini stórari ES- verkætlan, sum byrjar fyrst í komandi ári. Tað veit Bjarti Thomsen, fiskifrøðingur og granskari innan veiðitøkni, at siga. Havbotnurin - Í einum av sínum gransk­ ing­arætlanum setti ES 15 miljónir krónur av til at menna fiskireiðskap, so­leið­ is at minkast kann um ávirk­ anina á havbotnin og tað, sum har livir. Bjarti veit at siga, at gransk­arar úr fleiri londum í Evropu skulu tey næstu stívliga trý árini arbeiða saman um at menna tílíkan reiðskap og fiskitøkni. - Ætlanin er í fyrsta lagi at menna tóv-reiðskap, eitt nú vanligu botntrolini, bumm- trol og skeljadregg. Granskarin vísir á, at før­oyska luttøkan kemur at snúgva seg um botntrol, har ætlanin í størstan mun er at arbeiða við nýggjum trol­grunnum – og at fáa trol­ lemmarnar upp frá botni. - Fiskirannsóknarstovan gjørdi í fleiri ár royndir við einum ”rullandi” trolgrunni eftir hugskoti frá Líggjasi Hansen, sála, og hetta ar­beiði verður eisini við í nýggju ES-verkætlanini. Samstarv Bjarti Thomsen sigur, at føroyingar ikki uttan víðari kunnu verða partur av og fáa fígging í samband við eina ES-verkætlan. - Fyri at loysa henda trupul­ leika sam­starvar Fiski­rann­ sókn­ar­stovan í hesi verk­ætl­ an við danskar granskarar. Hann sigur, at av teimum 15 miljónum krónunum, sum ES hevur sett av, fær danski hópurin 1,3 miljónur krónur, harav føroyingar fáa 305.000 krónur í sín part. Bjarti Thomsen sigur, at verkætlanin hevur fing­ið heitið, ”DEGREE”, sum er ein stytting fyri ”Deve­ lopment of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment. Atgongdin - Verkætlanin byrjar fyrst í komandi ári, og granskarin heldur avgjørt, at eitt av endamálunum við føroyskari gransking má vera at sleppa upp í part í altjóða høpi og á henda hátt fáa atgongd til vitan, útgerð og fígging, sum annars ikki er atkomilig. dri enn kalltoskur undinum, at Ásmundur Guðjónsson, sum greiddi frá granskingarkjarnunum, sum vði avgjørt at seta á stovn Mynd: Vilmund Jacobsen Nr. 230 - 30. november 2005 21