Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ensku myndug­leik­ arnir hava góðkent útbygg ingarætlan fyri Chestnut feltið í enskum øki, sum Atlantic Petroleum er partur av Tíðindaskriv P/F Atlantic Petroleum hev­ ur, saman við Venture Pro­ duction og Bow Valley, fingið góðkenning frá Department of Trade and Industry (enska vinnumálaráðnum) til at útbyggja Chestnut feltið, ið liggur í teigi 22/2a í enskum øki. Atlantic Petroleum eigur 15% í loyvinum. Chestnut verður útbygt við einum flótandi fram­ leiðslupalli, SSP300, ið norska felagið Sevan Marine eigur. Hetta er eitt nyýtt slag av framleiðslupalli, ið eftir ætlan fer til verka á Chestnut í 3. ársfjórðingi 2007. Mett er at millum seks og nýggju milliónir tunnur av olju kunnu útvinnast úr feltinum, og verður fyrsta framleiðsla síðst í 2007. Av hesum er parturin hjá At­lantic Petroleum millum 900.000 og 1.350.000 tunn­ur. Dagliga f r a m l e i ð s l a n verður við byrjan umleið 1.400 tunnur um dagin til Atlantic Petroleum. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum: “Vit eru sera fegin um at hava fingið góðkenning til at útbyggja Chestnut feltið. Hetta er fyrsta útbygging, ið Atlantic Petroleum luttekur í, og tí er góðkenningin eis­­ini ein hornasteinur í søgu felagsins. Somuleiðis er góðkenningin søgulig fyri oljuframleiðslu í Norð­ sjónum, av tí at Chestnut er eitt tað minsta sjálvstøðuga feltið, ið higartil verður út­­­bygt í Norðsjónum. Út­ byggingin av Chestnut pass­ ar væl til vinnuætlanina hjá Atlantic Petroleum, sum er at luttaka í útbyggingum av minni feltum í Norð­sjó­num. Við at nýta flótandi fram­ leiðslupallin SSP300 hava luttakandi feløgini í Chestnut valt eina útbyggingarloysn ið er nýhugsandi og minni kostnaðarmikil enn higartil nýttar loysnir.” Atlantic Petroleum kann framleiða olju í Norðsjónum Um loyvið: • Luttøkufeløgini í Chestnut feltinum eru: - Venture Production plc (Operator) - 69,875% - Bow Valley Petroleum (UK) Limited - 15,125% - Atlantic Petroleum UK Limited - 15,000% • Chestnut feltið liggur í teigi 22/2a í enskum øki, umleið 13 km frá Alba feltinum. • Chestnut feltið varð funnið í 1986, og liggur kolvetnis­ berandi fláin á umleið 7,000 føtur dýpi. Fleiri avmarkingarbrunnar eru boraðir, og í 2001 vóru umleið 1 milliónir tunnur av olju royndarframleiddar úr feltinum. Við hesi royndar­framleiðslu kundi staðfestast nærri hvussu stórar nøgdir av olju kunnu útvinnast úr feltinum. Sum liður í útbyggingini av Chestnut skal ein nýggjur vatn- innspræningar­brunnur borast í næstum. Slóðbrótandi pallur • Sevan Marine ASA er eitt felag ið arbeiðir við ný hugsandi loysnum til frálanda- vinnuna. Felagið hevur ment ein ný ggjan og einfaldari framleiðslupall – SSP300 (Sevan Stabilized Platform) • SSP300 pallurin ið samtakið hevur leiga til Chestnut feltið er nummar tvey pallur, ið Sevan Marine letur byggja. Hin fyrri er útleigaður til Brasilianska oljufelagið Petrobras S.A. til Piranema oljufeltið í Brasilianskum havøki. Hesin pallur fer væntandi í framleiðslu mitt í 2006. Um Atlantic Petroleum Atlantic Petroleum luttekur í løtuni í oljuleiting í føroyskum øki, og í leiting og útbygging í enskum øki. Felagið er skrásett á íslendska keypsskálanum (ICEX), við skrásetingarstavunum FO-ATLA. Teigur Navn AP ognarpartur % Fyristøðufelag Føroyar: 6005/20,25 & 6004/16 Marjun 0,100 (Optión til 5,000) Amerada Hess Føroyar: 6103/7,8,11,12,13,17 013 40,000 Geysir Petroleum Føroyar: 6104/9,10,14 014 40,000 Geysir Petroleum UK: 204/21 P.1027 1,000 (Optión til 2,500) BG UK: 204/16 & 176/20 P.1029 1.000 (Optión til 2,500) Amerada Hess UK: 15/21a,b,c Perth 3,750 Nexen UK: 20/02 & 20/3 Ettrick 8,269/11,0025 Nexen UK: P.099 110/14d & c West Lennox/Crosby 25,000 Challenger Minerals UK: 22/02 Chestnut 15,000 Venture Wilhelm Petersen, stjóra 22 Nr. 230 - 30. november 2005