Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 30. november 2005 23 Stanley Samuelsen hevur givið nýggja fløgu út, ið nevnist Sól og Regn Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Stanley Samuelsen er aftur fløgutøkur og hesaferð eitur fløgan Sól og Regn. Tá hann fyri nøkrum árum síðani gav út fløguna “Um eg kundi kvøðið”, gjørdist hon væl umtókt og fleiri hava óivað bíðað eftir næsta útspælinum. Sagt verður um fløguna, at her ein norðurlendskur grundtóni av nútíð og tíðar­ loysi. Sól og regn eru eisini grundleggjandi lívstreytir og eru lívstreytirnar tráðurin, ið bindur tey 14 løgini saman. Stig Kreutzfeldt hevur ver­ið tónleikaligur fram­ leiðslustjóri og Tutl gevur út. Stanley hevur sjálvur gjørt flestu av løgunum og eigur eisini orð. Aðrir yrkjarar, ið eru á fløguni, eru Viggo Johannessen. Mikkjal á Ryggi, Chr. Matras og Andr­as Samuelsen. Flestu sangirnir eru á føroyskum, men einstakir eru á donskum, svenskum og enskum. Úrvals tónleikarar Tónleikararnir á fløguni eru royndir. Stanley spælir allar guitarar. Gert Smedegaard spælir trummur og Knut Hen­ riksen bass. Báðir eru kendir á danska pallinum og hava spælt við m.ø. CV Jørgensen, Rugsted & Kreutzfeldt og Cornelis Vreswijk. Claus Christensen spælir tangentar, mandolin og banjo, harmoniku og annað og Stig Kreutzfeldt spælir m.a. tangentar. Guðrun Sólja Jacobsen setir eisini dám á fløguna við kórsangi. Íblástur til orð og løg já Stanley kemur úr føroyskum umhvørvi og íblástur frá stóru guitarhetjunum í seksti- og sjeytiárunum er eisini til staðar, verður sagt í tíðindaskrivi. Teksthefti er við fløguni við øllum tekstum og har er eisini ein stutt lýsing á enskum av yrkingunum. Lesið -so eru tit við! Stanley við nýggjari fløgu