mikudagur 30. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Triðja árið á rað er
ein Lamborghini er
kosin “The World´s
Most Beautyfull Car
2005”. Hesaferð varð
tað Gallardo Spyder,
sum fekk hendan
heiður. Bilurin hevur
V10 motor við 520 hk
og eini toppferð upp á
yvir 300 km/t
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað var ein altjóða dóms
nevnd, ið valdi Lamborghini
Gallardo Spyder til heimsins
flottasta bilmodell í 2005.
Hvat fólk halda vera flott
valdast eyguni sum síggja.
Tað er ikki altíð at bilar við
tí nýggjasta og smartasta
designinum verða best mót
tiknir, tá teir koma á markn
aðin. Tað er helst orsøkin til,
at flestu bilmodellini líkjast
hvørjum øðrum - fyri ikki at
stoyta kundarnar.
Men italsku Lamborghini
mugu hava rakt plett við
sínum designi, tá teir eru
kosnir “The World´s Most
Beautyfull Car” trý ár á rað.
Lamborghini hava síðan 1998
hoyrt til VW-konsernina, har
teir eru undir Audi-Group,
saman við Seat. Ein av
designstjórunum er Walter
de Silva, sum ein kendur bil
designari í heimsklassa.
Lamborghini Gallardo
Spyder er júst nú komin á
marknaðin. Bilurin er ein
cabriolet útgáva av Gallardo
SE. Talan er um ein bil við
V10 motori við 520 hk, ið
koyrir frá 0-100 km/t upp
á 4,3 sek. og toppferðin er
314 km/t. Karossaríið er
gjørt úr aluminium, og koyri
eginleikarnir eru nakað heilt
fyri seg.
Lamborghini Gallardo er
mest selda bilmodell í søg
uni hjá Lamborghini. Upp á
tvey ár eru seldir ikki minni
enn 3.000 Gallardo (inni
lokaðir), av hesum eru 14
seldir í Danmark, har ein
slíkur bilur kostar um 3,5
milliónir krónur. Tann dýrasti
Lamborghini Murciélago
V12 kostar yvir 5,5 milliónir
krónur í Danmark.
Lamborghini Gallardo Spyder:
Heimsins flottasta bilmodell
Nr. 230 • mikudagur • 30. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Soleiðis sær
ein ektaður
sportsbilur út
innan. Gallardo
er eins flottur
innan, har
tað mesta er
hondgjørt
í allarbesta
kvaliteti
Lamborghini Gallardo Spyder er
kosin heimsins flottasti bilur í 2005
Stórar kølirivur aftan til V10
motorurin við 520 hk
Lamborghini Gallardo SE (Special Edition) er so gott sum sami
bilur sum Spyder, men hesin er innilokaður. Designið er ikki
minni flott