Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 30. november 2005 25 Hýruvognarnir í London, teir so­nevndu London Taxi, eru eitt sereyð­ kenni fyri enska høvuðsstaðin. Før­ ar­arnir á hesum hýru­vognum skulu taka eina tvey ára útbúgving, ið kann í stødd sammetast við eina bachelorgrad Hýruvognar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo London Taxi eru eitt ser­­eyð­­ kenni fyri enska høv­uðs­ stað­in, sum t.d. dupult­dekk­ ararnir og Big Ben. Síðan 1930 hava hesir London Taxi verið gjørdir í Onglandi av ávikavist Morris, Beardmore, Winchester og Austin. Best kendir eru Austin FX3 og FX4. London er ein av heim­sins størstu býum, og hýru­vogns­ førarnir har eru kendir fyri sínar dygdir við at finna veg. Allir nýggir hýruvogns­ førarar skulu upp til eina próv­tøku, sum nevndist “The Knowledge”. Teir skulu í prinsippinum kenna allar adressur í býnum í ein radius upp á 9 kilometrar frá miðbýnum og klára at finna stytsta veg til ein hóp av til­ vildarliga valdum adressum og kendum støðum. Eisini skulu teir duga minst 400 adressur uttanat. Útbúgving tekur tvey ár og kann í stødd sammetast við eina bache­ lorgrad. London Taxi: Tvey ára útbúgving sum hýruvognsførari Eftir at fleiri ung fólk vóru deyð í álv­ars­ligum ferðslu­ vanlukkum í Donsku kommununi Ejby á Fyn, vórðu stig tikin til at minka um talið av deyðsvanlukkunum í ferðsluni - við sera góðum úrsliti Ferðslutrygd Fyri 4 - 5 árum síðani doyðu fleiri ung í fleiri sera álv­ar­ somum ferðslu­van­lukkum í donsku komm­ununi Ej­by á Fyn. Og hag­tølini vístu, at varð onki gjørt fyri at venda gongdini, so fóru alsamt fleiri ung at doyggja í ferðsluvanlukkum í Ejby kommunu. Fyri at fáa bøtt um hesa álvarsomu støðu vóru stig tikin til at fáa vent gongdini. M.a. varð farið undir eitt átak, sum fekk navnið SPEED­BUSTERS. Átakið SPEEDBUSTERS var beinleiðis vent ímóti teim­ um ungu í Ej­by kommunu. Men tað, sum var serligt við átakinum var, at tey ungu millum 18 og 24 ár skuldu eisini sjálvi hava ein virknan leiklut í átakinum. Tað vil siga, at samstundis sum tey ungu millum 18 og 24 vóru málbólkur, skuldu tey eisini hava ein virknan leiklut í átakinum; - tey ungu skuldu soleiðis ikki einans vera móttakarar, men í eins stóran mun ein berandi part­ ur í átakinum. Nógva ferðin um drepur Endamálið við átakinum SPEEDBUSTERS var í fyrsta lagi at minka um talið av deyðsvanlukkum í ferðsl­ uni. Harumframt varð miðað eftir, at fáa eina broyting í hug­burðinum, tá talan var um ta nógvu ferðina í ferðsluni. Seinni parturin av endamálinum var soleiðis eisini ein ásannan, - at tað er tann nógva ferðin, sum drepur. Farið varð undir átakið SPEEDBUSTERS í 2001. Tá varð sam­stundis gjørt av, at ar­beið­ast skuldi mið­­­víst við átak­­in­­um fram til summ­­­ar­ið 2005. Og nú kem­ur sól­skins­­søgan: Sein­astu 4 árini er ongin ungur í aldurs­­bólk­i­num 18 og 24 ár deyður í ferðslu­ van­lukku í Ejby komm­unu. Og hag­tølini vísa eisini, at ferðslu­van­lukkur har ung - á einhvønn hátt - eru við í ferðslu­van­lukk­um er fallið við 36 pro­sentum. Áðrenn farið varð undir átakið varð gjørt av at hava eitt logo/symbol, sum skuldi minna øll á hetta álvarsama átak. Symbolið, sum bleiv valt, var ein rund ferðslutalvu við einum líggja innaní. So líggin var í hesum sambandi valdur at vera symbol fyri deyðsvandan, sum er knýttur at bilferðsluni. Stóra og góða ávirkan Ein partur av átakinum var, at tey ungu í kommununi á hvørj­um ári vóru boðin til ein serligan ferðsludag. Henda dagin sluppu tey m.a. at royna og menna sín koyri­førleika. Ein annar part­ ur hevur verið, at tey ungu sjálvi hava fyrireikað fyri­ byrgjandi ferðslutiltøk Og skipað hevur eisini ver­ ið fyri mongum ymiskum øðr­ um tiltøkum, sum hava havt til endamáls at bøta um ferðslu­trygdina í komm­ un­uni, t.d. hava verið reglu­ lig til­tøk har tey ungu hava møtt fólki, sum hava fingið álvars­ligt mein í ferðslu­van­ lukku. Í eftirmetingunum verð­­ ur sagt, at átakið SPEED­ BUSTERS hevur havt stóra og góða ávirkan á mong viðurskifti. Sagt verður, at borgararnir í kommununi eru samdir um, at tey í dag generelt eru nógv tryggari, og at tey ungu ikki longur koyra ábyrgdarleyst við ov stórari ferð í kommununi Men tað mest áhugaverda við SPEEDBUSTERS er helst, at tað ber til at fáa tey ungu at átaka sær ein virk­nan leik­lut fyri at bøta um ferðslu­ trygdina. Og tað er helst eisini tað mest áhugaverda, tá vit hugsa um okkara egnu ferðslutrupulleikar. Les meira: http://www. speedbusters.dk/Default. asp?ID=53 Kelda: ferðslutrygd.fo Speedbusters - ein sólskinssøga Átakið SPEEDBUSTERS er ein sólksinssøga. Seinastu 4 árini er ongin ungur í aldursbólkinum 18 og 24 ár deyður í ferðsluvanlukku í Ejby kommunu Symbolið fyri SPEED­ BUSTERS var ein rund ferðslutalvu við einum líggja innaní. Líggin var í hesum sambandi eitt symbol fyri deyðsvandan, sum er knýttur at bilferðsluni