Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 30. november 2005 27 Nr. 230 • mikudagur • 30. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ungur runavíkingur á Skála Á heimasíðu sínari, www. skalaif.fo hevur Skála boðað frá, at teir hava gjørt sáttmála við 19 ára gamla Debus Danielsen, sum annars hevur spælt við NSÍ higartil. Debus hevur í fleiri ár verið partur av føroysku U-landsliðunum, og seinastu tvey árini hevur hann altso eisini gjørt um seg á besta liðnum hjá NSÍ. Á vøllinum megnar hann at dekka flestu fram­ rættaðu plássini. Hóast tað ikki verður sagt frá nakrari eyðmerking til spælaran, so er upplagt, at venjarin fyrst og fremst ætlar at nýta hann á vinstra miðvallarborði, eftir at felagið fyri stuttum misti Hanus Thorleifsson til B36. -mørk Kári Hansen til B68 Toftamenn hava á heima­ síðuni boðað frá, at teir hava gjørt sáttmála við Kára Hansen, sum annars hevur spælt við NSÍ Kári Hansen er 29 ára gamal, og harðføri spælarin kann nýtast um allan verjukenda partin av vøllinum. Tó hevur tað fyri tað nógva verið á sentrala miðvøllinum, at hann hevur spælt hjá NSÍ. Sáttmálin millum part­ ar­nar er galdandi í eitt ár. Nýtt 5- mannafar til Argir Nógv verður lagt fyri, nú Argja Róðrafelag brynjar seg til komandi kappróðrarárið. Við heimasíðuna hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo, sigur formaðurin í felagnum, Frói Ó. Olsen, at venj­ing­­ arumstøðurnar í neyst­ in­um verða betraðar. Høl­ini sjálvi eru víðkað nakað, umframt at tvær nýggjar rógvimaskinur eru fingnar til vega. Hartil fær felagið nú eisini nýtt 5-mannafar. Tað er Sámal Hansen, sum hevur smiðað hetta, og ætlandi verður tað latið nýggju eigarunum í apríl mánaði. Mánakvøldið varð almannakunngjørt, hvør er ársins leikari í Evropa. Ikki óvæntað gjørdist tað Ronaldinho, ið fekk heiðurin Gyltur bóltur Stefan í Skorini Ronaldinho fekk 225 at­kvøður og gjørdist tí greið­ur vinnari. Frank Lam­ pard og Steven Gerrard fingu ávikavist 148 og 142 atkvøður. Tað eru ítróttartíðindafólk kring Evropa, ið hava kosið ársins leikara. Tað kom longu fram fyri tveimum vikum síðani, at Ronaldinho hevði fingið heiðurin. Franska blaðið France Football hevði ikki megnað at hildið tíðindini loynilig, og tí vistu tey flestu frammanundan, at Ronaldinho fekk heiðurin. Ronaldinho varð eisini kosin ársins leikari í heim­ inum av FIFA í fjør, so hesin heiðurin var kanska krúnan á verkinum. Ronaldinho var við at vinna spanska meistaraheitið við Barcelona í fjør, og hans­ ara avrik lógu avgjørt ikki eftir. Soleiðis sá topp- trý út hjá føroyska umboðnum, sum soleiðis er púrasta ósamdur við størsta partin av europeisku ítróttarmiðlunum Gylti bólturin Jákup Mørk Síðani Føroyar komu upp í altjóða fótbóltsheimin, hava vit eisini átt eina atkvøðu í atkvøðugreiðsluni hjá France Football. Tá gerast skuldi av, hvør skuldi eiga hesa at­kvøðuna, fall valið á táverandi ítróttarskrivaran hjá Sosialinum, ið jú hev­ur drúgva siðvenju á ítróttarøkinum. Og hóast hann síðani hevur havt onnur størv, so er tað framvegis Hilmar Jan Hansen, sum eigur føroysku atkvøðuna, tá ársins spælari skal finnast. Valdi ikki Ronaldinho Í atkvøðugreiðsluni var Hilmar Jan annars ikki samdur við bróðurpartin av europeisku starvsfeløgunum sínum, sum jú høvdu Ronaldinho sum fremsta valið. Ronaldinho var als ikki á føroyska at­­ kvøðulistanum. Og heldur ikki Frank Lampard ella Steven Gerrard, sum annars gjørdust nummar tvey og trý, vóru á listanum. Ovast á føroyska listanum stóð nevnliga Zinedine Zidane, og hóast hann av flestu serfrøðingunum verður hildin at vera farin framvið seinasta søludegi, so er Hilmar Jan púrasta ósamdur. - Tað fær meg ikki at ivast. Hann er til eina hvørja tíð ein spælari, sum ger alt liðið betri, har hann spælir við, staðfestir føroyska um­boðið. Føroysku atkvøðurnar vóru annars býttar soleiðis: 1 Zinedine Zidane (Real Madrid/Frakland) 2 Zlatan Ibrahimovic (Juventus/Svøríki) 3 Thierry Henry (Arsenal/Frakland) 4 Gianlugi Buffon (Juventus/Italia) 5 John Terry (Chelsea/Ongland) Ronaldinho ársins leikari í Evropa Tað var eingin ivi, tá fjølmiðlafólk úr øllum Europa skuldu gera av, hvør skuldi eiga 50. útgávuna av gyla bóltinum Mynd: Reuters Føroysku atkvøðurnar: Zidane, Zlatan, Henry Hilmar Jan Hansen er framvegis ivaleysur í, at Zidane er besti spælarin í europeisku fótbóltsvøllunum