Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. november 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 230 - 30. november 2005 Talv-FM fyri ung tíðindaskriv FM finalurnar í talvi fyri børn og ung vórðu telvdar leygardagin í Argja skúla. Og finalurnar 2005 vórðu onki undantak frá undanfarnum finalum. Kappingin fevndi um 5 aldursbólkar. Argja skúli osaði av intensiteti. Upp- og niðurtúrar, stunandi foreldur, fólkamongdir tær avgerandi løturnar - kenslubogin varð stundum toygdur á tamb. Nógv stóð uppá spæl. Umframt FM- heitið ráddi um -um ikki annað - at røkka 2. plássið, sum beinanvegin innibar eina sera spennandi avbjóðing - luttøka í Norður­landa­meist­ ar­a­heit­in­um í Talvi í Finlandi í februar mánað 2006. Alt ella onki-stríðið merkti eisini til tíðir telvingina. Telv­ ararnir vórðu tíðum nakað fjálturstungnir og fluttu kanska ikki altíð bestu leik­ irnar, men stríddust hinvegin av øllum alvi - mentala styrkiroyndin var í hásæti. Hvør megnaði frægast at takla trýstið tá til stykkis kom. Men talent og tekniskt snildi var eisini at síggja í øllum rokanum - ein fragd fyri áskoðararnar. Finalan byrjaði kl. 10.00 og tá síðsti leikur var leiktur uml. kl. 17.40 - í talvinum ímillum Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Boga Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag - rungaðu lógvabrestirnir - stórt undirhaldsvirði - snartalv í høgum tempo - og skákmát í seinastu sekundunum. Havnin og Høgni Tá avtornaði høvdu telv­ararnir úr Havnar Telvingarfelag tryggjað sær 4 Føroyameistarar, meðan úrmælingurin úr Sandavágs Talvfelag, 8 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen, lat ongan iva vera um sigurin - vann yngsta bólkin fyri telvarar 10 ár og yngri við fullum stigatali! Høgni sýnist at vera einaráðandi, hóast unga aldurin, í hesum aldursbólkinum. Fongurin varð samanlagt góður hjá Havnini og Sandavági - sum fingu hvør sín triðing av heiðurs­ merkjunum. Vestmanna Talvfelag fekk somuleiðis góða úrtøku við 3 heiðurs­ merkjum og vann trygt, eins og undanfarna ár, 2 NM pláss, meðan Klaksvíkar Talvfelag hevði fingið meir burturúr enn tað eina NM- plássið um marginalarnir vóru til vildar. Millum tey fegnastu fel­øgini munnu teir úr Sunda­lagnum, Róki, tó vera. Ungdómsarbeiði ber ávøkstur. Jóhan Hentze rakk í yngsta bólkinum 2. plássið, eftir umdyst ímóti Janus Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, og harvið hevur Rókur umboð í NM-høpi á fyrsta sinni. Og tað kundi verið enn betri. Fríða við Streym vann oddafiskarnar frá undankappingunum í sínum bólki, meðan striltið gekst at fáa írestandi stigini til høldar. Lítlubeiggjar vunnu Aftur hesuferð vóru brøðra­ uppgerðir á dagskránni. Hesu­ferð vórðu tað teir yngru brøðurnir sum drógu longra stráðið. Jóhan Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag tryggjaði sær NM pláss frammanfyri eldra bróðurin Rúna Vørmadal og Heðin Gregersen, úr Klaksvíkar Talvfelag, basti Einari Gregersen. Í aldursbólkinum 11- 12 ár eydnaðist loksins Heiðrikki T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag, at tryggja sær FM-heitið og NM-luttøku. Heiðrikkur hevur verið á markinum undanfarnu 4 árini - men altíð júst ov stuttur. Men hesuferð bragdaði! Og í aldursbólkinum 13-14 ár, mátti Margar Berg á triðja sinni sanna, at tað skal bara ikki bera til. Telvaði eina frálíka fyrru helvt av kappingini - fult kontrol - og so kom av álvara stígur í og onki bar til. Søgan endurtók seg - Hjalti Toftum Jógvansson og Rógvi Egilstoft Nielsen megnaðu á 4. sinni uppí slag at taka 1. og 2 plássið. NM luttøkan seinastu 3 árini hevur óivað givið hesum báðum munadygt viðføri tá á stendur, tí ta einu løtuna var støðan, hjá serliga Rógva, heilt út av lagi fyri at røkka einari plasering. Treiskni og framhaldandi trúgvin uppá at tað skuldi Havnin og Høgni s NM hópurin Hesir eru telvararnir, sum í februar mánaði fara til Finnlands FM Olaf Berg, HT Sjúrður Thorsteinsson, VT FM Helgi Dam Ziska, HT Rógvi Dragaberg, KTF FM Hjalti Toftum Jógvansson, HT Rógvi Egilstoft Nielsen, ST FM Heiðrikkur Jacobsen, HT (nýggjur í NM høpi) Jóhan Vørmadal, VT FM Høgni Egilstoft Nielsen, ST Jóhan Hentze, Rókur (Nýggjur í NM høpi) Eingin megnaði at nerta Høgna Egilstoft Nielsen, sum við fullum stigatali varð suverenur í bólkinum yngri enn 10 ár Spenningurin var stórur, men í flestu bólkunum fóru steypini til høvuðsstaðin. Eitt undantak var tó, tá Høgni Egilstoft Nielsen ruddaði borðini í yngsta FM-bólkinum Eftir umdyst við Jóhan Vørmadal eydnaðist loksins hjá Heiðrikki Jacobsen at vinna sær atgongd til NM, sum hann áður hevur verið so sera nær við