mikudagur 30. november 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 230 - 30. november 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Stríðið fyri friði
heldur fram
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, lovar at halda
fram við arbeiðinum fyri friði, sleppur hann at skipa stjórn
aftan á tjóðartingsvalið, sum verður tann 28. mars.
Talsmaður hansara, Meir Sheetrir, sigur við tíðinda
stovuna AP, at Kadima (nýggi flokkurin hjá Sharon) fer at
halda fram við friðarsamráðingunum við palestinar og at
virka fyri, at samráðingarnar enda við einum landamarki
ímillum Ísrael og Palestina.
-Skulu vit fáa varandi frið, mugu ísraelsmenn og palestinar
hava hvør sítt ríki, sigur talsmaðurin hjá Sharon.
Í síðstu viku fór Sharon burtur úr Likudflokkinum, tí
hann kendi seg sannførdan um, at hann kundi ikki fáa
meirilutan í flokkinum at taka undir við ætlanini um eitt
palestinskt ríki. Síðani stovnaði Sharon nýggjan flokk,
og fleiri týðandi limir í Likudflokkinum gjørdu av at fara
upp í tann nýggja flokkin.
Burtur við lyftinum
Norski løgfrøðiprofessarin Hege Brækhus heldur tað vera
skeivt at krevja av einum brúðarpari, at tey skulu verða
hvør øðrum trúgv, til deyðin ger skilnað teirra millum.
Hon vísir á, at trúskapur snýr seg um kenslur, og teimum
kann ein ikki stýra við viljanum, sigur hon.
Professarin sigur við Aftenposten, at hjá nógvum hjún
um eru pengar orsøkin til, at tey halda saman. Serliga
kvinnur, sum eiga barn ella børn, kenna seg fíggjarliga
bundnar at manninum, og tað heldur professarin vera
eina óvirðiliga støðu.
Hege Brækhus, sum dagliga starvast á lærda háskúlanum
í Tromsø, heldur, at vit eiga at broyta hjúnarbandið sum
skipan. Hon sigur seg vera sannførda um, at tað hevði
givið kærleikanum í hjúnarbandinum størri rúmd.
Her er ikki hungursneyð
Fleiri altjóða hjálparfelagsskapir vilja vera við, at fleiri
milliónir fólk í afrikanska landinum Niger líða hungur,
men nú avsannar stjórnin tíðindini.
Ary Ibrahim, heilsumálaráðharri, sigur við Reuter, at
frágreiðingarnar um hungursneyð hava bara til endamáls
at skaða umdømi landsins, og hann leggur afturat, at
gevast felagsskapirnir ikki við at bera slík ósannindi,
verða teir koyrdir av landinum. Sambært ráðharranum
hevur landið havt ávísar trupulleikar við at útvega nóg
mikið av mati, men at trupulleikarnir eru loystir.
Matvørustovnurin hjá ST, WFP, segði í síðstu viku, at
fleiri milliónir fólk í Niger fara at líða hungur, um altjóða
samfelagið ikki veitir landinum hjálp.
Tjóðsangur í nýggjum hami
Tá norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, er liðugur
við ta árligu nýggjársrøðuna nú um ársskiftið, sleppa
norðmenn at hoyra eina nýggja útgávu av tjóðsanginum
„Ja, vi elsker“.
Tey seinastu sjey árini hevur eitt manskór hjá
studentafelagnum sungið ta almennu útgávuna av
tjóðsanginum, men nú hevur norska kringvarpið gjørt
eina nýggja upptøku við einum solistakóri, har bæði menn
og kvinnur syngja. Anne Røtting hjá kringvarpinum sigur,
at upprunaliga varð tjóðsangurin skrivaður til manskór,
og at tað var eitt kór við 24 monnum, sum sang hann
fyrstu ferð á Eidsvold í 1864.
- Men at tað nú verður hildið rætt og rímiligt at lata
kvinnurnar syngja eisini, sigur hon.
Tað var kenda skaldið Bjørnstjerne Bjørnson, sum yrkti
„Ja, vi elsker“, og Rikard Nordraak gjørdi lagið.
Iyad Allawi, sum
amerikanararnir
settu til fyribilsforseta
í Irak, sigur, at
mannarættindini eru
líka lítið vird í Irak nú
sum undir stýrinum
hjá Saddam Hussein
Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Tað, sum hendir í Irak nú,
er líka ringt og kanska verri
enn tað, sum hendi undir
gamla stýrinum, sigur Iyad
Allawi við bretska blaðið The
Observer. Hann vil vera við,
at shiamuslimskir leiðarar,
sum nú sita í stjórnini, hava
stovnað serlig drápslið og
serlig fongsul, har fólk verða
pínd.
- Tað vóru júst slík drápslið
og píning, sum gjørdu, at
vit settu okkum upp ímóti
Saddam, men nú hendir tað
sama, sigur Allawi.
Fyrr í hesum mánaðinum
avdúkaðu amerikanskir her
menn eitt loyniligt fongsul í
kjallaranum í einum húsum
hjá innanríkismálaráðnum
mitt í sjálvum Bagdad. Tað
var týðiligt, at teir flestu
av teimum 170 fangunum
høvdu verið píndir.
Í samrøðuni við The
Observer sigur Allawi:
- Nógvir irakar verða
píndir ella dripnir undir
avhoyringum. Vit hava eisini
sæð, at Sharia-dómstólar,
sum døma eftir islamskari
lóg, draga fólk fyri rættin
og avrætta tey. Hesi mugu
missa sítt vald beinanvegin,
og teir, sum hjálpa teimum,
mugu avvápnast.
Tær lemjandi atfinning
arnar koma George W. Bush,
forseta illa við, tí hann er
undir hørðum trýsti í USA
orsakað av krígnum í Irak.
Tað ljóðar úr Washington,
at forsetin umhugsar at taka
40.000 hermenn úr Irak
næsta ár, tí tað sambært hon
um gongur tann rætta vegin
í landinum. Men sambært
The Observer eru umleið
30.000 irakar deyðir í sam
anbrestum og yvirgangi,
síðani Saddam Hussein varð
rikin frá. Sjálvur kennir Iyad
Allawi seg so ótryggan, at
hann hevur givið sínum lív
verjum boð um at skjóta, um
løgreglubilar koma ov nær
húsum hansara uttan at hava
fingið loyvi til tess.
Nú ætlar hann at stilla upp
til valið tann 15. desember,
og hann vónar at endurvinna
forsætisráðharrasessin,
sum hann misti á valinum í
januar. Eygleiðarar í London
siga, at atfinningar hansara
at stýrinum eru tí ivaleyst
partur av valstríðnum.
Men pengarnir
skulu ikki brúkast til
skattalætta
Danmark
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Í næstu viku fer danski
fíggjarmálaráðharrin,
Thor
Pedersen,
at
almannakunngera eina fram
rokning, sum vísir gongdina
í ríkiskassanum.
Tað er lítið at ivast í,
at hann verður í góðum
hýri tann dagin, tí í einari
frágreiðing, sum hann
sendi fíggjarnevndini hjá
Fólkatinginum fyrradagin,
stendur, at næsta ár verður
avlopið 9 milliardir krónur
størri, enn stjórnin hevur mett
í fíggjarlógaruppskotinum.
Tað merkir, at avlopið næsta
ár verður heilar 49 milliardir
krónur.
Danmark hevur havt avlop
á fíggjarlógini í fleiri ár, men
pengarnir verða ikki brúktir
til skattalætta - ikki enn í
hvussu er. Ístaðin fyri hava
politikararnir valt at gjalda
skuldina hjá tí almenna, og
tað eigur stjórnin framvegis
at gera, sigur landsins størsti
banki, Danske Bank.
Irak verri nú enn undir
Saddam Hussein
Sambært Iyad Allawi verða mannrættindini líka lítið vird í Irak nú sum undir Saddam Hussein
Ríkiskassin flýtur í pengum