mikudagur 30. november 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
31
Aðalfundur
Meginfelags Útróðramanna verður hildin á Hotel
Hafnia fríggjadagin 2. desember kl. 10.
Skrá sambært lógum felagsins.
Alment skeið á Fróðskaparsetri
Føroya – várið 2006
Próvskeið í føroyskum
Á skeiðinum lærir tú at nýta málið sum amboð á ein
góðan og fjøltáttaðan hátt í arbeiði og gerandislív-
ið og tú fært betri fatan av føroyska málinum.
Skeiðið byrjar á Føroyamálsdeildini 16. januar 2006
og endar við próvtøku til páska 2006. (12 vikur).
Undirvísing er mánadagar og mikudagar, báðar
dagar kl. 16.30-18.45.
Tilrádd fortreyt er føroyskt á miðnámsskúlastigi ella
samsvarandi.
Lærari: Randi Kúrberg
Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarbløð eru
at fáa á setursskrivstovuni. Tilmeldingarfreistin er
sett til 7. januar 2006. Næmingatalið er avmarkað;
næmingar verða upptiknir, so hvørt tilmeldingarnar
koma inn, til talið er fult.
Tilmeldingargjaldið er 650 kr.
Fyri próvtøku í føroyskum gjalda næmingar 300 kr.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00
J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo
Sjúkrarøktarfrøðingur
til G3
Á G3, diabetes amb. er eitt fast starv leyst at søkja á
starvsbrøki 0,8 frá 1. januar 2006 ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur á diabetes amb. er í høvuðs-
heitum at:
• kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og
avvarðandi um diabetes
• undirvísa individuelt og í bólkum
• gera undirvísingarætlanir til sjúklingar
• seta fyribyrgjandi tiltøk í verk
• kunna, vegleiða og undirvísa aðrar deildir um røkt
og viðgerð av diabetessjúklingum
• samskipa samstarv við aðrar deildir og primer øki
• samskipa viðgerðir og eftirkanningar hjá diabetes
sjúklingum
• hava sjálvstøðugar viðtalur
• geva viðgerðir.
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt og fjølbroytt umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv.
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan innan økið
• kliniskar royndir innan røkt og viðgerð á økinum
• góð samstarvsevni, kunna arbeiða tvørfakligt
• arbeiða sjálvstøðugt.
Fyrimun hava umsøkjarar sum hava
• diabetes eftirútbúgving
• drúgvar royndir innan øki.
Lønar- og setanartreytir: sambært sáttmálan
millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Evu
Mortensen, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6250 ella
til Àsu Poulsen leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal
6102, e-postur asap@ahs.fo
Umsóknarfreistin er 15. desember 2005 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er á starvs-
fólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við CV,
autorisatión, avrit av prógvum og viðmælum o.l.,
skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
À heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrarøktarfrøðingur
til B6
Á B6, er eitt avloysarastarv sum sjúkrarøktarfrøð-
ingur í skiftandi vaktum á starvsbrøki 0,7 (vegna
barnsburð) leyst at søkja frá 1. januar ella eftir avtalu
til og við 31. juli 2006.
Deildin tekur ímóti innkallaðum og akuttum
sjúklingum, hevur 15 seingjarpláss og hesar
sergreinar:
• gastroenterologi
• neurologi
• endokrinologi
• onkologi
• hæmatologi
Arbeitt verður við kontaktpersónsskipanini.
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu
Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja til
Ingun Gaardbo, deildarleiðara, lokal 6006 ella til Àsu
Poulsen leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102 ella
e-post asap@lsh.fo
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 15. desember 2005 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er á
starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l., skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
Att.: Una Dalsgaard
FO-100 Tórshavn
À heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Tíðindi
Viðmerkingar
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið