Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Hetta er tíðin við teimum kendu og hugnaligu jólasangu- num. Nógvir av sang- unum, sum føroying- ar lurta eftir í desem- ber mánaði, eru gamlir klassikarar, men av og á sleppur okkurt nýggjari uppí JÓLASANGIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo White Christmas. Last Christmas. Blue Christ- mas. Ja, jólasangirnir eru nógvir og ymiskir. Alt frá teimum góðu gomlu við Jim Reeves, Brendu Lee og Bing Cros- by til teir nakað nýggjaru sangirnar við Wham, Slade, Boney M, John Lennon og Bryan Adams. Og so teir mongu før- oysku jólasangirnir – bæði eldri og nýggjari – Gleð- ilig jól, Føgur er foldin, Tað er jólaaftan, Tað eru jól og allar hinir. Hetta er tíðin, tá teir kendu jólasangirnir ljóma í útvarpi, sjónvarpi, handl- um, kirkjum, gøtum og strætum, bilum og alla aðr- astaðni. Jólini nærkast í hvørjum, og jólatónleikur- in gerst alsamt jólaligari, so hvørt sum dagur 24 í desember mánaði nærkast. Gamlir sangir Nógvir av teimum sangu- num, sum verða mest spældir upp undir jól, eru teir somu, sum vóru mest spældir í fjør, fyrraárið og seinastu mongu árini. Gamaní, verða nýggjar innspælingar gjørdar av teimum gomlu sangunum, men tað er sjáldan at heilt nýggir jólasangir vinna fram. Nakrir av teimum nýggj- aru sangunum, sum eru nógv at hoyra, og sum eru meira popputir enn teir klassisku, hava millum 20 og 30 ár á baki. Last Christmas hjá Wham varð givin út fyri stívliga 20 ár- um síðani, sangurin hjá John Lennon um jól og kríggj hevur meira enn 30 ára á baki, og tað eru eisini 20 og 30 ár síðani, at Slade og Boney M spældu sínar kendu jólasangir. Í Føroyum eru teir klass- isku føroysku jólasangir- nar framvegis væl umtókt- ir, og tá ið jólini veruliga nærkast, so slepst ikki undan hesum sangum. Men onkrir nýggjari jóla- sangir verða javnan spæld- ir, og jólafløgan, sum kom út síðst í 90'unum, er ein tann best umtókta jólafløg- an í landinum. Nýtt ella gamalt. Før- oyskt ella útlendskt. Úrval- ið er stórt, og valið trupult. Vit hava biðið nøkur fólk koma við teirra boðið um, hvørjir eru teir bestu jóla- sangirnir í teirra verð. Vónleysa valið er tríggir sangir, og úrslitið kann les- ast her á síðunum. Jólahugni við jólatónleiki Terji Messell * Gleðilig Jól * Føgur er Foldin * Eg eri jólamaðurin – Tað er ringt at velja. Tað eru so nógvir góðir jóla- sangir og sálmar. Ring at siga hvat lagið er tað besta. Men eg kann nevna nakrar mær dámar væl. Av sálm- um dámar mær sera væl Gleðilig Jól og Føgur er Foldin. Gleðilig Jól, tí tað hoyrir jólunum til – ongi jól uttan at syngja hann í kirkju og runt um jólatræið. Ein klassikari. Og Føgur Er Foldin heilt einfalt tí tað er eitt sera vakurt lag. Eg eri Jólamaðurin má vera tað triðja. Hettar tí tað minnir meg um jól sum barn – spenningurin, hugn- in við familjuni. Eitt gott barnajólalag í heila tikið. Tórður Mikkelsen * Gleðilig jól * Tað Sótu Seyðamenn á vakt * Føgur er Foldin – Gleðilig Jól er sjálvskriv- aður. Er tann jólasálmurin, vit fingu inn við móður- mjólkini. Tað er eru fram- vegis ikki ordilig jól fyrr enn Gleðilig Jól er sungin. Orðini og lagið til Tað sótu seyðamenn á vakt sita so ótrúliga væl til hvørt annað. Hvørja ferð hann verður sungin, síggi eg fyri mær hirðarnar og lambið, sum spælir í líðini. Orð og lag gera, at hetta fyri mær er ein serføroyskur jóla- sálmur. Føgur er foldin er ein djúpur sálmur, sum er ógv- iliga jólaligur, men sum eisini kann brúkast í øðrum førum, eitt nú í sambandi við jarðarferð. Hann bindir saman fortíð og tað, sum stendur fyri framman. Tað eru sjálvsagt nógvir aðrir góðir jólasálmar og sangir. Men tá alt annað er flust uttan av, eru hetta teir tríggir sum sita eftir í mín- um hugaheimi. Kim Simonsen: * Ave Maria - Sinead O´Connor * Have Yourself A Merry Litle Christmas - Diana Krall * Charol í 1. kantatu í Bachsa Jólaoratorium Eftir at hava hoyrt nógvar versiónir av sanginum Ave Maria, so haldi eg at Sinead O´Connor er ein av teim bestu sangarinnunum, ið hava sungið hetta. Í staðin fyri at syngja hetta sum eina hástóra patetiska versi- ón, so dugir O´Connur at minka um tað patos, sum er í hesum laginum og gera lagi meiri til ein harma- sang. Diana Krall syngur hend- an sangin Have Yourself A Merry Litle Christmas sum tær stóru, Ella Fitzgerald og Billie Holiday. Ikki ofta, at vit hoyra teir, ofta alt for glaðu jólaløgini framførd í einum roykfyltum stórbýar djassklubba. Her eru jólini meiri ein veggur av trist- essu, enn ein smáborgarlig biedermeier hátíð. Í mun til tekstin "Have yourself a merry little Christmas,/ Let your heart be light/From now on,/our troubles will be out of sight", vendir Di- ana Krall lagi við og endur- tulkar tað, so tað endar sum ein lívstroytt og blueskend hjartasorg. Slíkt er flott. Er av vakrastu pettum av klassiskum kórtónleiki, ið er til er Carhol í 1. kantatu í Bachsa Jólaoratorium . Tá tey syngja "Wie soll ich dich emphangen/Und wie begegn´ich dir?" er hetta fyri meg fylt við minnum um føroyskar jólasálmar, jól og at bíða spentur eftir jólaaftan sum barn. Hjá Bach finna vit rætta andan og klassiska kristna jóla- boðskapin, skuldu vit mist hann. Óla Jákup Rólantsson: * Blue Christmas – Elvis Prestley * White Christmas – Bing Crosby * Holy Night – Mahalia Jackson – Hesir sangir eru teir, mær dámar best. Annars eri eg so jólaligur og skítbýttur hesa tíðina, at eg enn tá fái klump í hálsin, tá ið Jógvan Arge syngur "Stuttligt eru um jólatræ" og "Eitt barn er føtt í Bethlehem" beinleiðis úr Sortudýki jólaaftan! Eg elski jól og jólasangir yvirhøvur! Urd Johannesen: * Jólaoratoriið eftir J. S. Bach * Eg rósu upp sá næla * God rest ye merry, Gentlemen – Eg nevnið alt Jólaoratori- ið eftir J.S.Bach. tí tað ber næstan ikki til at velja nak- að einstakt burturúr. Alt hongur so væl saman, og hetta er eitt verk, sum liggur í fløguspælaranum hjá mær í desember hvørt ár. Eg havi verið við til at framføra tað við Havnarkórinum, og eg minnist hetta sum nakað av tí mest vakra og avbjóðandi, sum eg havi verið við til. Um eg skal velja ein meira traditionellan jólasang, sum mær dámar væl, so má tað verða Eg rósu upp sá næla, eitt sera vakurt lag og flottir harmoniir. Minnist meg altíð hava dámt væl henda sálmin. Tað er torført ikki at nevna Gleðilig Jól, tí hann er fastur táttur til eitt hvørt tiltak á jólum og ein kemur í rætt jólahýri av honum, hinvegin, so dámar mær t.d. betur lagið God rest ye merry, Gentlemen. Sum skilst havi eg torført við at nevna nakran nýggjari meira popputan jólasang. Fleiri er tó góðir, men teir stinga ikki so djúpt hjá mær sum teir meira siðbundnu gomlu sálmarnir og sangirnir. Eyðfinn Jensen: * Happy X-Mas (War is Over) – John Lennon * Hví mann tað vera so hugnaligt í kvøld?" * Gleðilig Jól – Happy X-Mas" (War is Over) av John Lennon er ein av teimum heilt góðu jólasangunum, sum mær dámar serliga væl at hoyra í útvarpinum, og ikki minst at syngja og spæla sjálvur í felagssangi til jólaveitslur. Lagið er sera væl sett sam- an og teksturin kennist altíð viðkomandi, um tó ikki ser- liga jólaligur sum so. Hví mann tað vera so hugnaligt í kvøld? er ein glaður sangur, sum minnir meg á barndómstíðina, og hvussu nógv ein altíð gleddi seg til jólaaftan. Eg verði enn í góðum lag av at hoyra hendan sangin, og tí fer hann helst altíð at verða ein av mínum yndisjóla- sangum. Sjálvan jólaaftan er Gleð- ilig Jól nr. 1. Tað er eitt- hvørt við hesum sálminum sum situr so djúpt, at tað kennist sum er tað sjálv kjarnan av øllum tí, sum jólini snúgva seg um. Tá vit syngja hendan sálmin jóla- aftan, kennist tað púra greitt, at nú eru jólini kom- in. Elin Hentze * O Holy Night – Mahalia Jackson * Last Christmas – Wham * O Come All Ye Faithful – Tað er sera torført hjá mær at koma við einum boði upp á tríggjar teir bestu jólasangirnar nakrantíð. Mahalia Jackson hevur eina fantastiska rødd og syngur fleiri jólasangir sera væl og inniligt. Tað er ein slíkur friður og hugni yvir tí, tá hon syngur, sum fær meg í rættan jólastemn- ing - til dømis O Holy Night og Silent Night. Ein eitt sindur festligari jóla- sangur er Last Christmas hjá Wham. Hann hoyrir eis- ini jólunum til, og minnir meg á ta tíðina, tá eg búði í London. Í Keypmannahavn sang eg við í Húsakórinum, og vit høvdu fleiri jólakon- sertir. Har dámdi mær altíð væl sum sopran at syngja O Come, All Ye Faithful. Hann er so deiliga høgur at syngja. Annars dámar mær væl at syngja við til Føgur er Foldin í kirkjuni á jólum. Men eg kundi nevnt fleiri: Tað er jólaaftan við Elin og Kára Mouritsen, Mary's Boychild við Boney M, Santa Lucia – listin er ó- endaligur.