Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 242 - 16. desember 2005 Ameri­kanski gransk­ ingar­grunnurin, National Science Founda­tion (NSF), hevur játtað pening til eina trý-ára samstarvs verkætlan millum Fiski­rannsóknar­ stovuna og Uni­versi­ ty of Washington í Seattle, USA Mátingar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Orsøkin til amerikanska áhugan er, at rákið kring Føroyar hevur stóran týdning fyri tað sonevnda termohalina rákið (havsins kalda hjarta), og møguligar broytingar í hesum ráki kunnu føra við sær veðurlagsbroytingar, bæði kring Norðurlond og um allan heim. Fiskirannsóknarstovan sigur á síni heimasíðu, at enda­­málið við nýggju verk­ ætl­anini er at gera hav­­rann­ sóknir av hesum týdn­ingar­ mikla ráki við trim­um smá­ um fjarstýrdum kavbátum ella sonevndum Seagliders (hav-svívarum). - Tveir svívarar skulu ”svimja” aftur og fram mill­ um Føroyar og Ísland, og ein skal ”svimja” millum Før­oyar og Hetland. Svívararnir verða stýrdir og senda mátingar av hita, saltinnihaldi, streymferð, mongd av plantuæti og øðrum um fylgisvein. Teir kava niður á 1000 metra dýpi ella niður móti botni, har tað er grynri enn 1000 metrar. Ein hav-svívari kavar og sendir mátingarnar um fylgisvein. Hetta er ein tøkni­lig nýmenning, sum vænt­andi fer at fáa ógvuliga stóran týdning í komandi tíð­ um. - Hav-svívarar fara nevni­ liga at minka um tørvin á dýrum rannsóknarskipum. Ein hav-svívari kann so­leið­ is sjálvur ”svimja” hag­ar, hann skal máta. Hvørja ferð, hann er við vatn­skorp­ una, sendir hann tær sein­ astu mátingarnar og fær boð um, hvagar hann nú skal fara, sigur Fiski­rann­ sóknarstovan. Ein hav-svívari er 1, 8 metrar langur, vigar um 50 kilo, hevur tveir veingir og eitt vel. Við eini elektriskari pumpu verður olja pumpað í og latin úr einum bjølgi, og svívarin broytir sína rúmd hóast vektin er tann sama. - Hetta broytir um upp­ driftina, og er at samanbera við sundmagan í einum fiski. Tá svívarin skal kava, verður olja latin úr bjølginum, svív­ arin gerst tyngri enn sjógvur og byrjar at søkka. Men skapið og veingirnir gera, at svívarin ikki bara søkkur, men at hann eisini ferðast frameftir – á sama hátt sum ein svívflúgvari, sigur Fiskirannsóknarstovan. Lagt verður aftrat, at niðri við botn verður olja latin í bjølgin, svívarin gerst lættari enn sjógvur og byrjar at svíva móti vatnskorpuni aftur. Hesin háttur at flyta seg uppá krevur sera lítla orku, og svívarin kann tí vera í sjónum meira enn eitt hálvt ár hvørja ferð. - Sambært fiska­ pakkanum, kunnu vit í mesta lagi landa 25% av veiðini í hvørjum fjórðingsári uttanlands, men nú eru vit noyddir at fara av landinum við fiskinum, tí eingin keypari er í Føroyum, sigur Bjarti Mohr, reiðari Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit hava prógv fyri, at vit hava bjóðað fiskin út á uppboðssøluni hjá Fiska­ marknaði Føroya, men eing­ in keypari er. Vit hava eisini ringt til fiskavirkir og spurt, um tey vilja keypa fiskin, men eingin vil keypa. Tí noyð­ast vit ímóti okkara vilja uttanlands við lastini. Hetta merkir, at vit missa ein heilan túr, nú vit noyðast av landinum við fiskinum. Hetta sigur Bjarti Mohr, sum eigur trolaran, Vestur­ varða. Hósdagin hevði Vestur­ varði 1000 kassar inni, og ætlanin var at fiska til í morgin, leygardagin. - Vit hava bjóðað fiskin út alment – og eisini privat, men hava einki boð fingið, sigur reiðarin. Hann vísir á, at sambært fiskapakkanum, kunnu før­ oysk ísfiskaskip í mesta lagi landa 25% av veiðini í hvørjum fjórðingsári uttan­ lands. - Men nú eru vit noyddir at fara av landinum við fiski­ num, tí eingin keypari er í Føroyum, sigur Bjarti. Saltfiskur Hann heldur, at ein orsøk til støðuna er, at nógvur fisk­ur er at fáa, og at virkir salta nógvan fisk. Haraftrat kemur, at upsin er vorðin frægari til støddar, og tí er betur egnaður at salta. - Saltfiskurin krevur nógv pláss, og hann bindir nógvan pening, vísir Bjarti Mohr á. Hann heldur tað vera keði­ligt, at skip og manning skulu noyðast av landinum við fiskinum, nú tað stundar til jólahøgtíðina. - Sluppu vit av við fiskin í Føroyum, kundu vit gjørt ein túr aftrat til jólar, men tað verður ikki, nú vit antin noyðast niður til Scrabster ella til Hanstholm, sigur Bjarti Mohr, reiðari. Trolari fekk einki boð upp á fiskin Fjarstýrdir kavbátar skulu máta sjógvin Bjarti Mohr, reiðari, harmast um, at ikki slepst av við fiskin hjá Vesturvarða Føroyum í løtuni Mynd: Vilmund Jacobsen