Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 9 Magni Christiansen * Gleðilig jól * Fagur himins er at sjá * Merry Christmas Everyone – Shakin Stevens – Tað eru so nógvir góðir jólasangir, men mær dámar best teir gomlu føroysku jólasangirnar, Gleðilig Jól og Fagur himin er at sjá. So er ein jólasangur hjá Shakin Stevens, sum eitur Merry Christmas Everyone, hann dámar mær sera væl. Gissur Patursson * Føgur er foldin * Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld * Nú er Jól – Kim Hansen – Føgur er Foldin vekir sera góð minni, serstakligani frá hugnaligum løtum á garði- num í Kirkjubø saman við abba og ommu míni. Og sangurin Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld minnir um barnaárini, barnagarðin og løtur saman við syst- kinabørnum – hugnaligt og trygt. Frá nýggjari tíð kann eg nevna Nú er Jól, sum Kim Hansen syngur. Carly Sim- on gjørdi lagið og Steintór Rasmussen orðini. Mær dámar lagið avbera væl og haldi eisini at orðini eru væl vald; Annars dámar mær eisini sera væl lagið hjá John Lennon X -mas, tá tað kom fram og haldi eisini at tað er eitt sera hugaligt lag, har orð og lag ganga upp í eina eind. Og so kann eg skoyta upp í, at fyrr, tá eg varð heilt ungur, dámdi mær væl at spæla Jesus Christ Sup- erstar Rock Opruna – men nú er nakað síðani at hon hevur verið á plátuspælara- num. Øssur Egholm * Tað sótu seyðamenn á vakt * Tað er jólaaftan * Christmas Time – Bryan Adams – Um vit byrja við tí tradio- nella føroyska sálmasangi- num, hevur mær altíð dámt serliga væl sálmin hjá Mikkjali á Ryggi, ið Hans J. Højgaard hevur sett lag til, Tað sótu seyðamenn á vakt. Minnist at vit sum børn sungu hendan sálmin í einum jólaleiki á skúlaloft- inum í Hvalvík einaferð í sjeytiárunum, og hann fangaði meg beinaveg - ein sera vælyrktur sálmur og eitt ikki minnið vakurt lag, sum eg haldi at eg fari at geva eitt fyrsta pláss. Ein sangur ið mær eisini altíð hevur dámt væl er hann sum kallast Tað er jólaaftan, haldi at hann er deiliga frískur og svingandi og er altíð førur fyri at fáa teg í tann rætta og lætta jól- ahýrin - hesin fær annað plássið frá mær. Sum tann triðja sangin havi eg valt ein, sum Bryan Adams kom fram við í 1991. Sangurin nevnist stutt og greitt Christmas Time og er melodiøsur og passaliga bleystur – og sjálvandi framúr væl sung- in. Sigvør Laksá: * Av himni kom ein einglaherur * Himmalsins harpur * Halga nátt – Av himni kom ein eingla- herur er vakur jólasalmur, ið ljóðar av friðarligum før- oyskum jólum í einari lítl- ari, gamlari kirkju. Helst eru tað klangirnir í góðu gomlu føroysku sálmaløgu- num, ið mær dámar væl. Himmalsins harpur tóna hátt er eisini ein jólasálmur, ið minnir meg um jól í kirkjuni, og hann er kanska tann jólasálmurin, ið er mest glaður og upplyftandi, av sangunum í Føroysku sálmabókini. Halga nátt er ein meira lættur sangur, ið gevur mær góð kórminni. Hann er lættur, brúsandi og stuttlig- ur at syngja og ber veruliga boð um, at jólini eru í hondum. Heri Nolsøe: * Gleðilig jól * Størsta gávan * Mariu Sonur – Við Gleðilig Jól hava eysturríkarnir Franz Gruber og Joseph Mohr rakt beint í hjørtuni á heimsins íbúgv- um. Sangurin er sjálv tón- leikaliga ímyndin av jólu- num. Tekstur og lag renna saman í eina djúpa og há- tíðarliga stemningsmynd og sum framvegis hevur henda neistan at tendra okkara hjørtur. Lítið mundu teir báðir gruna fyri knøppum 200 árum síðani, at sangur- in skuldi fáa slíkan høvuðs- leiklut um allan heimin. Sangurin Størsta gávan er meistarliga sungin av Rúnu á Heygum og Karl Martin Samuelsen. Tey syngja so avbera væl saman og hevur hesin sangur og kanska ser- liga lagið, eisini hetta óí- tøkiliga, sum rakar okkum so beint í hjarta og rørir við okkara innastu kenslur. Frá- líka væl framborið á før- oyskum og av føroyskum toppsangarum. Tulkingin hjá Regin Guttesen av Mariu Sonur er sanniliga eitt megnaravrik. Regin hevur her eina ótrú- liga góða og persónliga ver- sión, sum lyftir sangin upp á eitt hægri støði. Hansara musikalitetur og innlivan avspeglast aftur í hesi frálíku framførsluni.