fríggjadagur 16. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
9
Jákup Vestergaard
harmast um longu
avgreiðslutíðina, ið
málið um Sladianu
Petrovic hevur fingið,
men ætlar at halda
lógina. Hann fer ikki
at biðja løgtingið
lóggeva í málum um
einstakar útlendingar.
Hann sigur tó, at
hann hevur raðfest
broyting í lóggávuni
høgt
Útlendingamálið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hálvgum tíggju í morgun
handaðu Kári á Presttrøðni,
arbeiðsformaður og Rodm
und á Kelduni, starvsfólk
á Fiskavirking í Miðvági
Jákupi Vestergaard lands
stýrimanni í innlendismál
um tvey mótmælisskriv um
viðferðina Sladiana Petrovic
hevur fingið í Føroyum.
Tað eina mótmælið var
frá starvsfólkinum á Fiska
virking í Miðvági, og hetta
høvdu øll undirskrivað. Hitt
var frá vágafólki, tað hevur
ligið frammi í handlunum í
oynni og hetta høvdu 2000
fólk undirskrivað. Hetta er
sera stórur prosentpartur av
vágafólki, tí stívliga 2900
fólk búgva í Vágunum.
Bæði skrivini mótmæltu
viðferðina, ið Sladiana
og onnur í hennara støðu
hava fingið frá almennu
Føroyum.
Jákup Vestergaard helt, at
hetta vísti í hvussu stóran
álvara fólk tóku hetta mál,
og at 2000 undirskriftir vóru
sera nógvar undirskriftir,
og hetta sjálvandi gjørdi
stórt inntrykk á hann.
Hann segði tó, at hann ikki
ætlaði at virka ímóti lógini,
og lógin er greið. Tá tú
fært arbeiðsloyvi er tað til
eitt ávíst arbeiðspláss, og
arbeiðsgevarin skal tryggja
sær, at tú sum útlendingur
hevur neyðuga stemplið
í passinum, áðrenn hann
sleppur tær til arbeiðis.
Málið var ikki
nóg væl lýst
Kári á Presttrøðni vísti á,
at Fiskavirking hevði søkt
eftir fólki fleiri ferðir hjá
ALS og í miðlunum, men
uttan úrslit, og at virkið
manglaði fólk, meðan ein
tann besta arbeiðsorkan
hjá virkinum sat heima og
bíðaði eftir at verða send av
landinum. Hetta helt hann
vera burtur úr vón og viti.
Jákup Vestergaard helt,
at hetta vóru viðkomandi
upplýsingar, ið áttu at havt
verið tiknir við í viðgerðina.
Arbeismarknaðarstøðan
í viðgerðini var tann, at
arbeiðsloysi er í Føroyum.
Hesa niðurstøðu er inn
lendismálaráðið komi til úr
tølum frá ALS, ið er parturin,
sum veitir upplýsing í slík
um málum. Hann heitti
staðiliga á arbeiðsgevarar,
ið søkja um loyvi vegna
útlendingar, at vísa á hvussu
arbeiðsmarknaðarstøðan er.
Eingin jólagáva
Jákup Vestergaard sigur, at
hann fer ikki at biðja løg
tingið lóggeva í málum um
einstakar útlendingar. Í stað
in skal ein útlendingapolit
ikkur orðast innan á ólav
søku, miðjar Jákup Vester
gaard ímóti. Síðan skal
sjálvt lógarsmíðið gerast.
Hetta skal gerast í Dan
mark, og tað kann taka tíð,
tí skipanirnar eru tungar at
fáast við, sigur Jákup Vester
gaard. Hann vónar ikki, at
tað fer at taka ov langa tíð,
men kann ikki siga nakað
konkret, um nær lógin verð
ur liðug at seta í gildið við
kongaligari fyriskipan. Hann
er ikki heilt sannførdur um,
at arbeiðsloyvið hjá útlend
ingum ikki skal vera knýtt
at einum ávísum arbeiðsgev
ara, eins og summi hava
tosað um. Men ætlar at gera
eina lóg fyri útlendingar, ið
liggur tættari viljanum hjá
løgtinginum og Føroya fólki,
enn verandi lóg.
Sladiana breyt lógina
Landstýrismaðurin í inn
lendismálum vildi helst
ikki úttala seg um hetta
einstaka málið, men tá
Kári á Presttrøðni greiddi
frá, at Fiskavirking hevði
søkt, um loyvið bert fáar
dagar eftir, at Sladiana var
byrja í starvinum. Svaraði
Jákup Vestergaard »So
breyt Sladiana Petrovic
útlendingalógina, tí hon
sostatt fór til arbeiðis á
Fiskavirking í Miðvági,
áðrenn arbeiðsloyvið var
komið upp á pláss. Eg veit
ikki í hvønn mun, hetta hev
ur spælt inn í málsviðgerð
ina, men um eg gjørdi tað
sama t.d. í Avstralia, hevði
eg fingið fótin eitt vist
stað«.
Hann vísir eisini á, at málið,
sum nú er, liggur í Danmark
hjá udlændingestyrelsen,
og innlendismálaraðið tí
ikki hevur nakað at siga
í málinum. Vanliga tekur
avgreiðslutíðin í Danmark
nakrar
mánaðar.
Um
Sladiana fær noktandi svar,
kann hon kæra málið, og
viðleggja upplýsingar, sum
teir um broyttu arbeiðsmar
knaðarstøðuna.
40 útlendingar
í sama báti
Kári á Presttrøðni vísti á,
at hann visti um eini 40
útlendingar, ið sita í somu
støðu og bara bíða eftir, at
løgreglan bukar á dyrnar.
Kári vildi vita nær hesir
fingu svar, ella um teir
skuldu bíða í 14 mánaðar
eins og Sladiana. Jákup
Vestergaard kundi vissa um,
at avgreiðslutíðin verður
styttri frá nú av. Men vísti
samstundis á, at Sladiana
ikki hevðið fingið annað
svar, hevði avgreiðslutíðin
verið styttri.
Sladiana fær onga jólagávu frá landstýrinum
Rodmund á Kelduni og Kári á Presttrø›ni handa›u landst‡rismanninum í innlendismálum mótmælisskrivini.