fríggjadagur 16. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005
Aftur í ár eru "Gomul
Jól í Heiðunum" á
skránni í Runavík.
Hugnaliga tiltakið er
sera fjølbroytt við
nógvum ymiskum á
skránni
JÓL
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
Tá ið tú nærkast økinum,
har Gamli Handilin hjá Ol-
ivari er, sært tú perur og jól-
atrø, og hugnaligur jólatón-
leikur hoyrist úr jólakafé-
ini, sum er á loftinum í ein-
um gomlum neysti. Her eru
"Gomul Jól í Heiðunum".
Tiltakið var roynt á fyrsta
sinni í fjør, og var tað so
væl umtókt, at tað aftur er á
skránni í ár. Tiltakið hevur
verið opið hvørt vikuskifti
síðani 1. sunnudag í advent,
og jólavikuna verður opið
hvønn dag til og við hós-
degnum 22. desember.
Fert tú ein túr inn í hugn-
aliga Gamla Handilin hjá
Olivari, hevur blómuhand-
ilin Orkis eina rúgvu av jól-
aprýði til sølu. Har eru ljós,
stakar, vættrar, jóladeko-
ratiónir og mangt annað.
Jólatrø fáast eisini til keyps
uttanfyri. Harumframt er
eitt rúm í handlinum, har
ymisk tiltøk hava verið,
millum annað bar til at taka
jólamyndir av børnunum
eitt vikuskifti, Andlitsmál-
ing onkrar dagar og í løtuni
hevur LR ymiskar vørur til
húðrøkt til sølu.
Økið er vakurt pyntað við
perum og jólatrøum, og
skótarnir hava sett raftir
upp á økinum. Teir skipa
fyri hugnaligu jólakaféini á
neystaloftinum,
har
tú
kanst keypa heitt gløgg,
kaffi, vaflur, eplaskivur og
annað gott, meðan tú lurtar
eftir jólatónleiki.
Í dag verða jólakaféin á
Neystaloftinum og Gamli
Handilin opin frá kl. 14:00
til 18:00. Annars verður op-
ið hvønn dag, meðan tiltak-
ið er, frá kl. 16:30 til 19:00.
Nógvur tónleikur
Í jólakaféini hjá skótunum
verður tónleikur at hoyra
hvønn dag. Í dag, leygar-
dagin 17. desember, verður
hornblástur við Áka Leitis-
stein Hansen og øðrum kl.
17:00. Í morgin, 4. sunnu-
dag í advent, verður violin-
spæl at hoyra kl. 18:00.
Mánadagin fara børnini úr
Útistovu í Barnagarðinum á
Mýrunum at syngja jóla-
sangir kl. 16:30, og týsdag-
in fer 12 ára gamla Bjørt
Simonsen at spæla á sello
kl. 17:00. Hósdagin 22.
desember, sum er síðsti
dagur, áðrenn tiltakið end-
ar, spæla Angelica Nielsen
og Tóri Restorff Jacobsen á
violin og sello kl. 17:00.
Spennandi hjá
børnunum
Í ár er eisini skipað fyri eini
teknikapping fyri børn.
Evnið er "Jól í Runavíkar
kommunu", og øll børn
kunnu lata tekningar inn í
Gamla Handlinum hjá Ol-
ivari ella í jólakaféini. Sein-
asta freist at lata tekningar
inn er sunnudagin 18. des-
ember kl. 19:00. Vinningar-
nir eru gávukort frá Hand-
ilsmiðdeplinum í Runavík-
ar kommunu. Millum jól og
nýggjár verður ein fram-
sýning við øllum myndu-
num í blómuhandlinum
Orkis á Glyvrum.
Sunnudagin 18. desem-
ber verður andlitsmáling
við Inger Olsen í Gamla
Handlinum hjá Olivari.
Jólaskipið til
Runavíkar
Børnini kunnu eisini gleða
seg til mikudagin 21. des-
ember, tí tá kemur jólaskip-
ið til Runavíkar. Kl. 17:00
leggur jólaskipið leggur at í
bátahylinum, sum er beint
við økið, og tá verður skot-
ið við fýrverki. Umborð á
skipinum verða jólamenn,
vættragentur, og kanska
okkurt vættrabarn. Jóla-
menninir fara at syngja
saman við børnunum, og
vættragenturnar fara at
dansa onkran vættradans.
Tey fara sjálvandi eisini at
hava okkurt gott at bjóða
børnunum,
sum
kunnu
gleða seg til, at vinnararnir
av teknikappingini verða
kosnir ta løtuna.
Handlarnir í Handilsmið-
deplinum
í
Runavíkar
Kommunu hava leingi opið
í jólavikuni. So um tú kundi
hugsað tær ein góðan dag,
er tað eitt gott hugskot at
fara ein túr til "Gomul Jól í
Heiðunum". Tá ið jólainn-
keypið er liðugt, kanst tú so
leggja leiðina ein túr til
hugnaligu og spennandi
jólabygdina Æðuvík, so ert
tú í røttum jólahýri.
Gomul jól í Heiðunum
Í Gamla Handlinum hjá Olivari hevur Orkis nógv spennandi jólaprýði til sølu
Mikudagin 21. desember kemur jólaskipið á vitjan í Runavík. Við umborð verða jólamenn,
vættragentur, og kanska okkurt vættrabarn
Í hugnaligu jólakaféini á neystaloftinum sita nógvar fittar mýs og hugna sær í krókunum