Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 16. desember 2005 Alt ov oftani gerast fleiri føroyingar offur í nógvu og torføru ferðsluni undan jólum. Hví skuldi tað henda júst nú gleðihátíðin nærkast spyrja mong av okkum, tá ófrættatíðindini ganga um, at vanlukka í jólaferðsluni hevur tikið onkran frá okkum. Tað er altíð ein sorgarleikur, tá fólk koma til skaða ella doyggja í ferðsluni, men hetta kenst so svárt og rakar øll av okkum, tá tað hendir so tætt undan jólum, tá jólastákið er uppá tað hægsta og ser­stak­ liga børnini gleða seg. Vit eiga eisini at ávara um vandamál í ferðsluni alla tíðina, alt árið og ikki bara hesa ársins tíð. Men ein orsøk er tó til at gera tað enn meira, nú tað er ein veruleiki, at nettupp undan jólum eru fyritreytirnar fyri óhappum og vanlukkum tær allar bestu, um man so kann siga. Sníkjandi hálkan, har vegirnir oftani eru sum á hvalabaki myrkar morgnar ella kvøld, er einki minni enn ein potentiellur drepari í ferðsluni, ansa vit ikki væl eftir hvørjum øðrum. Hálka og myrkur saman við jólaskundi og jólastrongd kunnu nevniliga gerast ein óhugnaligur cocktailur, um ikki bilførari ella gongufólk alla tíðina eru ansin og koyra og ganga eftir umstøðunum. Góða veganetið, tunlar og meira nútímans skip gera tað lættari hjá fólki at røkka út um bygda- og býarmark, og hetta ger so aftur, at nógv fleiri fólk og ikki minst bilar trunkast saman á avmarkaðum plássum. Tað í sær sjálvum setir í veruleikanum nýggj krøv til fólk í ferðsluni - krøv um at vanda sær betri og taka hædd fyri hvørjum øðrum - fyri tí ókenda og óvantaða. Bara ein slíkur banalitetur sum tað, at ein bilførari ikki vísir av, brúkar blink­ ljósini, tá koyrt verður til høgru ella vinstru, kann vera eitt vandatekin. Tíverri tykist tað eisini vera ein sannroynd, at føroyskir bilførarar hava heims­ met - eru heimsins størstu amatørar, tá tað um henda sjálvsagda og mest einfalda ferðsluregul ræður. Tað tykist so gróðurfest hjá bilførarunum her heima ikki at brúka blinkljósini, at man skuldi trúð, at henda líkasæla og hesin dovinskapur var ein sjálvsagdur og náttúrligur partur av tí serføroysku ferðslumentanini. Vit ivast ikki í , at mong kunnu nikka játtandi við okkum í hesi staðfesting. Latið okkum øll tí ansa eftir og vara av hvørjum øðrum í tí nógvu og vandafullu jólaferðsluni og lova hvørjum øðrum, at óhapp og vanlukkur skulu ikki sleppa at oyðileggja føroysku jólini í ár. Bert við at hava hetta í huganum, tá vit seta okkum í bilin, kann hvør av okkum gera hetta til veruleika. DAGSINS MEINING Sosialurin Jólaferðslan - ansið eftir hvørjum øðrum VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Løgtingsins røðarapallur - eitt opið forum fyri út­spilling av almennum starvs­fólki? Gunnleivur Dalsgarð formaður í Starvs­ mannafelagnum Á løgtingsfundi seinnapartin 13. des., var 2. viðgerð av uppskotinum nr. 12/2005 um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpsnetið. At hetta eru íløgur, sum eru grund­ leggjandi neyðugar fyri, at kunna røkja og menna okk­ara egna kringvarp, sum flestu føroyingar eru góð­ir við og ynskja alt tað besta, er sjálvsagt og krevur hetta tískil undirtøku frá løg­ tinginum. Men - sum ikki eina­ferð - so fingu vit aftur eina stað­ festing av, at løg­tings­gáttin kann vera sera lág og at løg­ tingsfólk hava og fáa sera leysar teymar at hóreiggja sær við álopum, niðurgering og beinleiðis útspillingum av fólki í almennum størvum. Hesi fáa ikki møguleikan at svara aftur, meðan løg­tings­ fólk sjálvi eru væl og virði­ liga vard. Og tað sær út til, at for­ mannsskapurin bert talar at, um okkurt verður sagt nið­ ursetandi um hvønn annan í løgtingssalinum ella onkra aðrastaðni í húsinum, ella um okkurt hálvt illavorðið orð gleppur onkrum av munni frá talarastólinum. Hendan dagin hevði løg­ tingsmaðurin Hendrik Old eitt sera grovt og niðursetandi álop á tey, sum dagliga starv­ ast í SVF og sum royna, at gera eitt arbeiði til lýtar, undir trongum og torførum umstøðum, tí júst politiska valdið hevur lítlan áhuga og rygg til at skapa fortreytirnar fyri, at vit kunna hava eitt føroyskt sjónvarp, sum sømir seg fólki, sum vil kallað seg mentað og framkomið. At leggja hesi fólk undir ódugnaskap, onki at fáa av skafti, og at tey sita nøk­ ur og bert nýta tíðina til endursenda o.s.fr., soleiðis sum orðini hjá hesum løg­ tingsmanni ikki kundu skilj­ ast øðrvísi, er undir alt lág­ mark, og fara vit harðliga at átalað hesa niðurgerðing, samstundis sum vit eisini ákæra formannskapin ikki at gera sítt arbeiði til lýtar, tá slíkt kann fara fram uttan átalu. Vit hava krav uppá at fáa eina almenna frágreiðing frá formannskapinum, hví hetta letur seg gera og tað uttan at hetta verður átalað. At løgtingsfólk missa tam­­arhaldið á sær sjálvum og lata orðafloym og orða­ vavstur fáa ræði at sær, er nakað vit vanliga eru von við, men vit kunnu ikki góð­taka og venja okkum við, at formannskapurin í okk­ara lóggávutingið letur slík­t um seg ganga, uttan at vakna við og tala at! Hetta er alt ov vánaligt! Vit fáa so altíð at vita frá hesum somu, at umstøðurnar mugu verða í hásæti, fyri at kunna røkja tignina uttan um hetta sama ting. Vit góðtaka ikki, at starvs­ fólk, sum royna at gera sítt arbeiði til lýtar innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin sjálvur áset­ur, verða álopin frá løg­ting­sins røðarapalli við nið­ur­setandi orða­vavstri og bein­­leiðis út­spill­ing­um, og at for­mann­ skapurin ikki átalar slíka framferð. Heldur enn at bróta niður, átti alt at verið gjørt fyri vaksa um virðingina fyri lóggávuvaldinum, sum øll áttu at havt áhuga fyri,- ikki minst løgtingið sjálvt! Finnleif Guttesen Tvøroyri Niðurstøðan hjá flest øllum kundum má vera at tað hava teir, tí annars er tað okkurt heilt galið, at lækka rentuna nú, meðan altjóða rentan hækkar. Peningastovnarnir hava al­ment vátta, at teir hava ráð til hesa rentulækking og kundarnir føla seg tí sjálv­ sagt snýttar av, at hava goldið okursrentu í fleiri ár. Tað er eingin ivi um, at peningastovnarnir við be­ráddum huga hava tikið okursrentu, menn takka verði einum nýggjum stjóra í minsta peningastovninum, ið kom við nýggjum tilboðum til kundarnar, vóru hinir stóru peningastovnarnir noydd­ir at fylgja við. Endurgjald Orðataki sigur: tað sum er órættvíst vunnið, ber onga gleði. Støðan í dag vísir, at tað er ósatt, tá peningastovnarnir hava sagt við fjølmiðlarnar, at teir hava ikki rá til at lækka rentuna, tí munurin millum innlán og útlán er so lítil. Tí í dag hava teir lækka útlánsrentuna og hækka innlánsrentuna, so sannleikin frá teimum kann liggja á einum sera lítlum staði. Um tað er nakar moralur í peningaverðini, er ringt at siga, men at kundarnir hava krav uppá endurgjald, er tað eingin ivi um. Hava peningastovnarnir mjólkað kundunum? Opið bræv til løgtingsformannin