Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 11 Enn eru tølini fyri í ár ikki gjørd upp, men undanfarin ár vísa, at føroyingar undan jól- um keypa meira og meira av øli og víni. Og dunna er vanligi jóladøgurðin Jóladrykkir Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Føroyingum dámar væl eina bjór ella kanska helst vín til jóla. Og her verður kanska mest hugsað um jóladøgurðan. Vínmentanin er ikki gomul í Føroyum. Og før- oyingar hava neyvan av álvara tikið vínmentanina til sín, fyrr enn fyri fáum árum síðani. Kassamentanin, brenn- ivínskamtanin í kvartals- portiónum, hvarv og Rúsan kom. Og við henni nýggj mentan, nýggj drykk- imynstur. Øl og vín Gjørd upp í seldar litrar í desember, siga tølini hjá Rúsuni í desember í 2003 og 2004, at nøgdin av øli og víni økist. Í desember í 2004 var samlaða uppgjørda litratal- ið av ølið 144.034. Í des- ember 2003 var talið 140.228. Ein øking er at hóma. Tá talan er um vín, so hómast eisini ein øling. Í desember í 2003 var litratalið av víni 47.532, og í desember í 2004 var talið 48.882. Tá talan er um brennivín, so er tó eisini vøkstur. Litr- atalið sigur 14.236 í desem- ber 2004, mótvegis 13.792 í desember 2003. Men á Rúsdrekkasøluni siga tey, at sølan flytir seg meira til veikaru sløgini og tað hev- ur hon gjørt seinnu árini. Hetta ávirkar eisini søluyv- irskotið hjá Rúsuni, ið eis- ini stendur veikari. Men hinvegin tykist drykkimentanin so eisini hava flutt seg frá sterka brennivíninum og til vín og øl, ella veikaru sløgini. Tølini fyri í ár eru ikki gjørd upp, men sølan í krónum fyri november vísir eina lítla lækkin í mun til í fjør, somu tíð. Í november í 2004 var samlaða sølan komin uppá 86 milliónir og 470 túsund krónur. Í nov- ember í ár var talið nakað minni, nevniliga nakað om- an fyri 84 millónir. Men m. a. verkfall hevur okkurt at siga viðvíkjandi minkaðu sølutølunum. Dunna og nakkasteik Óivað er tað so í dag, at hjá mongum er ein útvald fløska av víni afturvið jóla- døgurðanum. Og jóladøg- urðin í ár er sambært slakt- aranum í SMS dunna og nakkasteik. Hetta halda tey hjá slaktaranum koma av, at dunna er ikki so dýr, meðan eittnú gás er dýrari uppá seg. Tí er tað dunna og nakkasteik, ið fólk flest keypa sum jóladøgurða í ár. Øl, vín og dunna