Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2005 11 VIÐMERKINGAR Marjun í Kálvalíð og Bergtóra Høgnadóttir Joensen vegna sosialráðgevafelagið Viðmerkingar frá Sosial­ ráð­gevarafelag Føroya til sendingina “Føroyar í dag” tann 13.12.05. Sendingin var um fólk sum gerast sjúk og missa førleikan heilt ella lutvís, og tær avleiðingar sum standast av hesum. Fyrst takk fyri at Útvarpið tekur hendan táttin upp. Vit, sum fakbólkur meta hetta at vera eitt sera stórt og týdningarmikið øki, sum ikki er nóg væl lýst, og sum fá geva sær far um, um ikki tey sjálvi ella onkur avvarðandi verður raktur. Eingin ivi er um, at hetta at gerast sjúkur ella at koma út fyri eini van­lukku og tessvegna fáa skerd­an før­leika, hevur sera víð­ fevndar avleiðingar fyri tann persónin tað rakar og ikki minst avvarðandi teirra. Sosiala trygdarnetið Okkara samfelag hevur eitt sosialt trygdarnet, sum er ætlað at lofta hesum fólkum, tá ið á stendur, men hetta kann eisini gerast ein tungur burður, sum vit hoyrdu í sendingini. Politiskt er lóggivið á hes­um øki, men vitanin hjá politikarum okkara um hetta evni, sýnist ikki at vera nóg holl og raðfestingin enn minni. Hóast lóggávan í dag fær hjálpt nøkrum teirra sum vera rakt av sjúku ella skaða­ tilburði eru tíverri eisini mong, sum ikki verða loftað av trygdarnetinum. Hvussu er støðan í dag? Tað er í dag soleiðis, at tá fólk gerast sjúk er møguleiki at fáa sjúkradagpening í í mesta lagi 40 vikur - um tú hevur arbeiðið ella fært veiting frá ALS tá tú gerst sjúkur. Tá sjúkradagpeninga­kvot­ an er nýtt, dettur tú í næsta trygdarnet, sum er forsorg. Alt gott um tað, men hevur tú ein hjúnarfelaga, sum hev­ur eina miðal inntøku og tí­skil skal forsyrgja tær, fært tú ongan pening frá tí almenna. Harvið er støðan nú hon, at tú hevur verið fyri óhappi, hevur mist títt starv, tína inn­ tøku og fakligan identitet og nú skal tú forsyrgjast. Afturat hesum kemur at sjúka og skaðatilburður mangan føra við sær eykaútreiðslur sum t.d. til heilivág. Ivasamt er kanska um familjan kann vera verandi í húsum sínum og børnini og familjan sum heild fáa als ikki teir møgu­ leikar, sum tey eru von við. Eingir biograftúrar ella møgu­leiki at ganga til ítrott og námsferðin saman við flokk­inum verður av ong­ um. So sum heild verður hin sjúki og øll familjan við meint rakt, tá sjúka ella skaða­tilburður kemur uppí. Sum onkur sigur “Tað krevur eina sterka heilsu, at gerast sjúkur!” Hvat hevði verið ynskiligt? Vit meina, at møguleiki í fleiri førum kundi verið fyri at fyribyrgt at hesu fólk endaðu á forsorg ella fullkomiliga uttan inntøku eftir hesar 40 vikurnar gjørligt er at fáa sjúkradagpening. Tá skuldu tær 40 vikurnar har fólk fáa sjúkradagpening ikki bara verið eitt útgjaldingarskeið. Í millum annað Danmark hevur í fleiri ár verið lógarfest, at fólk skulu til samrøðu í kommununi (svarandi til Al­mannastovuna) seinast 8 vikur eftir at tey eru vorð­in óarbeiðs­før. Til hes­­ar sam­ røður verður tos­að um støð­ una sum hon er, um samband er við arbeiðsgevaran, um samband er við yrkisfelagið hjá viðkomandi, um viðkom­ andi ætlar sær aftur til ar­beið­ is, um viðkomandi megn­­ar at arbeiða nakrar tímar um vikuna hóast við­kom­andi ikki megnar fulla tíð, ella kanska møguleiki er hjá viðkomandi at loysa nakrar uppgávur á arbeiðsplássinum, hóast ein ikki megnar all­ar upp­ gávurnar, kevði end­ur­búgv­ ing verið ein møgu­leiki ella um einasti og skila­besti møgu­leikin er fyri­tíðar­pen­ sjón. Sosialráðgevar eru út­lærd­ir til at ráðgeva, kunna og eisini gera eina muna­góða upp­fylg­ ing í mill­­um ann­að so­vorð­ num málum. Sjálvsagt, tá starvsfólkanormeringarnar eru til tess. Tí eingin ivi er um, at góðar starvs­fólka­­normer­ ingar eru ein sjálvfylgja um lógar­karm­urin skal broytast og nýggjar uppgávur verða latnar sosialráðgevum kring landið. Og hesi mál krevja holla vitan og nakað av tíð um málsviðgerðin skal vera rímuliga góð. Rúmligi arbeiðs­markn­ að­urin - eisini arbeiðs­ gevarar og yrkisfeløg Tað almenna - her verður hugs­að um Almanna -og heilsu­mála­ráðið og Al­manna­ stovuna - hava harvið ein týdningarmiklan leiklut, tá talan er um ein rúmligan arbeiðsmarknað. Arbeiðsplássini og yrkis­ feløgini eru avgjørt eisini alneyðugur leikarar á rúmliga arbeiðsmarknaðinum. Ein fortreyt hjá rúmliga arbeiðsmarknaðinum er at arbeiðsplássini hava ein vælskipaðan starvs­fólka­ politikk viðvíkjandi millum annað sjúku. Hesin politikkur skal ikki bara orðast, tryggj­ ast skal eisini, at hann verð­­ur nýttur tá starvsfólk gerast sjúk. Leiðarnir ella starvsfólkadeildir og álitis­ fólk mugu tryggj­að at so­ vorðið sum sjúkra­sam­røð­ur og møgu­leiki fyri um­legg­ ing av arbeiðsuppgávum og eventu­elt møguleiki fyri vard­um starvi er á arbeiðs­ plássinum. Boðskapurin hjá leiðsluni má vera, at ”vit virðismeta øll starvsfólk. Brúk er fyri teimum øllum, eisini teimum sum hava ein skerdan ar­beiðs­førleika vegna sjúku ella skaða”. Úr øðrum londum vita vit, at ein síðuvinningur av slíkum hugburði er, at hini starvsfólkini hugsa: ”Gott at eg arbeiði her. Um eg verið sjúk fara tey eisini at hjálpa mær”. Yrkisfeløgini hava eisini ein týdnigarmiklan leiklut, tá talan er um rúmliga ar­beiðs­ markanaðin. Tey mugu út­búgva serliga álitisfólkini til at nema sær vitan um, hvussu tey best hjálpa ein­ um sjúkum limi. Til døm­is at álitisfólkini kenna lógar­ karmin viðvíkjandi endur­ búgving, herundir vard størv og eisini duga og tora at tosa við limir, ið gerast sjúkir. Hvat nú? Hetta kvøldi í ”Føroyar í dag” vóru allir persónar og partar so sera samdir um at týdningarmikið var við einum rúmligum arbeiðsmarknað og at hugburðsbroyting var neyðug. Tað eru vit í sosialráðgevara­ felagnum púra samd við teim­um í. Lat tað vera sagt beinanvegin at talan verður um eina prosess, og at hon tekur tíð! Men tað hevði avgjørt sømt seg stak væl um almennu arbeiðsplássini - bæði land og kommunur - til tess at koma í holt við prosessina settu fólk við skerdum ar­ beiðs­førleika í eitt nú vard størv. Landsins stovnar kunnu ikki vænta at privati arbeiðsmarknaðurin tekur undir við ætlanini um ein rúmligan arbeiðsmarknað um ikki landið gongur á odda sum ein fyrimynd. Harafturat skal vera sagt beinanvegin, at hugburðs­ broytingar henda ikki á hes­ um øki um ikki peningur verður játtaður til tess. Undirritaðu starvaðust sum virkiskonsulentar í Dan­­­mark í ’90-unum, tá ætl­­­an­in um ein rúmligan ar­ beiðs­marknað var sett i verk har. Nyrupstjórnin setti tá heilt stórar og munagóðar peningaupphæddir til taks til skilagóðar verkætlanir sum allar vóru við til at fremja ein rúmligan arbeiðsmarknað. Verkætlaninar kundu bæði snúgva seg um at fyribyrgja at fólk gjørdust sjúk, varð­ veita tey sum longu vóru sjúk á arbeiðsmarknaðinum og eisini verkætlanir, sum høvdu til endamáls, at fáa tey inn á arbeiðsmarknaðin um ongantíð høvdu fing­ið ”fótin innum” á arbeiðs­mark­ naðinum ella høvdu mist tilknýti. Eisini bleiv bøtt um lógar­ karmin so arbeiðs­mark­nað­ urin av sonnum kundi gerast rúmligari. Ja, ríkiligt er at fara í holt við hjá øllum pørtum. Um onkur av pørtunum hevur hug til eitt prát ella kjak um felagsins royndir, meiningar og hugburð er bara at siga okkum frá. Vit eru altíð til dystin fús í sosialráðgevarafelagnun, at gera okkara besta til tess at tryggja ein nógv rúmligari arbeiðsmarknað í Føroyum. Góðan arbeiðshug og gleði­lig jól til okkum øll. Viðmerking til “Føroyar í dag” 13. des. 2005 Napolion Magnussen Miðvágur Slapp framat í Fimmar­an­ um mikudagin, men tíðin, ið lurtararnir fáa tilluta er avmarkað. Hetta er í fín­­asta lagi, tí ofta koma avsporaðar diskusiónir “á banan”. Eg hevði , sum verða man, meiri uppá hjarta, tí hesar reglur. Sum Anfinn Kallsberg segði, so er hetta ikki av til­vild, at hann kemur við tí nú, gloymdi bara at siga veruleikan. Hann manglar uppbakking í Norðoyggjunum, nú Jógv­an við Keldu bleiv út­­skiftur. Men hetta upp­ skoti er ikki hansara upp­ finnilsi, tað hava nógv fólk verði inni á hesum fyrr, serliga tá ið gjaldið í Vágatunnilinum skuldi ásetast. Men, sum hin segði, tak tú bara æ(ð)rina, bara eg fái lambið! Lisbeth Petersen er ímóti, sum vanligt er við fólkið, ið ikki eru beinleiðis rakt at hesum eykaútreiðslum. Argumentini hjá henni vóru sera tunn, øll sum eitt. Eitt nú tað, at Havnin ikki kann taka ímóti øll­um bilunum er ikki trupul­leik­ in hjá teimum, ið búgva uttanfyri. Tit skula bara syrgja fyri at útbyggja vega­kervið so hvørt sum tit draga fólk til. Tit vilja jú hava alt til Havnar, og so muga tit eisini taka ábyrgd av hesum! Tað átti ein fyrrverandi borg­ ar­stjóri í Havn kunna havt í huganum. Føroyar, og verðin sum heild, eru vorðin minni og minni samhaldsfast, og her er ein gyltur møguleiki at rætta nakað upp á tað støðuna. Landið letur skatta­lættar, men tekur teir inn­aftur aðrar vegir. Fleiri av hesum “øðrum veg­unum” eru púra burtur við, og vegskatturin er ein av teimum. Vit áleggja óskyld­ug­um fólkum at gjalda fyri nakað, sum tey ikki eiga so stóran part í. Hví skal svínoyingurin, sum ikki ein gang sleppur av oynni við bilinum, gjøg­num vegskatt gjalda fyri vegirnir, sum eitt nú Anfinn slítur? Og tá kann eitt nú Anfinn fáa stóran part av sínum brúki endurgoldið gjøgnum koyri­peningaskipan. Latið okkum nú verða eitt sindur rættvís og lata tey gjalda vegirnar, sum slíta teir. Lati okkum, í brúka vegirnar nógv eis­ ini gjalda nógv. Og um vit ikki halda tað verða ráðiligt at koyra, kunna vit taka bussin, sum so hevði fing­ið betri fíggjarligt grund­arlag fyri at røkja rutur sínar. Uppskotið er tískil at vit avtaka vegskattin, bumm­ gjøld og ferðaseðlagjøld við Strandferðsluni og í staðin leggja tað, tað kost­ar, omaná brennievni hjá bilunum, so tey sum brúka nógv, gjalda nógv. Vinningurin sæst aftur í fleiri liðum; vit fá fólk tá at keypa teir mest øko­ nomisku bilarnar, sostatt minni dálking og færri sjúkraviðgerðir har av. Samstundis, heldur enn at geva skeivt pla­ ser­að­­ar skattalættar, kundu vit avtikið eitt nú sjúkrakassagjaldið og lagt tað á skattin, tí tað er eitt gjald, sum øll muga gjalda fyri ikki at detta niður ímillum. Og tá tað enntá er lógarásett, er tað onki annað enn ein skattur. Tað næsta, vit skula fara at hyggja eftir, er gjaldanina av brennistøðunum. Tær kosta kommununum dýrt, og er tí upplagt at leggja eitt burturbeiningaravgjald á alt, sum verður innflutt. Um innflutningurin av einum smørpakka kost­ aði 3 - 5 prosent meira hevði ikki sæst aftur, men hevði verið nokk at av­hildið kostnaðin av brenni­støðunum. Tunnils-prát veitst tú ikki tað?