Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sunnudagin 4. desem- ber var árliga jólatil- takið á Sosialinum, har børn og vaksin fylkjast um jólatræið. Hetta var fyrstu ferð, at jólini hjá Sosiali- num vórðu hildin í Miðlahúsinum í Vágsbotni JÓLAHALD Eirikur Lindenskov eirikur@sosiaurin.fo – Jú mín sann! Róp kom í barnamúgvuna kring jóla- træið, tí nú sást Kjøtkrókur undir gomlu útvarpshúsu- num á Bryggjubakka. So hevði kann kortini funnið Sosialin, hóast hann ikki longur húsast úti á Argjum, men í Miðlahúsi- num í Vágsbotni. Í huganum á nógvum av børnunum, sum plaga at vera til jólahaldið á Sosiali- num, so býr Kjøtkrókur uppi á Kirkjubøreyni, tí til árliga jólahaldið sæst hann altíð koman oman Rossa- gøtu oman á Argjavegin, har Sosialurin hevði til húsa í 23 ár. Í Miðlahúsinum var rómur av børnunum, tá Kjøtkrókur settist í trapp- uni undir gomlu leyvuni hjá William Heinesen, sum ó- ivað hevur glett bæði hend- an jólamannin og pápa og mammu hansara við, tá tey vóru børn og keyptu jóla- gávur í gamla handlinum hjá Zacharias Heinesen, sum eisini helt til á hesum søguliga stað. Pakkarnir vóru sum vera man nógvir, bæði bilar og dukkur og mangt annað, sum gleða kann eitt barna- hjarta. Eisini varð dansað um jólatræið, og hart sungu børnini við um nissu- mammuna og nissupápan og um lítlu fittu nissuna. Sum vera man varð eisini sungið gleðilig jól og hinir kendur jólasálmarnir. Í morgin, leygardagin, verður aftur jólahýrur í Miðlahúsinum. Tí tá Jóla- skipið kemur kl 15 bjóðar Miðlahúsið seg fram sum jólahús – og dyrnar standa opnar fyri børnum og for- eldrum teirra, sum leggja leiðina hendanvegin – og á skránni verður jólatónleik- ur og anna jólaligt. 12 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Kjøtkrókur fann Miðlahúsið Sannur jólarómur var í Miðlahúsinum í Vágsbotni næstsíðsta sunnudag, tá Kjøtkrókur kom á vitjan - og hevði stórar posar við nógvum gávum til børnini… Tey eru so spent so spent, øll børnini, sum bíða, til Kjøtkrókur fer at rópa upp júst teirra navn, sum stendur á jólapakkanum Kjøtkrókur hevur funnið vegin fram til Miðlahúsið í Vágsbotni – hóast Sosialurin fyri fyrstu ferð heldur jólini í Vágsbotni. Seinastu 23 árini hava tey á Sosialinum húsast á Argjum. Jónas rópar so spendur »Hey Jólamaður!« Myndir: Jens Kristian Vang