Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bókablaðið - Misjavna dygdin er ikki eitt sereyðkenni fyri føroyskar bóka- útgávur. Heldur er hon ein treyt, um vit vilja hava ein fjøltátt- aðan bókamarknað, sigur Jógvan Isaksen, ritstjóri á Mentanar- grunni Studentafel- agsins BÓKAKJAK Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Jógvan Isaksen trýr ikki uppá, at meir ráðgeving og pengar kunnu tryggja eitt hægri støði á føroyskum bókaútgávum. Tað, sum vit fyrst og fremst hava brúk fyri, er eitt veruligt kjak millum bókafólk um, hvussu útgávuvirksemi í Føroyum yvirhøvur skal skipast framyvir, heldur hann. Fyrsta bókin skal til Sjálvur heldur Jógvan, at vit eiga at tryggja okkum, at so nógv og so ymisk for- løg, sum til ber, fáa møgu- leika at geva sínar bøkur út. - Tað inniber nátúrliga, at dygdin verður misjøvn, men við nøgdunum av út- gávunum økist eisini møg- uleikin fyri, at tær góðu verða fleiri og ikki minst, at tú kanst halda eitt vakið eyga við potentiellum góð- um høvundum. Vandin fyri, at ein av- markandi og stýrandi út- gávupolitikkur ger av við hesar møguleikar, er alt ov stórur, heldur Jógvan. Tí mælir hann eisini harðliga frá at fara víðari við tanka- num um at skipa eitt stórt alment forlag - eitt uppskot, sum meir enn eina ferð hevur verið frammi í kjaki- num um føroyska bókaút- gávu. Hansara royndir sum ritstjóri í út við 30 ár hava lært hann, at tað ofta skal ein bók til, áðrenn ein góð- ur rithøvundur veruliga fær luft undir veingirnar. - Tað vísir seg javnan, at bara tað at fáa eina bók út- givna gevur høvundanum neyðuga sjálvsálitið og ork- una til at fara víðari og gera tað betri næstu ferð. So ger tað minni, at dygdin á fyrstu bókini kanska var ivasom, um hon letur upp fyri víðari menning. Ávarar Mentanargrunnur Student- afelagsins hevur í ár givið 10 fagurfrøðiligar bøkur út. Samanumtikið er Jógvan nøgdur við útgávurnar, hó- ast hann ásannar, at onkur kundi verið meir heilskap- að. Øll handritini hava tó fingið drúgva viðgerð og ráðgeving frá forlagnum, og uttan iva hevur tað ofta bøtt um og verið ein hjálp hjá høvundunum, heldur Jógvan. Hinvegin er tað ein spurningur, hvussu nógva meining tað gevur at halda á at ráðgeva, um høvundur- in ikki hevur tað í sær, sum skal til. - Stjórin á rithøvunda- skúlanum, Poul Borum, plagdi at siga, at hann ætl- aði sær ikki at læra nakran at gerast rithøvund, tí tað er nakað, tú ert frammanund- an. Spurningurin er, hvussu tú fært tað fram, sigur Jógvan, og vísir á, at aftur her tykjast so nógvar og so fjølbroyttar útgávur at vera gongda leiðin. Jógan ásannar, at forløg- ini áttu at fingið so mikið av peningi at arbeitt við, at tey fáa arbeiðsfrið og eitt slag av undirskotstrygd. Men so heldur ikki meira. Tað kann vera freistandi at draga stórar almennar upp- hæddir inn í bókaútgávu, men vit mugu ikki gloyma, at tað tá oftast eisini fylgja politisk áhugamál við. Og tá eru veruliga vandi á ferð fyri eini einsháttan av skap- anarhuginum, sum ongin kann vera áhugaður í, ávar- ar Jógvan. Orðadrátturin var í løtum rættiliga hvass- ur við pallborðið á ár- liga bókadegnum í Norðurlandahúsinum herfyri, tá kjakast var um umstøðurnar, sum føroysk bóka- forløg virka undir BÓKAKJAK Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Hóast fólk tóktust vera á einum máli um, at korini hjá føroyskari bókaútgávu ofta eru ósømiliga trong, varð ongin niðurstøða gjørd á bókadegnum um, hvussu útgávuvirksemi best verður skipað í framtíðini. Fyribils kunnu vit bara staðfesta, at almenni stuðulin, sum verður latin er sera ójavnt býttur, og at tað eru fagurfrøðuligu bókmentir- nar, sum eru við skerdan lut. Løgtingssamtykt lógarbrot Á pallborðsfundinum legði Zakarias Wang hart út við at staðfesta, at verandi stuðul til føroysk bókafor- løg er ímyndin av ongum minni enn einum lógar- broti, samtykt av Føroya Løgtingi. Ójavnt býtti stuð- ulin er ikki bara kappingar- avlagandi, men beinleiðis í stríð við aðalreglur í kapp- ingarlógini, sambært Zak- arias. - Sum er, hava privatu forløgini ongan tryggjaðan rætt til part av almenna stuðlinum, men kunnu bert vóna, at teirra biddargongd til vinnulív og onnur gevur úrslit, segði Zakarias, sum í hesum viðfangi tók hattin av fyri fólkum sum Justinus Eidesgaard, sum eisini sat við pallborði Justinus minti tó á, at hann sjálvur var forleggjari av tvang heldur enn av huga. Eisini viðgekk hann bersøgin, at hansara forlagi neyvan hevði verið lív lag- að, var tað ikki fyri góðu undirtøkuna hansara bøkur hava fingið í vinnulívinum. - Eg vildi ynskt, at eg slapp at savna meg um at vera søgumaður heldur enn sølumaður. Sum støðan er nú, slepst ikki undan, at eg verði noyddur at hugsa líka nógv um, hvussu væl bókin fer at selja sum um dygd- ina, tá eg seti meg við skrivaraborðið, segði Just- inus, sum annars skeyt upp, at rithøvundar verða trygg- aðir okkurt slag av minstu- løn, so teir fingu arbeiðs- frið. Skeivt brúktur peningur Helena Dam á Neystabø á Føroya Skúlabókagrunni var tó ikki samd í, at tað eru alment stuðlaðu forløgini, sum avlaga kappingina á bókamarknaðinum. Hon vísti á, at Skúlabókagrunn- urin als ongan áhuga hevur í at ota seg inn á onnur bók- aøki og enn minni í at hava monopol innan skúlabóka- útgávur. Heldur enn at ill- neitast inn á hvønn annan og vilja hava pengarnar hjá hvørjum øðrum áttu for- løgini í felag at arbeitt fyri at fáa økt játtanina til bóka- útgáva sum heild, helt hon. Frá áhoyaranum varð gjørt vart við, at partur av peninginum, sum verður játtaður, ikki kemur bóka- útgávu til góðar í nóg stór- an mun. Her varð serliga skotið eftir Mentanargrunni Landsins, sum sambært stjóranum á Føroya Prent, brúkar alsamt minni pening til bókaútgáva, hóast játtan- in til grunnin er hækkað. Rói Patursson, formaður í Mentanarg r unninum, gjørdi vart við, at tað ikki ber til at leggja tølini so- leiðis fram, við tað at tey ikki leggja upp fyri teimum starvslønum, sum grunnur- in letur rithøvundum á hvørjum ári. Í hesum parti- num av kjakinum tóktist annars breið semja vera um, at best hevði verið við einum grunni, sum burtur- av tók sær av at fíggja bók- aútgávur. Hálvlidnar skaldsøgur Afturvendandi spurningur- in um vantandi viðgerð og ráðgeving av fagurfrøðilig- um handritum varð enn ein- aferð havdur á lofti við pallborðið. Stjórin á Bóka- søluni vísti á, at enn er tað onki forlag, sum hevur orku til burturav at taka sær av at ritstjórna fagrar bókmentir við tí úrsliti, at tað ár eftir ár liggja fleiri skaldsøgur í bókahandlinum, sum ikki kunnu metast at vera meir enn hálvlidnar. Spurningurin um, hvørt meir ráðgeving og pengar høvdu tryggjað eina betri góðsku á serliga fagurbók- mentunum, varð tó ikki viðgjørdur nærri við pall- borðið. Ivaleyst er hetta eis- ini ein spurningur, sum bókafólk hava rættiliga ym- iskar sannføringar um yvir- høvur. Misjøvn dygd er nátúrlig - Jú fleiri útgávur, jú misjavnari verður dygdin. Tað sigur seg sjálvt. Men tað økir eisini um møguleikan fyri, at tær veruliga góðu bøkurnar eisini síggja dagsins ljos, heldur Jógvan Isaksen, ritstjóri Føroysk bókaútgáva: Kappingaravlagandi bókastuðul Justinus Eidesgaard skjeyt upp, at rithøvundum verður tryggjað eitt slag av minstuløn, so teir um ikki annað fingu arbeiðsfrið. – Almenni kappingaravlagandi stuðulin til føroyska bókaút- gávu minnir mest um eitt lógarbrot, samtykt av Føroya Løgtingi, helt Zakarias Wang Mynd: Álvur Haraldsen