fríggjadagur 16. desember 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
19
Nr. 242 • fríggjadagur • 16. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Fyrsta royndin
við sonevndari
sportsnight var sera
væleydnað. Eini 40
fólk høvdu leitað sær
oman at kappast í
pool, airhockey og
borðfótbólti
Sportsnight
Jákup Mørk
Talan er sum so um nýtt
fyribrigdi í Føroyum. Aðra
staðni hevur tað í fleiri
ár verið vanligt at skipað
fyri kappingum í teimum
sonevndu bar-sports. Men
her heima hevur hetta
ikki verið serliga vanligt.
Einamest, tí tað ikki hevur
verið nakað stað, har fleiri
av kappingargreinunum í
hesum hava verið savnaðar.
Á Cippo fevndu kappingar
nar um borðfbólt, airhocky
og pool, men hvør veit, um
ikki dart, backgammon ella
kanska ein sports-quiz eisini
fara at koma á skránna í
næstum.
40 mans um borðini
Í øllum førum má stað
festast, at undirtøkan fyri
kappingunum var rættiliga
góð. Tað var ikki fyrr enn
mikukvøldið, at boðini um
hetta komu alment út, men
hóast stutta skotbráðið, so
vóru á leið 40 mans (eingin
kvinna var at síggja), sum
høvdu teknað seg.
Klokkan 20 fóru so fyrstu
dystirnir ígongd, og so var
bara at koyra á. Spenningurin
var øgiligur í fleiri førum, tá
luttakararnir við sveittabroti
stríddu seg fram ígjøgnum
cup-skipanina, sum var
galdandi hetta kvøldið.
Rópini høvdu til tíðir hug
at harðna, tá tað ikki gekst
eftir vild, og onkra tíð mundu
eiðirnir eisini fara sendandi
gjøgnum luftina. Hvussu
var og ikki, so eydnaðist
spakuliga at finna fram til
finaluluttakararnar. Og sum
so var talan um meira enn
bara ein dyst, tá finalurnar
stóðu á skránni. Umframt
vinningarnar til hvørt
kvøldið sær, sum Føroya
Bjór, Heineken og Sports-
Master lata, er eisini ein
enn størri høvuðsvinningur.
Nevnliga ein fótbóltsferð til
Champions League-fin al
una. Tann vinnarin verður
tó ikki funnin, fyrr enn øll
ítróttarkvøldini eru av.
Finalurnar í borðfótbólti
og air-hockey vórðu annars
skipaðar soleiðis, at spælt
varð best av trimum. Í pool
varð talan bert um tann eina
dystin, tá hetta jú er ein kapp
ing, har dystirnir gjarna taka
nakað longri tíð.
Men fram til tá, er lítil ivi
um, at spenningurin verður í
hæddini hóskvøld á Cippo.
Hondbólts
parið fer
til Íslands
Eyðun L. Samuelsen og
Andreas F. Hansen, sum
eru nýggju føroyingarnir
í altjóða høpi í hondbólts
døming, skulu nú undir sína
næstu altjóða uppgávu.
Hesa ferð er talan um
tveir dystir í EHF-Cup, og
verða hesir spældir í Íslandi
tann 8. og 9. januar. Talan
er um dyst í triða umfari,
og tað vil við øðrum orðum
siga, at nú eru sterku hond
bóltstjóðirnar eisini komnar
í part. Í veldugu høllini á
Hafnarfirði skulu teir báðir
føroyingar soleiðis døma
dystirnar millum íslendsku
Haukar og kroatisku Pod
ravka Vegeta, sum eru
styrkismettir, og tí nústaðni
gerast partur av kappingini.
At teir báðir longu nú
sleppa at døma dyst, har eitt
av styrkismettu liðunum er
við, er greitt tekin um, at
talan var um gott avrik,
tá teir fyri góðum mánaði
síðani fyri fyrstu ferð
dømdu altjóða dyst. Ta
ferðina var talan um dyst
í Noreg, og skoðsmálið
frá eygleiðaranum var
framúr gott. Stigevingin
fyri dómarar gongur upp
í 100, men tað er sera
sjáldan, at talið fer upp
um 90. Hjá Eyðuni og
Andreas segði stiggevingin
84 í fyrstu royndini, og
tað má metast sum væl
og virðiliga góðkent.
-mørk
Hørð kapping á Cippo
Pool er helst tann av
kappingargreinunum, sum er
best kend í Føroyum. Og tann
kappingin hevði eisini góða
undirtøku hóskvøldið
Heini Mortensen vann
greiðan sigur, tá kappast varð
í finaluni í fótbólti