fríggjadagur 16. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005
Flaggsøgan Merkið
eftir Niels Juel Arge, í
nýggjari og øktari út-
gávu, er ein snotilig
útgáva av eini virði-
ligari og viðkomandi
søgu
Flaggsøgan Merkið
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Flaggsøgan Merkið, sum
forlagið Tjarnardeild nú
gevur út í øktari útgávu, er
ein hugvekjandi og við-
komandi søga um stríðið
fyri viðurkenning av før-
oyska flagginum - ein bók
í føroysku sjálvræðisbíbli-
uni, sum ritjórin Jógvan
Arge tók til herfyri.
"Tag den klud bort!"
Søgan um viðurkenningina
av føroyska flagginum er
ung, og júst tí kann tað
verða torført at ímynda sær,
at so dramatiskar hendingar
veruliga fóru fram so stutt
síðani. Men Flaggsøgan
Merkið, megnar á hugtak-
andi og livandi hátt at lýsa
tær djúpu kenslur og sterku
politiskar
sannføringar,
sum eiga æruna fyri, at før-
oyingar í dag eiga sítt egna
Merkið.
Í bókini verður greitt frá,
hvussu føroyskir studentar í
1919 gjørdu vart við, at tað
ikki sømdi seg, at ein tjóð
ikki kundi siga frá sorg ella
gleði við sínum egna
merki, og tí settu sær fyri at
gera uppskot til føroyskt
tjóðflagg. Merkið veittraði
fyrstu ferð sama árið, og
sást fyrstu ferð á báti í
1920. Í 1923 veittraði tað
fyrstu ferð á føroyskum
fiskiskipi, og føroyskir
skiparar sigldu skjótt bert
undir Merkinum, men tað
kostaði teimum rættindi.
Á altingshátíðini á Ting-
vøllum í 1930 kravdi og
fekk danski forsætisráð-
harrin føroyska flaggið
strikað. Á Tinghúsvøllinum
í Havn rópti amtmaðurin:
"Tag den klud bort", tá Páll
í Kirkjubø hongdi Merkið
út av einum loftsvindeyga í
tinghúsinum 900 ára dagin
fyri falli Ólavs kongs.
Tað kom rættiliga til
skarpskeringar í 1940, tá
bretska hersetingarvaldið
ikki vildi lata føroyingar
sigla undir donskum flaggi,
men amtmaðurin kravdi, at
teir skuldu. Føroyingar
sjálvir aftraðu seg.
Eftir miklan gleim í
landsnevndini og í havnar-
gøtum avgjørdi bretski
konsulin tann 25. apríl, at
føroyingar skuldu sigla
undir Merkinum. Tað var
hátíðardagur í Føroyum.
Sæð frá bretskari síðu
Søgan hjá Niels Juul Arge
um stríðið fyri viðurkenn-
ing av føroyska flagginum
kom út fyrstu ferð í 1980.
Nú, hon er komin út aftur í
øktari útgávu, eru einar 30
síður lagdar afturat við til-
fari, sum høvundurin savn-
aði seinni. Millum annað er
útgávan dagførd við teim-
um
upplýsingum,
sum
komu fram í kanningarar-
beiðinum hjá Niels Juul
Arge av bretskum arkivum
í sambamdi við bøkurnar,
hann skrivaði um stríðsár-
ini. Sosatt síggja vit nú eis-
ini part av føroysku flagg-
søguni, sum hon sá út frá
bretskari síðu.
Um orsøkina til at bókin
nú verður givin út av nýggj-
um í dagførdari útgávu,
segði Jógvan Arge, ritstjóri,
í sendingini Kultura herfyri
- Man kann óræddur siga,
at søgan um, hvussu føroy-
ingar skaptu sítt egna
Merkið, hvussu tað bleiv
viðurkent av øðrum og før-
oyingum sjálvum, er ein
bók í føroysku sjálvræðis-
bíbliuni. Tað er ikki bara
umráðandi at halda fast í
hesi søguni, men eisini at
vit hava møguleika at koma
fram at henni.
Ein bók í føroysku sjálvræðisbíbliuni
– Tað er ikki bara umráðandi at vit halda fast í men eisini at vit hava møguleika at koma fram
at søguni um føroyska Merkið, sigur Jógvan Arge, ritstjóri, nú forlagið Tjarnardeild gevur út
økta útgávu av Flaggsøgan Merkið eftir Niels Juul Arge