fríggjadagur 16. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 242 - 16. desember 2005
Leygarkvøldið verður jóladans
ur við All That Rain í dansi
stovuni í Sørvági. All That Rain
eru kendir fyri at fáa rætiligt
lív í fjøldina, og hetta sleppa
áhoyrarirnir eisini at kenna á
sínum egna kroppi.
Umframt vælsvingandi dansi
tónar frá bólkinum verður eisini
diskotek. All That Rain spæla
nýggjan popp og rokk tónleik,
men nú talan er um jóladans,
verður óivað okkurt eldri jólalag
eisini at hoyra í dansistovuni.
Tiltakið byrjar klokkan 23.00.
nud
Petur J. Eliasen og Niels Mid
jord fara týskvøldið kl 20, at
undirhalda í Miðlahúsinum
við løgum eftir Kingo og
Evert Taube. Petur og Niels
eru partar av sangbólkinum
Kingomenn, og tiltakið er í
sambandi við, at Kingomenn
fyri stuttum útgóvu eina
eskju við fýra fløgum við
kingoløgum.
Føroyski
mentanararvurin verður her
blandaður við Evert Taube
løg, ið serliga í tolkingini hjá
Herman Jacobsen hava fingið
eitt serpláss í føroysku tilvitsk
uni.
nud
All That Rain spæla
til jóladans í Sørvági
Kingo og Evert Taube í Miðlahúsinum