fríggjadagur 16. desember 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2005
21
Bókin er ein sameining av lærubók og upp-
slagsverki, sum er býtt sundur í støddfrøðievni,
sett í bókstavarað. Evnisskrá er við øllum
støddfrøði orðum og støddfrøðihugtøkum og
ein føroyskur-danskur orðalisti og ein danskur-
føroyskur orðalisti eru í bókini. Bókin er ætlað
næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga
arbeiðinum við støddfrøði. Hon inniheldur tað,
sum brúk er fyri í fólkaskúlanum. Bókin er eisini
ætlað foreldrum og øðrum, sum hava áhuga fyri
støddfrøði, at nýta sum handbók í almennari
støddfrøði.
Ársins fakbók
setur nýggj mát - heima og í skúla
Nýggja bókin ”Støddfrøði.
Handbók” eftir Mortan Dalsgarð
og Edvard Olsen er valaverk og
verður uttan iva ein góð hjálp hjá
næmingum fólkaskúl ans í dagliga
ar beiðinum við støddfrøðini.
Bókin ”Støddfrøði. Handbók”,
sum Skúlabókagrunnurin gevur út,
verður eisini loyvt hjálparamboð
til skrivligu fráfaringarroyndirnar
í støddfrøði í 9. og 10. flokki.
Støddfrøði Handbók
Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen
Støddfrøði. Handbók er 272 síður,
innbundin og kostar 160,- kr.
Skúlar, sum keypa bókina beinleiðis
frá Bókamiðsøluni, fáa 15% í avsláttri.
Janus Jensen
undirvísingarleiðari í
Mentamálaráðnum