Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 22 - 2. februar 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 22 - 2. februar 2000 5 ferðir um vikuna GEVIÐ GÆTUR: Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 25,- kr. í ❑ frímerkjum, ❑ krossaðum kekki fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðsluni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. ❑ Týsd. ❑ Mikud. ❑ Hósd. ❑ Fríggjad. ❑ Leygard. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tekstur: …………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ………………………………………………… Bústaður: …………………………………………… Bygd/býur: ……………………… Tlf.: …………… Sendið lepan, mynd og gjald til: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76, 110 Tórshavn Merkið bjálvan: »NØVN NÚ« ✁ ✃ 25,- kr. T¿kk Heilsanir Gó›i Kjartan Eitt stórt tillukku vi› 6 ára degnum. Vit gle›a okkum til ein gó›an og stuttligan fø›ingardag. Kærar heilsur til tín frá mammu P.S. Hetta var ein gó›ur síladagur í Sumba Gó›i abbi Hjartaliga tillukku vi› tí runda degnum 1. feb. Her liggi eg gott. Eisini tilllukku til ommu vi› degnum, i› var 24. jan. Takk fyri at tit eru so gó› vi› meg. Heilsan Mariann Gó›u omma og abbi Hjartaliga tillukku vi› degnum 1. feb. og 24. jan. Vóni at tit fáa nógv gó› ár afturat. Takk fyri at tit eru so gó› vi› okkum. Heilsan Bogi og Bár›ur Gó›a Susan Takk fyri í summar, ta› var hugnaligt. Hjartaliga tillukku. Heilsan nøkur vinfólk Gó›i Tummas abbi Hjartaliga tillukku á 65 ára degnum, sum var leygardagin. Ynskja tínir 6 abbasynir Gó›i Jóhan Hjartaliga tillukku vi› 21 ára degnum 29. jan. Kærar heilsanir tín xxxxx P.S. Ert tú vakna›ur nú? Vit vilja takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt gjørdu brúdleypsdag okkara, tann 24. juli 1999, ógloymandi. Gott n‡ggjár. Heilsan Marita & Rúni TELDA v/ 15" skermi, 484, 6.6 mHz, ljóðkort v/ hátalar- um, 16 mb ram Windows 95, 1.24 nálaprintari, mo- dem t. internet. Tlf. 444619 ella gsm 218619, 220118 TELDA K6-2 400 mHz, 64 MB RAM, 6,4 GB HD, 17" skerm, 56K modem, nógv fylgir við. Prísur 8.000 kr. Tlf. 216676 Tónleikur BILSTEREO til sølu. Ein Philips fløgu- spælari RC 628 til sølu fyri einans 1.800,- kr. Tlf. 313738 EIN Maison bassur við 4 str. til sølu og ein Marlin guitar, fer fyri hægsta boð. Tlf. 441401 EIN VÆLHILDIN 5 STREINGJA Banjo av slagnum Wash- burn til sølu fyri 4.000 kr. Kuffert fylgir við. Tlf. 314384 & 286653 EIN VÆLHILDIN MANDOLIN av slagnum Aria til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 314384 & 286653 FORSTERKARI Ein Sony integreraður Digital Dolby surround for- sterkari 4x110 w og 2x15 w og eitt sett av Jamo Bx 200 hát. 380 w, fyri 4.000 kr. ella hvør sær. Tlf. 220744 MARANTZ 2x10 bånds equalizer med spektrum analyzer. Ma- rantz båndoptager, samlet 2.500,- Tlf. 319868 TIL SØLU Ein bass kanón av slagn- um JBL, lítið og onki brúkt. 200 watt ps til bil, 2.000 kr. Tlf. 422358 TRUMMUSETT ynskist til keyps. Alt hevur áhuga. Tlf. 211288 ella 314610 Ymiskt 12. MAÐUR! Vit hava fingið nýtt tlf. nr. sum er: 213212. 12. maður, tlf. 213212 AKVARIUM Eitt akvarium 60x25x35, við tilbehoyr og við ekstra pumpu, til sølu fyri 400 kr. Tlf. 319912 APEX FERÐASEÐIL til Keypmannahavnar og aftur til sølu fyri 2500,- Skal nýtast áðrenn 7. sept. ár 2000. Tlf. 333955 ARKIVSKÁP Er onkur, ið hevur eitt arkivskáp bíliga til sølu. Vinaliga ringið á tlf. 313738 VIDEOFILMAR til sølu. Tlf. 456667 CREAMY Hevur onkur 1 til 4 billettir at selja okkum, so vinarliga ring tlf. 457936 EG HAVI telefonkort frá umleið 80 londum býti um við føroysk telefonkort. Eg keypi fegin føroysk og íslendsk tele- fonkort (brúkt) Góður prís- ur verður givin. Tlf. 086 150 140 YNSKIST Kamin, umleið 4m ynskist. Tlf. 315062 FARTELEFON A.P. Philips 450 MHZ til fastmontering í bil ella bát til sølu fyri 2500 kr. Tlf. 218778 FARTELEFONIR NMT 450 og NMT 900 bíliga til sølu. Ymist tilhoyr er við í prísinum. Tlf. 282116 FØROYA TELE-CUP Innandurakapping í fótbólti fyri menn, 16 ár og eldri verður í Ítróttarhøllini í Runavík vikuskifti 5. til 6. febr. tilmelding á 448274/ 448068 frá kl. 20.00 til 21.00, seinasta freist er 3. febr. B68 fótbóltur GARAGUHURÐ 3,10X2,10 við fjarstýring. Kr. 6.000. Páhangsmotorur, Johnson 5HK, kr. 5.000 og eitt køli- skáp 700 kr. Tlf. 315062 KOMPLET antik kgl. postalín »Frisen- borg« 12 pers. til døgurða og kaffi, prísur 15.000,- Antik bestik »Rio« 12 pers. til døgurða/kaffi, 12 pers. prísur 15.000,- Bill.mrk. 792762 KUBBAKAPPING Árliga innandurakappingin hjá Skála Ítróttarfelag fyri yngru deildirnar verður 5. og 6. feb. Skála Ítróttarfelag KØLIREOL við externum kompressara til sølu. Breidd 250 cm. hædd 200 cm. Tlf. 315528 LORVÍKSINGAR Í samb. við »Sólarkaffi« 13.2. verða »Gamlar myndir« frá seinasta ári aftur at síggja. Um onkur hevur eldri ella yngri áhugaverdar myndir um útróður, fiska-/sildaarbeiði ella sovornar sum hava við fiskivinnu at gera, gerið so væl at siga Áslak, Hákun ella Jógvan Elias frá áðr- enn 5.2. Bygdarhúsfelagið MÍN BESTIKSAMLING »Liss« (rustfrítt stál 18/10) bleiv ongantíð fullfíggjað og er tí til sølu. Er ongantíð brúkt. Tlf. 444260 eftir arb. tíð MOTOROLA NMT 900 fartelefon ringir og ristir, vanligur ladari, borðladari og til bil, til sølu fyri 700 kr. Tlf. 333445 ella 211445 NOKIA 5110 GSM, gulan ella svartan front, leður-euti, bara 1000,- kr. Tlf. 212212 ÚTSØLA Hjá Torgerð Suðuroy Áarvegur 14 Gull-silvur (eisini til før. búnan) gávu- lutir-antik, møblar o.a. alt til 1/2 prís. sp/f Alvi Áarvegur 14 Tlf. 319546 VINDEYGA v/ termorúti std. 120 cm. br. og 150 cm. h. kann avheintast fyri 1200 kr. Tlf. 282116 YNSKIST Snikkarabonkur ynskir til keyps. Tlf. 321343 Partarnir mangla siðvenju og reglur til at loysa trætur Fríggjadagin var Arbeiðsmarknaðardagurin og umrøðuevnið á degnum vóru sáttmála- samráðingarnar, og endamálið var, í felag, at finna fram til ein betri og møguliga annan samráðingarhátt enn tann, sum higartil hevur verið nýttur, skrivar Vinnuhúsið í tíðinda- skrivi Í tíðindaskrivi frá Vinnu- húsinum verður greitt frá, at nevndir fyri arbeiðstak- ara- og arbeiðsgevarafeløg vórðu bjóðaði at luttaka á degnum. Undirtøkan var stór við 150 fólkum, um- framt teimum, sum løgdu fram. Dagurin byrjaði við at Jógvan Jespersen bjóðaði vælkomin og greiddi frá degnum. Síðani greiddu partarnir á arbeiðsmarknað- inum frá sínari fatan av fyr- imunum og vansum við ver- andi samráðingarskipan, og teir hugleiddu eisini um, hvussu samráðingarnar bet- ur kunnu skipast. Thomas Magnussen, deildarstjóri á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, segði, at tað eru 32 sáttmál- ar á tí almenna økinum, sum lønardeildin fyrisitur. Hann helt, at tað eru ov nógv fel- øg. Hetta er sera tíðarkrevj- andi og minkar um teirra møguleika fyri at menna og viðlíkahalda sáttmálar. Hann segði eisini, at tað bara er tað eina felagið, sum ger tann fyrsta sáttmálin, sum hevur ávirkan á lønar- karmin. Av serligum trupulleikum vísti hann á, at semingslóg- in ikki er galdandi fyri tað almenna, og at partarnir mangla siðvenju og reglur til at loysa trætur í sáttmál- askeiðnum. Visiónin hjá Lønardeildini fyri komandi samráðingarnar er, at sam- ráðingarnar eru við eitt meginfelag ella felags- samráðingarnevnd. Tungar og torførar Gunnleivur Dalsgarð, for- maður fyri Starvsmanna- felagnum segði m.a., at allir partar eru uttan iva samdur um, at sáttmálasamráðing- arnar tey seinastu árini hava verið serstakliga tungar og torførar, og at ábøtur mugu gerast. Hann vísti á, at høv- uðsorsøkin til, at samráð- ingarnar gingu illa og tóku alt ov langa tíð, er, at sam- ráðingaruppleggini í nógv- um førum vóru alt ov vána- lig og ov illa fyrireikaði, - hetta ger seg fyrst og fremst galdandi á almennu arbeiðs- gevarasíðuni, men eisini í ávísan mun á fakfelagssíð- uni. Hann helt, at tað er um- ráðandi og neyðugt, at sam- ráðingarnar verða meira skipaðar, tí nógv av mál- unum eru av felags áhuga og týdningi fyri fakfeløgini- til dømis arbeiðstíð, frítíð v.m. Samstarvið millum fel- øguni eigur at útbyggjast til eitt „samráðingarráð“, sum skal savna allar upplýsingar frá øllum fakfeløgunum so- leiðis, at tey krøv og ásetn- ingar, sum eru felags, kunnu samskipast og skapa grund- arlag fyri einari felags sátt- málaáseting, har áhuga- málini eru samanfallandi. Samstundis skal hetta ráð eisini loypandi verða kunn- að, meðan samráðingar hjá teimum ymsu feløgunum fara fram. Órímiligt lutfall Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, vísti á, at tað er órímiligt lutfall mill- um samráðingar og lítla samfelag okkara, og at tað ofta eru stórar samráðing- arnevndir, og tí truplari at finna eina semju. Trupul- leikin er eisini, at samráð- ingarnar ofta ikki byrja fyrr enn beint áðrenn „dead- line“, og at tað ikki eru verðuligar royndir at finna loysnir innan semingsstovn- urin kemur uppí. Hann mælti til skipaða ætlan fyri samráðingunum, og at tað verður eitt realist- iskt tal av broytingum/økj- um, ið verða viðgjørt. Som- uleiðis at øll krøv skulu vera endaliga løgd fram í góðari tíð, og at at krøvuni skula verða grundgivin og realist- isk. Harafturat mælti hann til høvuðsavtalur ella reglur fyri skipaðari uppsøgn av sáttmála og broyttar reglur fyri seming. At enda mælti hann til, at báðir partar vísa størri samráðingarvilja og tora at taka ábyrgd, at allir partar semjast um at seta ein bólk at fáa skipaðar karmar fyri samráðingar og meira samstarv í tí dagliga. Ikki stundir Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði, at størsti vansin við verandi skipan er, at verulig gongd ikki kemur á sátt- málasamráðingarnar fyrr enn sáttmálin er við at fara úr gildi, og hetta merkir aft- ur, at partarnir í veruleika- num ikki hava stundir út í æsir at viðgera tey sáttmál- akrøv, sum liggja á borði- num. Hetta ber í sær, at ofta verða sáttmálaorðingarnar alt ov illa orðaðar. Og júst hetta við at hava veruligar stundir at sam- ráðst er kanska tað mest týdningarmikla, tá ið tosa verður um, hvussu samráð- ingarnar betur kunnu skip- ast, helt Ingeborg Vinther. Víðari segði hon, at tað utt- an iva vildi lætt um sáttmál- asamráðingarnar um nærri samstarv var millum fakfel- øguni, og at man kundi gjørt meira við hetta, at ein ella tveir persónar frá hvørjum av pørtunum tóku upp ser- ligar spurningar, og síðani løgdu fyribilsúrslit teirra fyri teirra felag. Ov ofta Seinnaparturin byrjaði við John Rajani, sum vísti á trupulleikarnar í dag: Part- arnir hava ov fáar realitets- samráðingar, áðrenn biðið verður um at fáa semings- fólk uppí og at ov lítil sam- skipan fer fram, tá samráðst verður. Hann helt, at sem- ingsfólk verða boðsend ov ofta, og at vandi er fyri at broytingarnar í sáttmálu- num ov ofta eru fáar og oft- ast snúgva seg um upp- hæddir, og at ov nógv tíð verður brúkt til sáttmála- samráðingar. John Rajani spurdi, hví støðan er so: Um talan um ein vana sum er ringur at koma burturúr? Um ar- beiðsgevarafeløgini eru ov veik, tá talan er um sam- ráðingarsamskipan? Um verkamannafeløgini eru smá kongaríki, ið helst ikki vilja samstarva hvørt við annað? Av tilmælum mælti hann til, at semingsmannaskipan- in eigur at fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og at reglurnar um val av sem- ingsmonnum og tal av sem- ingsmonnum eiga at verða broyttar. Víðari segði hann, at reglur eiga at verða fyri, hvussu semingsmenn skipa arbeiði sínámillum, reglur- nar sum áseta tíðarskeiðið, ið semings-maður kann leingja sáttmála, eiga at verða broyttar, reglurnar um uratkvøðugreiðslu eiga møguliga at verða broyttar og møguleikin fyri at binda saman fleiri semingsupp- skot eigur at verða kannað- ur. Niðurstøða Frá bólkaarbeiðinum vórðu hesar niðurstøður gjørdar: Nei til meginfeløg, men samstarv, samband og sam- skipan er neyðug. Arbeiðs- gevarin eigur at økja sína realitetsfatan av, hvat liggur í krøvunum hjá fakfeløgu- num. Samráðingarnar skulu snúgva seg um lønarviður- skifti, skipan av arbeiðstíð - frítíðarviðurskifti, eftir- útbúgving, seniorpolitikk, høvuðsavtalur og eftirlønar- viðurskifti. Samráðingarnar enda við semingsmonnum, tí at tað verður byrjað ov seint, endaligu krøvuni koma ov seint, manglandi virðing, manglandi sam- skipan millum feløgini og órealistisk krøv. Víst var eisini á, at nevndirnar eru ov illa fyrireikaðar, mangl- andi ábyrgdarkensla (frá báðum pørtum), ótti fyri at taka tungar avgerðir og ov lítið álit partanna millum. Viðv. høvuðsavtalum kundi stór ósemja staðfestast. Nevnd Starvsmannafelagsins savnsmynd