Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005 Hann kom út fyrstu ferð í 1928 og liggur í løtuni sum nummar eitt á metseljaralistanum hjá Bókasøluni. Væl umtókti Álmanakkin er ein áhugaverd útgáva av føroyskum mentanararvi í modernaðum hami ÁLMANAKKIN Seinnu árini hevur gamli Álmanakkin, sum flestu føroyingar munnu kenna, fingið eitt alsamt meir modernað snið. Ritstjórin, Erling Isholm, dylur ikki yv- ir, at hetta kemst av, at kappingin við hetta slagið av útgávu er harðnað seinnu árini. Hinvegin sær Erling tað framvegis sum sína týdningarmiklu uppgávu at varveita tann siðbundna partin av Álmanakkanum, eitt nú gomul mát og dagaheiti, sum kunnu vera torfør at finna aðrastaðni. Aftur til Føroyar Álmanakkin kom út fyrstu ferð í 1928, og var hann fyrsta prentuppgávan hjá prentstovuni í HNJ Bókahandli. Vaksandi krøvini til prentið gjørdu tó, at prentingin sum frá leið varð flutt uttan- lands. Álmanakkin 2006 er sostatt tann fyrsti í fleiri ár, sum er prentaður í Før- oyum, og er tað Føroya Prent, sum nú hevur uppgávuna um hendi. Álmanakk- in verður prentaður í 5000 eintøkum, og man tað uttan iva verða størsta upplagi av slíkum slag í Føroyum. Umframt upplýsingar av meir almennum áhuga, so sum hagtøl, yvirlit yvir stovnar, fólkanavnalistan a. o., vendir Álmanakkin sær sum vant til vinnuna á sjógvi og á landi. Í fyrsta parti er m.a. sjálvur álmanakkin, yvirlit yvir sól- og mánastøður í árinum og tað, sum vert er at vita um gongustjørnur og annað á himmalhválvinum í 2006. Síð- ani koma nógv nýttu streymkurvarnar, talvan við vestfalskyrrindunum og streymkort saman við lista yvir motorbátar undir 20 tons. Listin við skipum yvir 20 tons er aftur í ár prýddur við myndum av skipunum. Í hesum pørtunum eru sum vant nógvir aðrir hentir og dagførdir upplýsingar av al- skyns slagi til sjóvinnuna. Tilfarið um landbúnaðin, alivinnuna og oljuvinnuna er eisini dagført, og tað eru nógvu hentu upplýsingarnir aftast í álmanakkanum sjálvandi eisini. ave LEIKHUSJÓL Allan jólamánaðin á tamb hevur lív og góður rómur verið í Sjónleikarahúsinum í miðbýnum í Havn. Vøkru ljósperurnar, stóri jólamað- urin úr træ og mongu upp- sløgini, ið prýða húsini, benda á, at jólini eru byrjað í Sjónleikarahúsinum og at Leikhúsjól eru á skránni. Eins og undanfarin ár hevur Sjónleikarahúsið í Havn aftur í ár boðið børn- um sum gomlum til Leik- húsjól. Í Sjónleikarahúsi- num gera tey vanliga nógv burtur úr hesum tiltaki. Í ár er tað navnframa og ikki minst dugnaliga Elin á Rógvu, ið bæði hevur skrivað handritið og leik- stjórnað Leikhúsjólunum 2005. Elin á Rógvu hevur eftir hondini sett nógvar sera væl umtóktar barna- leikir á pall - t.d. "Kúlla Knút" og "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum" - og Leikhúsjól í ár bera eisini brá av hennara skilagóðu, skemtiligu og góðu upp- setingum. Mýs, fittar nissur og harðir dreingir Leikhúsjól í ár snúgva seg um tríggjar mýs, ið tíverri eru noyddar at flyta úr Sjónleikarahúsinum eftir at hava búð har í mong harr- ans ár. Mýsnar mugu flyta av teirri orsøk, at gamla loftið í salinum, har tær al- tíð hava búð, brádliga varð tikið niður. Nú er tað opið upp undir tróðrið, og mýsn- ar eru heimleysar, og eru tær rúkandi óðar inn á leiðsluna í Sjónleikarahúsi- num um hetta. Nú mugu tær út í óvissuna, ið valdar uttan fyri Sjónleikarahúsið, har bilar, hundar og onnur gera teimum ónáðir. Men mýsnar eru ikki so tollutar, sum tær kanska tykjast. Við hjálp frá fittum nissum, ið duga væl at syngja, finna tær upp á ráð, soleiðis at tær kunnu verða verandi í besta heiminum í verðini - Sjónleikarahúsinum. Hugnalig Leikhúsjól Ikki er tað pláss fyri so nógvum áskoðarum til hvørja sýning, men hetta ger tað eisini hugnaligt. Stólarnir eru settir á ser- stakan hátt í tveimum røtt- um røðum, ið møtast á miðjuni - í vinkul. Og leik- ararnir spæla á gólvinum, har áskoðararnir sita, og eru alla tíðina bert góðan metur frá fremstu áskoðar- unum. - Júst hetta ger sýn- ingina meiri livandi og á- hugaverda. Jólaleikurin varir í umleið trý korter og er á tann hátt ein hóskandi stuttur leikur fyri børnini. Væl vitjað Í flestu førum hava Leik- húsjól verið væl vitjað, og soleiðis hevur tað eisini verið í ár. Útselt hevur ver- ið at kalla til allar sýningar- nar, og hóast tey í Sjón- leikarahúsinum longu fyrst í vikuni lýstu við útseldum eykasýningum, gongur tel- efonin í húsinum enn heit, siga tey. Álmanakkin metseljari Eingi jól uttan Leikhúsjól