Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2005 23 Leiðari til barna- garðin á Gásamýri Leirvíkar Kommuna søkir eftir dagstovnaleiðara til barnagarðin at byrja 1. februar 2006. Arbeiðið er 40 tímar um vikuna og umsøkjarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Ì barnagarðinum á Gásamýri eru 32 børn í aldrinum 3-6 ár og í frítíðaransingini eru 24 børn, sum ganga í 1. og 2. flokki. Vit ynskja at tú: • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samskipa og ert fyrikomandi • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu • hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð • kanst arbeiða sjálvstøðugt. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum ummælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. desember 2005. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Almennir fundir hjá Leirvíkar Bygdarráð í 2006 Fundirnir eru kl. 19.30 í bygdarráðshúsinum. Mánadagin 23. januar Týsdagin 28. februar Mánadagin 27. mars Mánadagin 01. mai Mánadagin 29. mai Mánadagin 26. juni Mánadagin 4. september Mánadagin 2. oktober Mánadagin 30. oktober Mánadagin 27. nov. Hósdagin 14. desember Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Leirvíkar Kommuna 520 Leirvík Arbeiðsfólk søkist Søkt verður eftir einum tímaløntum arbeiðsfólki til viðlíkahald av vegum, kloakkum, vatni og til annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi. Umsøkjari við handverkaraútbúgving og sum er vanur at koyra maskinu s.s. rennigravara hevur fyrimun. Dentur verður lagdur á, at viðkomandi, ið settur verður í starv, er nærlagdur, samstarvshugaður og annars hevur hug og hegni at røkja bygdina væl. Starvið verður roknað sum fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 443006. Umsókn við skjølum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. desember 2005. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík www.sosialurin.fo