fríggjadagur 16. desember 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005
Tey flestu munnu
kenna kristiliga tíðar-
ritið Leirkerið. Aftan-
fyri stendur forlagið
av sama navnið, sum
júst hevur givið út
stóra myndabíbliu
fyri børn
LEIRKERIð
Lítla forlagið Leirkerið í
Gøtu hevur nú heili 20 ár á
baki. Hóast útgávurnar ikki
eri so nógvar um árið,
munnu flestu føroyingar
kenna bæði tíðarritið Leir-
kerið og onkra av bóku-
num, teir báðir ritstjórarnir
Zacharias Zachariassen og
Flóvin Tyril hava greitt úr
hondum hesi árini.
600 limir
Nýggjasta
útgávan
hjá
Leirkerðinum er Mynda-
bíblian, sum Erla Bergham-
ar hevur týtt úr enskum.
Bókin er ætlað børnum í 1-
10 ára aldri, og í henni eru
søgur úr gamla og nýggja
Testamenti við spurningum
til. Eisini hevur forlagið
júst endurprentað eina av
sínum best umtóktu bók-
um, nevniliga Dagsins Orð
eftir Svenning Tausen, sum
kom kom út fyrstu ferð í
1999 men hevur verið út-
seld í tvey ár.
Av stóru bókunum, sum
forlagið hevur givið út hesi
árini, kunnu nevnast bókin
um Edvard í Svínoy og
Bíblian á føroyskum í hálva
øld, sum Zacharias Zachar-
iassen hevur skrivað.
Bøkurnar hjá Leirkeri-
num eru at fáa í bókabúðu-
num, men verða annars
sendar teimum meir enn
600 limunum í bókaringi-
num hjá forlagnum, so
skjótt tær eru komnar út.
Soleiðis verður tryggjað, at
forlagið fær fyri útreiðsl-
urnar innan stutta tíð, og tí
kann fara undir næstu út-
gávu. Endamálið hjá for-
lagnum er at breiða tann
kristna boðskapin til børn
og vaksin við bæði evange-
liskum, lærandi og upp-
byggjandi lesnaði.
ave
Ongi jól í Føroyum
uttan hugnaligu Jóla-
boð, sum í ár hava 65
ár á baki. Jólaboð
2005 frá Bókadeild
KFUMs er sjálvandi
longu komið, og hes-
ar dagarnar roynir
forlagið seg eisini við
eini heilt nýggjari út-
gávu um Robinson
Krusoe
Bókadeild KFUMs
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Útgávuviksemið hjá KF-
UM byrjaði longu í 1940, tá
fyrsta Jólaboð kom út.
Undir krígnum var nevni-
liga sera smátt við føroysk-
um útgávum, og tí hildu
stigtakarnir tað vera vert at
royna seg við einum savni
av søgum og siðsøguligum
tilfari, hóast útlitini fyri, at
útgávan fór at bera seg, ikki
vóru av teimum bestu.
25 ár sum ritstjóri
Tað gekk tó betur enn
væntað og Jólaboð er kom-
ið út á hvørjum ári síðani,
sum ein trúføst áminning
um, at jólahøgtíðin er í
hondum. Seinnu árini er rit-
ið komið út í ikki færri enn
3000 eintøkum. Ein av eld-
sálunum aftanfyri útgávuna
er Guttorm Zachariassen,
sum fyrr í ár kundi halda 25
ára starvsdag sum ritstjóri á
Jólaboð. Enn hevur hann
ikki ætlanir um at gevast, í
øllum førum ikki so leingi,
sum hinir hjálpa, sigur Gut-
torm, sum saman við
Svenning Tausen og The-
odor Hansen rekur Bóka-
deild KFUMs.
Fyrsta útgávan hjá for-
lagnum var søgusavnið Í
Harrans hondum eftir Jó-
han Nielsen, prest, sum
kom út í 1985. KFUM byrj-
aði tó longu at geva út bøk-
ur í 1959, tá fyrsta bindið
av Lívsmyndir eftir Christi-
an Høj kom út. Av øðrum
bókum kunnu nevnast and-
aktsbókin, Hvílið tykkum
eitt sindur eisini eftir
Christian Høj, Leiðir Harr-
ans við søgum, sum Katrin
Joensen týddi og Av Stóru-
grynnu til Jorsalar, ið er
savn av søgum úr eldri út-
gávum av Jólaboð.
Robinson Krusoe
Í hesum døgum roynir Bók-
adeild KFUMs seg við eini
heldur øðrvísi útgávu. Tað
er bókin Robinson Krusoe
eftir Joachim H. Campe,
sum Theodor Hansen hevur
týtt til føroyskt. Bókin
byggir á heimskendu søg-
una hjá Daniel Defoe um
Robinson
Krusoe
og
Fríggjadag og teirra uppliv-
ingar
á
oydnu
oynni.
Campe hevur skrivað nógv-
ar bøkur, serliga barnabøk-
ur, sum altíð eru bæði upp-
lýsandi og samstundis stutt-
ligar hjá børnum at lesa.
Eitt and-
aktstykki
um dagin
Heimamissións-
forlagið hevur nú
givið væl um-
tóktu andakts-
bókina Dagligt
breyð út í før-
oyskari týðing
HMF
Í
bókini
Dagligt
Breyð er eitt andakt-
stykki til hvønn dag í
árinum, og kann hon
tí verða ein góð hjálp
til tey, ið ynskja at
byrja dagin við einum
Guds orði.
Dagligt Breyð er
umsett til fleiri ymisk
mál, og hevur verið
nógv nýtt í londunum
uttanum
okkum.
Henry D. Joensen,
lærari, og Johs. Mort-
ensen, trúboðari, hava
týtt hana til føroyskt.
Finleif
Mortensen
hevur teknað permu-
myndina, og myndir-
nar inni í bókini.
Carl Fr. er víða
kendur
fyri
sínar
mongu bøkur, og ein
av hansara kendastu
er júst henda andakts-
bókin. Ein onnur kend
og nógv brúkt bók, er
bókin Eg trúgvi, sum
eisini er týdd til før-
oyskt.
Carl Fr. Wisløff
livdi eitt langt lív.
Hann andaðist í fjør,
95 ára gamal. Carl Fr.
var bæði prestur, rekt-
ari og professari, og
hann verður roknaður
sum ein av týdningar-
mestu
persónunum
innan kirkjulívið - og
serliga innan kirkju-
ligu leikmansrørsluna
- í Norra í 20. øld.
Wisløff hevði stóra á-
virkan á kristiliga
leikmansarbeiðið
í
Norðurlondum
og
eisini víða út um
heim.
Bøkurnar frá Heim-
amissiónsforlagnum
kunnu keypast um-
vegis
heimasíðuna
www.hmf.fo
,
tlf.
470000, fax 470001
og í bókhandlunum
runt landið.
ave
Ongi jól uttan Jólaboð
Jólaboð 2005
Í Jólaboð í ár eru siðsøguligar greinir, yrkingar og
søgur bæði upprunaligar og týddar.
Inngangin Jólini - sólstøða mannahjartans hevur
Meinhard Bjartalíð skrivað.
Í søguni Barnhús eftir John S. Myllhamar hoyra vit
um fimm ára gomlu gentuna Súsonnu, sum at enda
verður ein eingil.
Í søguni Gáloysni, sum Sigvald Kristiansen hevur
skrivað, hoyra vit um drongin Hanus, sum so fegin vil
hava eitt heimalamb, og hvussu hetta kom í lag.
Og í søguni Tað ævilanga listarverkið fer Jógvan
Ingvard Olsen við okkum inn í ein egningarskúr, har
vit uppliva Kristian, sum m.a. filosoferar um agnið,
og abbadóttrina, sum kemur við pannukøkum.
Umframt týðingar eru eisini tríggir sálmar, sum
Kjartan Stakksund hevur yrkt, í Jólaboð hesuferð
Í siðsøguliga partinum undir heitinum Halga stund,
ber signing og frið sigur Heini F. Petersen frá Jóhann-
esi Olsen og Sandavágs Sangkóri.
Eisini minnist Elin Johannesen aftur á farna tíð
bæði í arbeiði sínum og í samfelagnum sum heild, og
vísir á, hvussu stór broytingin hevur verið.
Í Minnisbrotum um abba sigur Osmundur Joensen
okkum frá ymsum tilburðum um abba sín Peter Jacob
Petersen í Sørvági.
Eisini er grein við endurminningum eftir Gudruna
Zachariasen. Gudrun var gift við Jógvani Zacharias-
en, lækna, ættaður av Kirkju. Tilburðirnir í hesi grein
fara fram undir og eftir fyrra heimsbardaga.
Fyrr í ár kundi Guttorm Zachariassen halda sín 25 ára
starvsdag sum ritstjóri á Jólaboð, sum Bókadeild KFUMs
gevur út
Lítið forlag við stórum limaskara