fríggjadagur 16. desember 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 242 - 16. desember 2005
Undir Almanna-og Heilsumálaráðnum og stovnum
undir tí, við tænastu fyribils á Sambýlinum á Bárðafløtti
í Vági, er eitt starv sum leiðari á sambýlinum, leyst at
søkja til setan 01. januar 2006 ella eftir nærri avtalu.
Sambýlið
Sambýlið á Bárðafløtti er heim fyri fólk við serligum
tørvi, umfatandi menningartarn og sálarsjúku. Á
sambýlinum búgva í løtuni 5 fólk.
Sambýlið er karmur um heimalívið hjá húsfólkunum.
Tey hava øll egna inntøku (pensión) og gjalda húsa-
leigu og allar vanligar húsarhaldsútreiðslur sjálvi.
Uppgávan hjá starvsfólkunum er at veita húsfólk-
unum stuðul og hjálp í teimum viðurskiftum í ger-
andisdegnum, sum tey, ikki megna at taka sær av
sjálvi. Hetta gjalda húsfólkini ikki fyri.
Á sambýlinum arbeiða tilsamans 8 fólk. Umframt
leiðaran eru 4 tænastumannasettir pedagogar og 3
hjálparfólk.
Sambýlið á Bárðafløtti hevur í ár eina játtan uppá
slakar 2,2 mió kr.
Starvið
Leiðarin á sambýlinum hevur ábyrgdina fyri dagliga
rakstrinum á stovninum. Hetta umfatar fakliga,
fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd.
Lagt verður upp til, at leiðarin skipar sítt starv soleiðis,
at hann/hon ikki er við í vaktarskipanini fyri stovnin.
Leiðarin á sambýlinum vísir til leiðaran fyri
Serstovnadeildini, sum er deild undir Heimarøktini
og Serforsorgini.
Um leiðaran
Tú skalt hava eina viðkomandi útbúgving innan sosial-
pedagogik og/ella –psykiatri og fakligan kunnleika til
starvsøkið. Vit vænta av tær, at tú hevur hug og hegni
til at leiða, og at tú, við tínum leiðsluhátti, megnar at
skapa trivnað og menning í starvsfólkabólkinum og
á sambýlinum sum heild. Vit vænta at tú hevur ávísan
førleika innan roknskaparhald og at tú hevur hug og
áræði at leggja afturat tíni vitan, tað sum krevst, fyri
at kunna røkja leiðarastarvið til fulnar. Harumframt
vænta vit, at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir, og at tú hevur evni og vilja til at samstarva við
starvsfelagar og leiðslu á øllum økjum. Eisini vænta
vit at tú ert sjónlig/ur í tínum leiðarastarvi og at tú
dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum.
Um okkum
Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi
starv í einum fakliga krevjandi umhvørvi. Harumframt
bjóða vit tær eitt starv, har tú sleppur at taka lut í
framtíðar menningini av serstovnaøkinum í tøttum
samstarvi við starvsfelagar tínar á øðrum stovnum og
leiðsluna fyri Serstovnadeildini. Sum leiðari verður tú
partur av einum leiðarabólki, sum er saman umleið 10
ferðir um árið. Harumframt fært tú tilboð um at vera
partur av einum supervisiónsbólki, har møguleiki er
fyri at fáa stuðul og íblástur frá øðrum leiðarum undir
Serstovnadeildini.
Setan og løn
Starvið er í løtuni flokkað sum tænastumannastarv
og verður lønt eftir avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið
og Føroya Pedagogfelag á lønarstigunum 39, 41 og
43. Um komandi leiðarin ikki er pedagogur, verða
lønar- og setanartreytirnar sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, flokkað á
sama støði, sum tænastumannastarvið.
Umsókn
Vilt tú vita meira um starvið kanst tú venda sær til
Jóanes N. Dalsgaard deildarleiðara á tlf. 304020.
Freistin at søkja starvið er mándagin 19.12.2005.
Umsóknir við próvskjølum, viðmælum og CV skulu
sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Eirargarður 2, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
HEIMARØKTIN OG SERFORSORGIN
SERSTOVNADEILDIN
Leiðari til Sambýlið
á Bárðafløtti, Vágur
Heimarøktin og Serforsorgin er stovnur undir Almanna- og Heilsumálaráðnum. Undir Heimarøktini og Serforsorgini eru 5 deildir við tilsamans
uml 1300 starvsfólkum og eini samlaðari játtan uppá uml. 400 mió. kr. Á stovnum undir Serstovnadeildini starvast uml. 200 fólk í 32 eindum,
skipaðar í tilsamans 23 rakstrarstøð, ið hvørt hevur sína leiðslu. Serstovnadeildin umsitur eina samlaða játtan uppá slakar 100 mió. kr.
Skrivstova felagsins er stongd frá
fríggjadegnum 23. desember til og við
mánadagin 2. januar2006.
Somuleiðis ynskir Føroya Arbeiðarafelag
limum sínum við familju og øllum
viðskiftafólkið, eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ár, við tøkk fyri skjótt
farna ár.
Føroya Arbeiðarafelag
4LUWFS§VSFGUJS
CBLBSBMSMJOHJ
«IVHBLVOOVSJOHKBÈUMG
#BLTUVS
J§MMVNEÈNBS
Kunngerð
um framløgu av broytingum
av byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um
byggisamtykt og býarskipan við seinni broytingum,
verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til
broytingar av byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu
verður lagt fram til alment eftirlit á kommunu-
skrivstovuni frá 14. desember 2005 til 4. januar
2006.
• nýggj áseting til D-økið:
Øki D4:
a) Økið verður lagt av til kappróðrarneyst, venjingar-
høli, bilstøðlar og tílíkt.
b) Útstykking kann bert fara fram eftir ætlan,
sum fevnir um natúrligan part av økinum, sum
kommunustýrið góðkennir.
c) Størsta loyvda byggistið er 0,5
d) Størsta loyvda nýtingarstig er 0,6
e) Einki hús má vera hægri enn 7 m til yvirgrind og
9 m til mønu, mált frá miðaljørðildi (í miðal við
húsahorn)
f) Hús mugu ikki verða sett nærri bryggjutrom ella
grannamarki enn fyriskipað er av avvarðandi
myndugleika.
Møgulig mótmæli skulu vera skrivlig, og verða
kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 4. apríl
2006.
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10 · Strendur