fríggjadagur 16. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 15 - 17. desember 2005
37
djørv og hevur hug til at
royna nærum alt. Anja fær
borið nógvar ymiskar og
prýðiligar kjólar upp í
hendurnar - onkur er við
kamuflerandi
vøkrum
mynstri, annar við blómum
og ein triði einlittur. Kjólin,
ið Anju dámdi best, var ein
sera snotiligur síður svartur
kjóli, sí mynd.
Tá Anja var liðug við at
royna klæðini, takkaðu vit
fyri okkum og fóru út aftur
í hugnaliga jólaveðrið.
Harradeildin í
Handilskjarnanum
Eftir vitjanina í Kjallara-
num fara vit niðan aftur
eftir Áarvegnum - niðan til
handilsdepilin,
Handils-
kjarnin, har Hallur skal
finna sær stás. Í Handils-
kjarnanum fara vit við lyft
upp á triðju hædd til harra-
deildina.
Hóast klokkan nú er 17,
og nógv er at gera í harra-
deildini, tekur ein væl-
klæddur og fryntligur Sám-
al Joensen, deildarleiðari, í-
móti okkum.
Við at hyggja okkum í-
kring í harradeildini í
Handilskjarnanum síggja
vit í stundini, at hetta er ein
breiður handil, tá hugsað
verður um aldur. Her eru
klæði til heilt unga dreing-
in, fara vit longur inn í
handilin, flyta vit okkum
upp í 20’uni - og ja, í roynd
og veru heilt upp til abbar-
nar: "Vit royna altíð at hava
klæði til allar aldursbólkar-
nar - og altíð við lekrum
frískum litum. Tað skal
vera nakað gott fyri eygað
at skoða," sigur Sámal Jo-
ensen við einum brosi.
Sámal velur Halli ein
vakran klædning og eina
dámliga skjúrtu í litinum
lilla: "Hjá monnum er
80’ara liturin lilla tann heilt
stóri liturin júst nú. Ljósa-
reytt, ið leingi hevur verið
frammi, er ikki heilt farin
burtur enn. Og eisini er lit-
urin mintgrønt væl dámdur.
Hjá ungu kallunum eru lit-
irnir kanska heldur sterkari
- sterkt grønt, reytt ella
ljósareytt. Hesir litirnir eru
serliga væl dámdir, tá hugs-
að verður um skjúrtur.
Harrar keypa í heila tikið
mest klædningar, skjúrtur
og slips til jólastásið. Og
tað má endiliga ikki bara
vera tann vanliga samanset-
ingin
t.d.
við
hvítari
skjúrtu, svørtum slipsi osfr.
- einki vanabundið," leggur
Sámal afturat, meðan hann
í skundi finnur røttu stødd-
irnar til Hall.
Klæðini hóska sera væl
til Hall, ið nú er klárur til at
fara til jóladøgurðan.
--
Nú øll familjan er væl-
klødd, fer Anna Elisabeth at
gremja seg, tí hon er svong.
Vit avgera tískil at takka
fyri okkum og fara væl
nøgd heim úr býnum.
Móti júst í løtuni
Handlarnir, ið vit vitjaðu,
vóru á einum máli um, at
mótin júst í løtuni spennir
rættiliga víða. - Bæði tann
ráði og romantiski stílurin
eru frammi, og tað er "in"
at nýta máttmiklar litir í
klædnasamansetingini.
Men tó verður svart eisini
nógv selt. Tað er jú altíð eitt
"hit".
Meðan flestu harrarnir
keypa
sær
klædning,
skjúrtu og slips til jóla,
ognar kvinnan sær oftast
kjóla, fínan topp ella niður-
deil til jólastásið.
Tann ráði og romantiski
stílurin, ið tey vaksnu
klæða seg í, sæst eisini aft-
ur í barnaklæðum, har
klæðini somuleiðis skulu
vera litrík. Til dreingir
keypa tey flestu ráðar kov-
boybuksur og kanska eina
skjúrtu til, meðan gentur-
nar, eins og kvinnurnar,
heldur vilja sleppa í kjóla
ella niðurdeil.
Hvør avger rákið?
Sum heild eru tað helst
stóru mótahúsini og móta-
skapararnir, ið avgera rákið
í
klædnamótanum,
t.d.
Dolce Cabbana, Versace,
Gucci o.s.fr. Hesi hava
dirvi til at royna tingini
ann, og so fylgja hini eftir.
Hjá kvinnum eru tað ofta
navnframar
sjónleikara-
kvinnur ella modellir, sum
t. d. Deanne Miller, Kate
Moss, ið avgerða klædna-
rákið.
Hjá børnum eru tað helst
tey, ið eru frammi í miðlu-
num - t.d. Britney Spears o.
s. fr. Men um tey smáu
børnini hava eldri systkin,
vilja tey ofta hava somu
klæðini sum tey, tí tey
síggja upp til tey vaksnu.
Jólini selja mest
Einki kann metast við søl-
una av klæðum í jólamán-
aðinum. Desembur mánað-
ur er avgjørt árstíðin, har
flest keypa sær stás, tí øll
ynskja at lata seg í fín klæði
á jólum. Og hetta er eisini
tann mánaðurin, ið gevur
handlum mest vunna upp-
hædd. Um 1/3 av øllum,
handlar selja í eitt heilt ár,
verður selt bert í desembur
mánaði. Og serliga er dag-
urin 23. desembur størsti
søludagurin á árinum.
Hóast nógv keypa sær
jólastás, ynskja tey flestu at
keypa klæðir, ið tey eisini
kunnu nýta aftur seinni og
tískil ikki einans á jólum.
Men hóast hetta kunnu
klæðini gott vera dýr. Tey
ungu tykjast tó at hava fitt
av peningi, tí í mun til tey
eitt sindur eldru keypa tey
kanska eitt heilt sett, bert til
ein ávísan jólafrokost/-
jóladøgurða.
Anja:
Klæðini hjá Anju:
- Kjóli: Rützou, 799 kr.
- Toppur: Benedikte Utzon,
305 kr.
- Belti: Price, 499 kr.
- Skógvar: Buffalo, 899 kr.
Hvussu dámar tær
klæðini?
Jú, mær dámar væl
klæðini, men eg veit ikki
rættiliga, um hetta er júst
mín stílur.
Kundi tú funnið uppá at
keypt klæðini?
Veit ikki heilt, um eg
hevði keypt tað, men hatta
er tó avgjørt eitt flott sett.
Gongur tú høgt upp í
móta?
Ja, eitt sindur. Eg klæði
meg ikki altíð í tað
nýggjasta nýggja, men eg
royni tó at fylgja við.
Keypir tú vanliga jólastás
til jóla?
Ja, eg kann gott keypa
klæðir til jóla, men so
skal tað eisini vera
soleiðis, at eg kann brúka
tað aftur. Eg keypi t.d.
ikki ein fínan kjóla, ið eg
bert kann brúka á jólum.
Eg kundi t.d. væl hugsað
mær at farið og keypt
onkran vakran niðurdeil
og topp til jóla. Tað fái eg
jú altíð brúkt aftur.
Hvat ynskir tú tær í
jólagávu?
Veit ikki. Eg vil i øllum
førum ikki hava klæðir
frá nøkrum, tí tað vil eg
fegin keypa sjálv. Men
kanska eina fartelefon?
Hallur:
Hallur í einum klædningi av merkinum
Bertoni:
- Klædningur: Bertoni, 1999.95 kr
- Skjúrta: Erterna silverline, 699.95 kr
- Slips: Atlas design, 399.95 kr
- Skógvar: 4 you, 799 kr.
Hvussu dámar tær klæðini?
Mær dámar tey rættiliga væl. Tey eru
dámlig og vøkur.
Kundi tú funnið uppá at keypt tey?
Ja, tað kundi eg væl.
Gongur tú høgt upp í móta?
Nei, tað geri eg ikki.
Keypir tú vanliga jólastás til jóla?
Nei, tað er rættiliga av tilvild, nær eg
keypi. Um eg keypi okkurt plagg, er
tað, tí eg havi tørv á tí, og ikki tí tað eru
jól.
Hvussu við jólagávum, keypir tú klæðir
o.t. í jólagávu til nakran?
Nei, men eg havi allarhelst givið
onkrum onkur klæðir í gávu, uttan eg
veit av tí.
Hvat ynskir tú tær sjálvur í jólagávu?
Klæðir hevði verið fínt at fingið.
Kundi kanska ynskt mær okkurt av tí,
eg eri í beint nú - kanska serliga
klædningin. Men so hevði tað verið ein
heldur dýr jólagáva.
s til familjuna