fríggjadagur 16. desember 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 12
Politistarnir fara út av
politistøðini. Teir ganga
gjøgnum bygdina, men
beint tá teir skulu fara
niðan gjøgnum bøin,
dettur Erling um okkurt.
- Dugir tú ikki at ganga
Erling, físir Jógvan eftir
honum.
- Men eg datt um okk
urt, sum ikki eigur at
liggja her, sigur Erling
og tekur tað upp, sum
hann er dottin um. Hann
bustar kavan av tí.....
- Hetta er ein jólagáva,
sigur hann.
- Tað var undarligt,
sigur Jógvan, meðan
hann tekur pakkan frá
Erlingi.
- Munnu tjóvarnir hava
mist hana, tá teir flýggj
aðu í nátt?
Teir ganga víðari nið
an, men teir hava ikki
gingið meira enn nakrar
metrar, nú er tað Jógvan
sum dettur. Hann dettur
so harðliga, at høvdið
fer langt niður í kavan.
Brillurnar
fyllast
við
kava, og Erling má halda
sær fyri ikki at flenna
eftir honum.
- Aftur ein gáva Erling, tað
er undarligt.
Teir ganga varisliga víðari,
og nærri teir koma húsinum
hjá trøllinum, fleiri gávur
finna teir. Tá teir standa
uttanfyri, eru teir ikki í iva
um, at tað eru trøllini, sum
hava stolið allar gávurnar.
Teir banka uppá.
- Lat upp, hetta er løgregl
an, rópar Jógvan við harðari
rødd.
Trølla Omman fer yvir at
hurðini og læsir upp.
- Góðan morgun Jógvan
og Erling – komið innar og
fáið tykkum kleynur og kaffi.
- Hey Jógvan og Erling,
ja kom inn og setið tykkum,
sigur ein glaður Trølla Pæt
ur.
- Kleynur og kaffi kunnu
tit sjálvi eiga. Tit eru hervið
handtikin fyri at hava stolið
allar jólagávurnar í Hvanna
dali.
- Hvat er hetta tú sigur
Jógvan, vit hava ikki stolið
nakað, sigur ein forskrekt
Trølla Omma.
Trølla Pætur hevur lagt
bókina frá sær. Her er okkurt
galið – hvørki eg ella omma
hava stolið nakað. Tit mugu
trúgva okkum.
Erling tekur í Trølla Pætur.
Kunnu tit so siga okkum,
hvussu tað ber til at gávur
liggja allan vegin frá bygdini
av niðan til tykkara hús -
og hvussu ber tað til, at
gávurnar eru stolnar undan
hvørjum jólatræ í Hvannadali
í nátt, men ikki hjá tykkum.
Nei nei, sigur Jógvan:
- Her er einki at ivast í, tað
eru tit, sum eru tjóvarnir.
Komið tit avstað við okkum
– tit skulu í geglið.
Trølla Omman fær ikki
meira enn sløkt fyri kom
fýrinum, so tekur Jógvan
í hana og koyrir hana
framman fyri sær út um.
Erling hevur tikið í Trølla
Pætur, og soleiðis fara
tey oman gjøgnum bøin,
gjøgnum bygdina og
inn á politistøðina. Tá
tey eru komin inn, verða
trøllini koyrd í geglið.
- Nú kunnu tit verða
her, til tit siga okkum,
hvar tit hava goymt gáv
urnar.
- Jú men vit hava ikki
stolið nakrar gávur. Vit
vita ikki, hvat tit tosa
um.
- Um tit ikki siga okkum,
hvar gávurnar eru, so
fara tit at sita í geglinum
á jólum, á nýggjárinum
og langt inn í komandi
ár, sigur Jógvan meðan
hann fer at ganga oman
gjøgnum
trappurnar.
Hann vendir sær við.
- Erling, halt tú vakt
her, meðan eg fari at
skriva eina frágreiðing.
Og ansa væl eftir hasum
jassunum.
Erling setur seg á ein
stól, og trøllini seta seg
niður á gólvið inni í gegli
num.
Puntur 18 til
jólakalendaran
Puntur 17 til
jólakalendaran
Puntur 16 til
jólakalendaran