hósdagur 22. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 247 - 23. desember 2005
Trúfesti
Snorra Brend
Kapellið á Landssjúkrahúsinum
er fullsett av fólki. Úti í gongini
standa eisini nógv fólk. Tey eru
øll komin fyri at minnast ein
av sínum kæru, sum nú er farin
hiðani av foldum.
Klokkan er um at vera fimm,
tá ein maður kemur inn gjøgnum
dyrnar. Hann gongur hábærsliga
yvir móti næstringunum hjá
honum, sum liggur í kistuni har
miðskeiðis á gólvinum.
Hann heilsar uppá tey øll, og
fer síðani fram við altarinum
og setur seg við urguna. Hann
tendrar ljós og urgu, blaðar í eini
nótabók og er so til reiðar. Nú
er bara eftir at bíða, til klokkan
gerst fimm.
Ein lítlan minutt seinni hyggur
hann eftir urinum, setur seg væl
til rættis við urguna, trýstir á
tangentarnar og nú ljóma fyrstu
tónarnir av vælkenda sanginum
”Amacing Grace”.
Løtan er serstøk í dag, tí ein
ungdómur er hann, sum nú skal
úr kapellinum og í kirkjuna, har
jarðarferðin skal vera dagin eftir.
Lagið hevur ein syrgnan dám
yvir sær, men vísir samstundis
á náðina, sum vit eiga í trúnni
á Jesus. Seinasti tónin fer út í
Kapellið, steðgar har eina løtu,
áðrenn prestur fær orðið at boða
frá fyrsta sálminum henda dagin.
Henry er klárur beinan vegin
og hegnisliga spælir hann sein
astu tvær linjurnar av sálminum.
Og so er fólkið í Kapellinum
við í sálmasanginum.
Sama ørindi
At Henry yvirhøvur byrjaði
at spæla urgu á Landssjúkra
húsinum komst av einum
fyrispurningi frá táverandi vara
biskupi, Jákupi Joensen.
Hann spurdi Henry, um hesin
var sinnaður at átaka sær eina
uppgávu sum urguleikari við
gudstænasturnar sunnumorgnar.
Skipanin var tá hon, at presturin,
sum hevði gudstænastu í Havnar
kirkju, hevði fyrst eina andakt á
Landssjúkrahúsinum.
Hesa tænastu røkti Henry til
fulnar. Tá so farið varð undir
at hava andaktir runt á teimum
ymisku deildunum eisini, var tað
bara natúrligt, at Henry eisini fór
undir hesa tænastuna í 1975, sum
Ejvind Vilhelm, varabiskupur,
hevði fingið í lag við leiðsluna á
Landssjúkrahúsinum.
Í dag verða andaktirnar á
Landssjúkrahúsinum hildnar
hósdag – tvær á sjálvum Lands
sjúkrahúsinum og ein á Røktar
deildini. Sálmarnir skifta her
eftir prædikutekstinum, men ein
serstakur sálmur verður kortini
altíð sungin at enda.
– Tá vit eru á Landssjúkra
húsinum, syngja vit altíð sálma
versið ”Rita navn títt mær í
hjarta”, og tá vit so fara oman
á Røktardeildina, syngja vit
sálmaversið á donskum – ”Skriv
dig Jesus på mit hjerte”.
– Tey gomlu duga øll hetta
sálmaversið uttanat, og syngja
tí við av hjarta. Tá er stuttligt at
spæla undir, sigur Henry. Hann
veit ikki, hvussu mangar ferðir
hann hevur spælt júst hetta
sálmavers, men tað man vera
nakrar hundrað ferðir.
Hóast Henry er vorðin 69
ár, so hevur hann ongar ætlanir
um at gevast við hesi trúføstu
tænastu síni.
– Jákup Kass, prestur, segði
einaferð í práti við meg, at hasa
tænastuna kanst tú saktans røkja
til tú verður 85 ár. Tað veit eg nú
ikki, tí “Alt í føðurhendi er”!
– Hetta er ikki nakað strævið
arbeiði, tað má eg siga. Men
tað krevur hinvegin, at ein altíð
er tøkur, tá boð eru eftir einum,
sigur Henry D. Joensen.
Leikar urgu fyri teimum deyðu
Heilt síðani 1966 hevur Henry D. Joensen av Argjum røkt starvið sum urguleikari
á Landssjúkrahúsinum. Tá er talan bæði um gudstænastur á teimum ymisku
deildunum og seinni, tá ið Johan Johansen legði frá sær, andaktirnar í Kapellinum.
Navn: Henry D. Joensen
Aldur: Føddur 6/7 1936 í Fámjin
Giftur: Katrin N. Joensen.
Børn: Jón Magnus, Bergur og Heðin Rasmus.
Starv: Einalærari í Fámjin 1960-1965. Deknur og urguleikari har næstan
øll árini. Lærari við Argja skúla 1965-1998
Annað: Urguleikari og deknur við Argja kirkju í mong ár. Urguleikari í
Kirkjugarðskapellinum í samfull 25 ár.
Heiður: Tænastumedalje í silvuri frá hennara hátign Margrethu drotning
20. juni 2005.
FAKTA
Tað er ikki strævið at vera urguleikari í Kapellinum, men tað krevur hinvegin, at ein altíð er tøkur, tá boð eru eftir einum, sigur Henry D. Joensen
Mynd: Jens Kr. Vang