Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 246 - 22. desember 2005 Bræv sent til Innlendismálaráðið Vegna minnilutan í Tórshavnar Býráð Beate L. Samuelsen, býráðslimur Minnilutin í Tórshavnar Býráð vil hesum skrivi kæra keypið av einum gomlum húsum við Tinghúsvegin, sokallaðu Degns húsum, sum meirilutin á býráðsfundi hin 15. desember 2005 samtykti at keypa fyri fimm milliónir krónur. Eftir okkaru sannføring er kostnaðurin fyri ognina, sum seljarin keypti í fjør fyri 1,8 millión krónur, alt ov høgur, eftir sum vit sum fólkavald eru sett til at umsita pening kommununar á ein forsvarligan og skilagóðan hátt. Vit meta ikki tað vera upp­ gávuna hjá einum býráð at keypa ognir bara fyri at keypa og sleppa at eiga, so­leiðis at eingin annar skal kunna ogna sær tær. Seljarin keypti umrøddu ogn, Degns hús, í fjør fyri at kunna taka húsini niður og byggja ein skrivstovubygning á grundini. Fyrsta byggi­um­ sókn hansara lúkaði ikki tær treytir, sum kommunan hevur ásett fyri slíkari bygging, men næsta umsókn hansara var í lagi. Sostatt var hetta eitt heilt vanligt byggimál, sum eins og onnur har allar treytir eru uppfyltar, var eitt ekspeditiónsmál. Men í staðin fyri at viðgera umsóknina, sum tað hon var, tók býráðsleiðslan upp sam­ ráðingar við eigaran, Petur Olsen, um at keypa Degns hús. Og sjálvandi setir selj­ arin góðan prís á ognina, fimm milliónir krónur, um so er, at býráðið absolutt vil ogna sær hana, hóast hon, sambært Mentamálaráðnum, ikki kemur undir kategoriina av tí, sum eitur friðing av húsum. Vit í minnilutan vilja við hesum kæra meirilutan í Tórshavnar Býráð fyri at hava ognað sær Degns hús fyri ein órímiliga høgan kostn­að, uttan at ognin fyrst er virðismett av óvildugum myndugleika. Haraftrat kæra vit meiri­ lutan við hesum keypi at vera við til birta upp undir at ganga á odda, tá tað snýr seg um at okra ognarprísirnar í kommununi. Við umrødda húsakeypi eru vit í minnilutanum sann­­førd um, at meirilutin í Tórshavnar Býráð á bý­ráðsfundinum hóskvøldið 15. desember als ikki umsat kommununar pening á ein forsvarligan og skilagóðan hátt, so sum kommunulógin ásetir. Eingin løgfrøðislig niður­ støða er gjørd í málinum, og ivast vit í, um tað er rætt, at vit sum býráðslimir umsita borgarans pening so lætt. Býráðið hevur fyri stuttum sett ein løgfrøðing starv. Hann kemur úr Innlendismálaráðnum og hevur arbeitt við slíkum málum. Einki hevði tí verið meiri nátúrligt, enn at vit fingu eitt úttalilsi frá honum, áðrenn vit skuldu taka eina so prinsipiella avgerð. Upplýsast skal, at í minni­lutanum í Tórshavnar Býráð sita Jan Christiansen, Sjúrður Olsen, Bjarti Mohr og Inga Dahl, umboðandi Fólkaflokkin, og Høgni Mikkelsen og Beate L. Samuelsen, umboðandi Sambandsflokkin. Við vón um skjóta av­greiðslu. VIÐMERKINGAR Kæra um húsakeyp Jónas Johnsson Paradoksið er, at revsi­ lógarinnar anti-dis­krim­ ina­tións-grein sjálv ger mann­amun. Tað er ein grov mótsøgn. Og líkist H. C. Andersens ævintýri um keisarans nýggju klæð­ir – ikki ein tráður á kroppinum, men øll søgdu, hvussu vøkur tey vóru - uttan drongurin, ið rópti. »Hygga, hann er spill nakin«. At velja bólkar út, er eis­ini at velja bólkar frá. At gera mannamun. Tað vita í hvussu er mínar hønir. Lóg­arsvansið í hesum er fyri leikum at síggja tjúkt undirstrikað av øllum stríð­n­um fyri at sleppa uppí grein­ina. Poengið er, at eru tey samkyndu uttanfyri, so eru so nógv onnur eisini uttanfyri! Tjóðveldið frá­ valdi allar hinar nógvu for­ fjónaðu bólkarnar, tá ið tey valdu at stríðast fyri bólkin, sum markerar seg við sex driftum. Tjóðveldið ger tískil mannamun! Kanska eru tey sær ikki hetta medvitað, um øll tey nógvu, sum tey so illa hava svikið? Antin er lítið hugsað, ella eru tey sera selektiv fyri tí kynsliga. Støðan er jú, at hópin av forfjónaðum bólkum kundu trýst á. Men áhugin er ikki vaknaður. Og tey minst mentu orka ikki. Tey eru verri fyri enn so. Hesi, sum mest hava brúk fyri verjuni. Nei, vit eiga at viska allar hinar bólkarnar út uttan tó at útihýsa nakran, og skriva orðið øll. Og tað merkir, at allir einstaklingar og allir bólkar eru íroknaðir verjuna, sum greinin er ætlað til! Eitt slíkt uppskot samsvarar punktliga stevnuskrá Sjálv­ stýris­floksins á 1. síðu. Eingin nevndur, eingin gloymd­ur - eru ofta nýttu salo­monisku orðini, ið kunnu leggjast afturat. Stutta uppskotið, sum er borið fram, tryggjar betri dygd­ina. Eingin bólkur fær nú gjørt dælt av verjugreinini til nakað, ið hon ikki er ætlað. Bindast má fyri tí. Nú áttu so øll at frøtt seg, tí nú eru øll tryggjað lógarverju. Og vit sleppa undan destruktiva áhaldandi tvídráttinum, sum ger, at bæði sek og ósek verða skotin og happað “i kampens hede”. Men vónandi ikki av hesum. Gleðilig jól. Nakni keisarin Nevndin í Suður­ streymoyar Sjálvstýrisfelag Sjálvræði tingmanna Tingumboð og formaður sjálvstýrisfloksins Kári Høj­gaard tók ikki undir við lógaruppskotinum frá Finni Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk um, at sam­ kynd verða fevnd av anti­dis­ krimina­tións­para­graffini. Fyri tingumboð sjálvstýris­ floksins er hetta ein trúar- og samvitskuspurningur, alt­so ein etiskur spurningur. Eins og í øðrum flokkum hevur verið siðvenja í Sjálv­ stýrisflokkinum, at í etiskum spurningum stendur tað hvørjum einstøkum tinglimi frítt at atkvøða sambært egnu sannføring. Hetta er helst eisini í tráð við stýrisskipanarlógina. Roynd at kroysta nakað annað ígjøgnum hevði møguliga verið beinleiðis brot á somu lóg. Sjálvræði tinglimanna verður eisini endurspeglað í, at um ein tinglimur verður settur uttan fyri tingbólkin, varðveitir hann ella hon tingsessin. Tingmaður ella -kvinna eru sostatt suv­er­ æn. Við at melda seg í ein flokk eru tey farin inn í eitt valtekniskt samstarv, men flokkurin hevur ikki av­gerðarrætt yvir, hvussu tey atkvøða á tingi. Kjak og rúmd í Sjálvstýrisflokkinum Fleiri limir í Sjálv­stýris­flokk­ in­um hava seinastu tvey ár­ini tikið rættarstøðu teirra samkyndu upp á fundum Sjálvstýrisfloksins, haruppií lands- og aðalfundum, har hetta hevur verið heita kjak­ evnið. Eins og í øðrum flokk­ um eru ymsar meiningar um, hvat ið er rætti máti at tryggja rættarstøðu teirra samkyndu, og tingmaður floksins umboðar eina av fleiri áskoðanum á hesum. Hetta merkir ikki, at tað er størri spjaðing, ella at umboð ella limir sjálvstýrisfloksins í sínum grundsjónarmiðum eru meiri afturhaldssinnaðir enn í øðrum flokkum. Tvørt­ ur­ímóti bendir innanflokka tjakið á, at flokkurin er ikki minni livandi enn aðrir flokkar. Limir floksins kunnu hava sjálvstøðugar meiningar og arbeiða fyri at broyta støðu floksins, har tey eru ósamd, uttan at tey t.d. verða hartað ella blakað úr flokkinum. Sjálvstýrisflokkurin hevur í løtuni einans eitt umboð á tingi. Tí verður bert ein áskoðan hoyrd har. Soleiðis virkar fólkaræðið nú eina­ ferð. Støðutakanin er persónlig – ikki flokspolitisk Kári Højgaard hevur ongan trupulleika at atkvøða fyri einum uppskoti, sum fevnir um alla happing og tykist - eins og tinglimir úr øðrum flokkum - at kenna seg sann­førdan um, at samkynd eru og eiga at verða eins væl vard av verandi og generellum lógum, sum øll onnur í samfelagnum, og at tað er serstakt og skeivt at nevna samkynd og geva teimum framíhjárætt. Kári P. Højgaard hevur gjørt vart við, at hann tekur persónliga støðu í etiskum málum. Hetta vil siga, at hansara hugsan ikki neyðturviliga umboðar uppfatanina hjá flokkinum. Avleiðingar Avgerð Løgtingsins kann fáa avleiðingar fyri Føroyar, tí vit við lóg hava samtykt ST mannarættindasáttmálan. Mong standa spyrjandi yvir fyri hesum. Einstakir limir hava verið so ónøgdir við umboðan Sjálvstýrisfloksins á tingi, at teir við almennum skrivum hava meldað seg úr flokkinum. Spurningurin er, um teirra útmelding bøtir um livikorini hjá teimum samkyndu. Ein annar máti kundi verið at bjóða seg fram sum valevni til næsta val, soleiðis at flokkurin fær eina breiðari umboðan á tingi, eisini í etiskum spurningum. Vit mugu gera okkum greitt, at eittans umboð ongantíð kann megna at umboða øll sjónarmið í einum flokki, til tess eru vit tíbetur ov ymisk. Hvør skal fyrsta steinin blaka? Um Kári P. Højgaard hevði atkvøtt fyri lógar­ upp­skotinum - hvussu prin­ sippielt hetta mál so kann tykjast fyri nógv - hevði tað ikki verið viðtikið. Spurn­ ingurin nú er, um meira beint nú gerst við hetta málið, sum hvørki meirilutin av fólkinum ella tinginum eru til reiðar at broyta støðu í. Tað frættist, at summi sam­ kynd ikki trívast í okkara samfelagi, og tað er stórt spell, skomm og skaði. Tí er neyðugt at halda fram við royndunum at uppbyggja eitt samfelag, sum byggir á næstrakærleika, fyrigeving og tolsemi heldur enn for­døming. Lat okkum geva fólki við ymiskum sereyðkennum rúmd og frið til at vísa, at tey eisini hava menniskjansligar gávur og virði og so vita, um vit ikki við tíðini fara at kunna virða hvønn annan við teimum eyð­kennum, sum vit nú einaferð øll hava, antin vit eru tollarar, farisæarar ella bara samkynd. Tí hvør er feil- og skuldarfríur og hevur soleiðis habitus til at blaka fyrsta steinin? Lat okkum standa saman Vónandi fær Sjálv­stýris­ flokkurin í Suðurstreymi til næsta val eisini umboðan á tingi. Minst eitt – kanska tvey umboð. Tíðin verður tá kanska búnari til eina nýggja støðu í hesum máli. Ikki bara fyri Sjálvstýrisflokkin men fyri alt Føroya Løgting. Inn­ til tá er lítið at ivast í, at vit í Sjálvstýrisflokkinum fáa nógv av skafti, har vit ikki í ov stóran mun hanga okkum føst í mál, vit ikki eru samd við okkara tingmann um. Tað vil altíð so vera, at mál stinga seg upp, sum semja ikki er um. Latið okkum held­ ur arbeiða sterkari í málum, sum vit eru samd um. Lat­ið okkum fáa veruligu sjálv­ stýrismálini á breddan og stuðla okkara tingmanni, Kára P. Højgaard, í teimum. Heldur enn at spjaða er avbjóðingin fyri framman at tryggja tí flokki, hvørs stevnuskrá byggir á vit og skil heldur enn fastlæstar ideologiir, størri undirtøku og umboðan á tingi og harvið at benda Løgtingið á beint í øllum teimum málum, har tað eftir okkara áskoðan er farið av kós. At enda vilja vit ynskja føroya fólki gleðilig jól við vón um dygga undirtøku til Sjálvstýrisflokkin til næsta val. Við sjálvstýriskvøðu Sjálvstýrisflokkurin og anti­dis­krimina­tións­para­graffin