hósdagur 22. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2005
27
FØROYINGUR Í ÚTLEGD
Jóannes Hansen
Tey flestu ynskja at vera heima
á jólum. Tað ber ikki til hjá
øllum, og ein teirra, sum hesi
jólini ikki verður í Føroyum, er
37 ára gamli havnarmaðurin Poul
Guttesen, ið er sonur Maritu
og Leivur F. Guttesen, sum nú
búgva í Hoyvík.
Poul er gudfrøðingur. Hansara
lestur, arbeiði og netverk eru
staðfesting av, hvussu lítil heim
urin á so mangan hátt er vorðin.
Og uppgávan ella avbjóðingin
hjá honum og teimum, sum hann
arbeiðir saman við, er grundað
á broytta samfelagsmynstrið og
hvussu virðini og grundarlagið
eru broytt tey seinastu árini í
Europa.
Poul Guttesen hevur BA í
gudfrøði frá Moody Bible
Institute í Chicago. So leyk
hann master útbúgving og
yvirbygngin til master frá gud
frøðisskúla, sum er knýttur at
lærda háskúlanum í Vancouver
í Kanda, og í summar vardi
hann ph. D á St. Andrews lærda
háskúlanum í Skotlandi. Hetta
er eitt av teimum fýra gomlu
universitetunum í Skotlandi.
Hini eru í Glasgow, Edinburgh
og Aberdeen. St. Andrews hevur
seinnu árini fingið umrøðu og
reklamu tí William, sonur Dianu
og Charles krúnprins, hevur
útbúgving har frá.
Evnið í ph. D ritgerðini hjá
Poul Guttesen, sum var stuðl
að av Granskingarráðnum,
var plássið og uppgávan hjá
Kongadømi Guds, sum tað
verður umrøtt í Opinberingar
bókini, og hvussu kendi týski
gudfrøðingurin Jürgen Moltmann
lýsir hetta.
Nú arbeiðir Poul Guttesen
á Schloss Mittersill, sum er í
Eysturriki – hálvan annan tíma
frá Salzburg og tveir tímar í
bili frá München. Hetta gamla
slottið, sum bæði á sumri og
vetri er eyðkent av sera vøkrum
umhvørvi, er nú miðstøð, har
tað er møguleiki at halda
konferansur og skeið, og har
tað tvey tey seinastu árini hevur
verið arbeitt miðvíst við at
fáa í lag lestur og gransking á
universitetsstigi.
Poul Guttesen er akademiskur
dekanur. Tað hevur hann verið
síðani í summar. Sambandið
við stovnin fekk hann umvegis
kanadisk vinfólk, sum hann lærdi
at kenna, meðan hann skrivaði
ph. D ritgerðina. Poul undirvísir
sjálvur í Nýggja Testamenti og
systematiskari teologi. Fíggingin
til stovnin er úr Europa og
serliga Norðuramerika, og næm
ingarnir eru úr Eystureuropa,
Vestureuropa, Suðurafrika
og eisini Norðuramerika.
Serligan áhuga hava kristnir
eystureuropearar víst stovninum.
Í teirra uppvøkstri og undir teirra
útbúgving vóru tilboðini av
hesum slagnum ikki so nógv.
Nakrir studentar eru fulla
tíð á staðnum. Aðrir eru har í
styttri tíðarskeið og taka síðani
útbúgvingar í fjarlestri, og
uppaftur aðrir eru á staðnum í
nakrar vikur.
- Vit eru framvegis á byrjunar
støði, og vit eru ávegis at fara
frá bara at vera trúboðanarvirki
og til eisini at verða universitet.
Slagorðið er “Toward a Christian
renaissance in Europe”, og
visiónin er at bjóða kristnum
í nýmótans og sekulariseraða
samfelagnum møguleika í
góðum umhvørvi at fáa útbúgv
ing og eftirútbúgving í teologi
og í einari røð av evnum, sum
eru sjálvsøgd hjá kristnum at
fyrihalda seg til. Nýmótans
samfelagið setur nýggj krøv, og
tað eru nógvar avbjóðingar hjá
kristnum, sum eru í ella ætla at
arbeiða í privata vinnulívinum
ella innanfyri tað almenna. Tað
er eitt nú fyri at geva tílíkum
møguleika fyri eftirútbúgving,
at vit halda okkum hava tilboð,
sigur Poul Guttesen úr Mittersill,
sum er bygd í Alpunum, har
fólkatalið liggur um tey fimm
túsund ella umleið sama fólkatal,
sum tað er í Klaksvík.
Á skeiðum í 1-3 vikur, eru
luttakararnir ofta upp í tredivu
hvørja ferð. Higartil er talið á
gudfrøðislesandi ikki so stórt.
Stovnurin arbeiðir við at fáa
myndugleikanna góðkenning
sum universitet í Eysturríki.
Onkur er farin undir at skriva
ph. D. Hetta er í samstarvi við
universitet í Suðurafrika, ið
hevur góðkent útbúgvingarstøðið.
Higartil hevur arbeiðið hjá
starvsfólkunum, sum tilsaman
knappast um tey tjúgu og
sum koma úr øllum heimsins
herðashornum og sum fleiri hava
undirvíst og granskað á kendum
universitetum, verið borið av
idealismu og við lítlari og ongari
fastari samsýning. Men tað
verður vónað og roknað við, at
hetta fer at broytast, sum tíðin
gongur, og tilboðið, sum
næmingarnir sjálvir fíggjað – í
hvssu so er fyri ein part – verður
meiri kent.
Poul Guttesen sigur seg trívast
væl í Eysturríki og í arbeiðnum
og stóru avbjóðingini. Og hann
leggur afturat, at í Eysturríki vita
nógv tey flestu um Føroyar og
føroyingar:
- Tá ið tey fáa at vita, at eg
eri føroyingur, taka tey seg
um høvdið og minnast aftur
á vanlukkuliga mikukvøldið í
september 1990, tá ið eystur
ríkska fótbóltslandsliðið tapti
1-0 móti Føroyum. Tá ið eg so
sigi teimum, at mikudagurin
12. september 1990 stendur
sum tann glæsiligasta løtan av
øllum í føroyskum fótbólti, og at
tað framvegis verður tosað um
hetta, so rista tey við høvdinum
og duga samstundis væl at skilja
føroyingarnar.
Hví ert tú ikki í Føroyum á
jólum?
- Vit hava skeið í jólafrítíðini,
og mín lutur er í ár at vera ein av
lærarunum og at fáa praktisku
viðurskiftini at vera, sum
tey eiga. Eg vil fegin ynskja
familju og vinum í Føroyum
og øllum føroyingum gleðilig
jól og Harrans signing í nýggja
árinum, endar Poul Guttesen úr
Eysturríki, og heilsanin er hervið
send til teirra, sum lesa Sosialin.
Føroyskur gudfrøðingur
í altjóða umhvørvi
Málið við lestrar
staðnum í Alpunum,
har 37 ára gamli
havnarmaðurin Poul
Guttesen arbeiðir, er
at bjóða kristnum í
nýmótans samfelagnum
møguleika at brynja
seg til avbjóðingar í
lestri í styttri og longri
tíðarskeið
Poul Guttesen, 37 ára gamal gudfrøðingur úr Havnini, hevur lisið í USA, Kanada og Skotlandi,
har hann skrivaði ph. D. á St. Andrews universitetinum, arbeiðir nú í Eysturríki
Umhvørvið kring Mittersil
slottið er framúr hugnaligt
- bæði á vetri og sumri