hósdagur 22. desember 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2005
19
Donsku The Royal
Highness vístu,
hvussu man spælir
eina rokkkonsert,
tá teir buldraðu og
brakaðu í Kagganum.
The Dreams hava
enn okkurt at læra,
tí upphitingin fekk
høvuðsnavnið at
blikna
Konsert ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Rættiligt rok stóðst av
konsertini hjá Páll Finnur
Páll ,The Dreams og The
Royal Highness í Kambsdali
seinasta leygarkvøld, og tí
hevur tíðindaflutningurin
um hesa konsert mest verið
merktur av hesum roki. Men
hetta var bert ein av trimum
konsertum, ið The Dreams
og The Royal Highness
spældu farna vikuskiftið.
Hóskvøldið var konsert í
Kagganum, og Sosialurin
var á staðnum.
Fitt av fólki
Rættiliga fitt av fólki hevði
leitað sær í Kaggan at lurta
eftir The Dreams og The
Royal Highness, á fyrstu
konsertina teirra tónleika
rundferð. Tey, ið komu nóg
tíðliga fingu eina herliga
rokkuppliving. Tí The Royal
Highness spældu feitan
pumpandi
rokktónleik,
soleiðis sum sovorðin skal
spælast.
Danski Chris Cornell
Bólkurin er vælsignaður
við sterkum kortum á øll
um hondum, trummir og
bassur svinga væl saman og
eru hvør sær eisini frálík,
gittarleikarin er framúr, og
tað er gittarleikandi sangarin
eisini. Røddin ljóðar tætt
við Chris Cornell uttan at
herma, og tað er ikki eiti á
skoðsmál at fáa.
Ein rokksuppa
Lagskrivingina meistra The
Royal Highness eisini. Løgini
eru rokkløg, við eyðsýndum
rótum í 70’árunum og
90’árunum, bæði úr rokki,
punki og grungi. Tilsamans
verður hetta eitt slag av
modernaðum rokk’n’roll,
ið luktar av motorsúkklum
og USA. Av og á fóru
tankarnir til Black Rebel
Motorcycle Club, av og á
til Stone Temple Pilots, av
og á til Motorhead og av og
á til Audioslave, tó hugasði
eg eisini um bólkar sum
Queens of The Stone Age,
D:A:D, Soundgarden og
Mötley Crüe. Men eingin av
hesum samanberingum var
nøktandi, hetta var heldur
ein suppa av øllum hesum.
Norskur punkari
Bólkurin hevur júst fingið
nýggjan gittarleikara norska
Fridthjoff, ið er komin úr
norska punkbólkin Span,
ið júst eru givnir at spæla.
Hetta hevur eftir øllum
at døma givið bólkinum
nógv, tí teir ljóðaðu nógv
meira egnir á konsertini,
enn á demofløguni, ið eg
fekk stungið í hendurnar
aftan á konsertina. Fløgan
ljóðar í nógv hægri mun av
Audioslave enn konsertin.
Ein livandi eind
Eg varð tikin av bóli av tón
leikinum, tað kendist, sum
orkestrið var ein samansjóða
livandi eind, ið buldraði og
brakaði frameftir. Her var
talan um fokkjúattitúdu, sum
sparkaði reyv. Fyrsti partur
av konsertini var øgiliga
gjøgnumførdur og hekk væl
saman. Serliga í oyrafallandi
var lagið “Get up Now”, ið
veruliga fangaði við sínum
ræðuliga ógvisliga ljóði og
fangandi niðurlagi.
Í seinnu helvt av konsertini
kom okkurt av “eldru”
løgunum hjá bólkinum, ið
einans hevur eitt ár á baki-
Eitt av eldru løgunum var
“Not Gonna Beg”, ið ikki
var heilt á støði við fyrra
part av konsertini, men hetta
vísti breiddina í bólkinum,
og vísti eitt sindur um hvar
teir koma frá.
Illa løgd skrá
Tíanverri fyri konsertina
spældu The Royal Highness
áðrenn The Dreams. Tí sjálvt
um The Dreams bæði vóru
stuttligir og góðir, og spældu
fleiri heilt góð løg, so var ringt
ikki at samanbera teir við
vælsmurdu rokkmaskinuna
í The Royal Highness. The
Dreams spældu bara als ikki
líka væl sum upphitingin.
Hetta hoyrdist alt ov týðiligt.
Tí hóast The Dreams larma
illa, var als ikki talan um
sama intensa ljóðmúr sum
hjá The Royal Highness.
Punk summar
Teir løgdu fyri við Bryan
Adams lagnum “Summer
of 69”, sjálvandi í eini punk
versión. Hetta gjørdist eitt
sindur pínligt á onkran hátt.
Sjálvandi er tað meint í
skemti, og átti at verið eitt
sindur stuttligt, men tað var
tað ikki, og tað var týðiligt at
fólk ikki heilt vistu, hvussu
tey skuldu taka hetta.
Einastandandi
Beautiful
Betur gekk við tulkingini av
“Sick & Tired” hjá Anastaciu,
sum altíð er eitt hæddarpunkt
á The Dreams konsertum.
Besta lagið hjá teimum var
“Beautiful”, sum er eitt
einastandandi lag. Sum heild
riggar sangarin øgiliga væl,
røddin hevur akkurát tað, ið
skal til í popppunki, og hetta
kom serliga til sjóndar í lagnum
“Unhappy Wandering”. 15
tær bestu lagið “I’ll be there”
fekk hararfturímóti ongantíð
veruliga luft undir veingirnar.
Øgiliga gjøgnumført
The Dreams eru ein øgiliga
gjøgnumførdur
bólkur.
Útstráling og fokkjúattitúda
hava teir í ríkum mátum.
Teir skriva frálík løg. Hetta
er eitt konsept sum heldur
væl, men samanspæli kundi
verið betur. Tí er at vóna,
at bólkurin venur hart,
áðrenn hann skal spæla á
sýnisgluggakonsertini, ið
MTV skipar fyri í London
í januar. Tí við hørðum
arbeiði ber til hjá teimum at
koma langt.
Ein vælsmurd royal rokkmaskina
Serliga lagið Beatutiful hjá
The Dreams var vakurt.
The Royal Highness vístu
hvussu ein rokkkonsert skal
spælast.