hósdagur 22. desember 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 247 - 23. desember 2005
Portrett
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Hetta er simpelthen fantastiskt.
Ein sannur dreymur fyri ein
sjónleikara. Ella tú kanst kalla
tað heimsins besta studiejobb,
smílist 29 ára sjónleikarin
Annfinnur Heinesen. Hetta
seinasta árið hevur han verið
annar av tveimum leikarum
sum Cogsworth og Gaston í
Disney sangleikinum Beauty
and the Beast á Det Ny Teater í
Keypmannahavn – samstundis
sum hann er í ferð við at útbúgva
seg til stjórnmálafrøðing.
Á toppinum – hvørja ferð
Annfinnur kennir seg sera
hepnan í løtuni. Hann hevur
sjáldan verið í so góðari venjing
sum sjónleikari, fær góða
løn fyri tað, umframt at hann
hevur møguleika at taka enn
eina útbúgving – í einum landi,
har út við helvtin av øllum
sjónleikarum eru arbeiðsleysir.
- Eg arbeiði eisini hart fyri tí,
sigur hann og nevnir sum dømi,
at á flestum sjónleikarhúsum
spæla tey bert 5 sýningar um
vikuna í ein mánað ella tveir,
meðan Beauty and the Beast
hevur verið sýndur 6-8 ferðir um
vikuna í eitt heilt ár.
Spurdur, um tað yvirhøvur
ber til at hava hjarta við, tá tú
spælir ein leiklut so ofta, sigur
Annfinnur, at so løgi tað ljóðar,
so er tað sum við víni - tað
verður betri við tíðini.
- Við nógvu venjingini verður
tú tryggari í leiklutinum og
fært størri yvirskot til at verða
kreativur við smálutum og
soleiðis geva tað allarbesta av
tær sjálvum hvørja ferð. Hetta
eru stórir leiklutir, og har sita
fleiri enn 1000 fólk og hyggja,
so eg kann snøgt sagt ikki loyva
mær ikki at vera á toppinum
hvørt kvøld – hvørki móti mær
sjálvum, mínum viðleikaraum og
allarminst áskoðarnum. Fyri tað,
um eg kanska spæli leiklutin fyri
117. ferð, er tað mest sannlíkt
fyrstu ferð, áskoðararnir síggja
hann. Ein leikari, sum ikki hevur
ta virðingina fyri áskoðarnum til
hvørja einastu sýning, hevur onki
at gera á einum palli.
Sum sjónleikari er stuttligari
at spæla Cogsworth, heldur
Annfinnur. Ikki bara tí hann
sleppur at spæla saman við
Preben Kristensen, men serliga tí
Cogsworth er ein gjøgnumførdur
karakterur, sum skal byggjast
upp frá grundini. Leikluturin
sum Gaston hevur hinvegin ikki
tann heilt stóra boðskapin uppá
hjarta, nokkso grunnur ella ein-
dimensiónellur, men tekniskt er
hann krevjandi koreografiskt og
serliga sangliga við fleiri solo-
partíum.
- Slíkt krevur, at tú ert í venjing
og dugir at brúka tíni amboð.
Týdningarmesti lærdómurin
í hesum fakinum er, at tú til
einhvørja tíð kanst endurtaka
teknikkin í ymiskum uppgávum.
Hevur tú lært tað, kanst tú í
prinsippinum átaka tær einhvønn
leiklut, sum tú síðani fyllir út við
tær sjálvum.
Trong rók
Tað er týðiligt, at Annfinnur
brennur fyri sínum faki. Sjón
leikur hevur verið hansara lív
seinastu nógvu árini og er eisini
ein týdningarmikil partur av
hansara framtíðardreymum. Tí
kann tað undra, at Annfinnur við
síðuna av sjónleikinum hevur
valt at lesa stjørnmálafrøði
Annfinnur flennir.
- Og eg lesi also ikki bara
stjórnmálafrøði fyri at hava
okkurt meir skilagott at fella
aftur á. Eg eri fyrst og fremst
sjónleikari, og tað eri eg av
nógvum persónligum orsøkum.
Mær dámar tað væl, tey siga,
at eg dugi tað væl, og líka
sum øll onnur havi eg brúk
fyri viðurkenning og at verða
tikin fyri fult. Í Føroyum er tað
framvegis soleiðis, at sigur tú, at
tú ert sjónleikari, so biðja fólk
teg siga okkurt stuttligt. Tað
eru undantøk, treyðugt so, men
í stóran mun er sjónleikur í
Føroyum beindur á eina ræðuliga
tronga rók, sum eitur undirhald.
Óviðkomandi og tannleyst
- tíverri.
- Eg vil øgiliga gjarna geva
mítt íkast til at sjónleikur her
heima eisini verður annað og
meir. Dreymurin er kanska
einaferð at skriva leikir sjálvur,
men í øllum førum ímyndi
eg mær, at eg onkursvegna
kann brúka tankagóðsið frá
stjórnmálafrøðini í einum før
oyskum sjónleikahøpi.
Idealisturin
Partur av hesum dreyminum
hjá Annfinni er at fáa føroyskan
politikk og etiskar spurningar við
í leikin. Hann hevur, saman við
øðrum, skrivað og spælt nógvar
ólavsøku-kabarettir, og mong
minnast ivaleyst Annfinnur
í leiklutinum sum drotning
Margretha á Doktaragrund á
Ólavsøku – ein leikur, ið skuldi
fáa okkum at rakna úr rúsinum
í kjalarvørrinum á nýligu
drotningavitjanini.
- Ætlanin við Drotningarøðuni,
sum eg skrivaði saman við Allan
Dalsgarð, var at vísa tann ofta
fullkomiliga absurda hugburðin
føroyingar hava til kongshúsið.
Frá Disneyleiki til
Um kvøldarnar
spælir hann ein av
høvuðsleiklutunum í
Beauty and the Beast
- størstu uppsetingini
í Skandinavia
nakrantíð. Um
dagin lesur hann
stjørnmálafrøði á
universitetinum.
Klaksvíkingurin
Annfinnur Heinesen
livir eina dreyma
tilveru sum sjónleikari
í Keypmannahavn,
men framtíðar
dreymurin er at
koma heim. Heim
til Føroyar at seta
politiskar leikir á pall
Annfinnur Heinesen
29 ár, búsitandi í Keypmannahavn
Útbúgvin sjónleikari frá Odense Teater í 2001
Leiklutir: Síðani sín fyrsta leiklut sum Jónathan í Brøðurnir
Leyvuhjarta í 1995 hevur Annfinnur Heinesen havt eina røð av
leiklutum í kabarettum, leikum og sangleikum bæði í Føroyum
og Danmark. M.a kunnu nevnast:
Dreymur Jóansøkunátt, Oliver Twist og Skeyk.
En Eventyrrejse til Færøerne (Imagine Theater)
Richard d. 3., Terningerne er kastet (Odense Teater)
Krystalnatten (Baggaardsteateret & Turbinehallerne)
Forfølgelsen (Den danske Filmskole)
Sound of Music, Beauty and the Beast (Det Ny Teater)
Blá bók
- Ongin orkar at noyðast upp hvønn
morgun at broyta heimin, men
sum sjónleikari havi eg kanska
møguleikan av og á. Spurningurin er
so, um eg ikki eisini havi skyldu til
at brúka hann.
sigur Annfinnur Heinesen,
sjónleikari
Mynd: Bárður Lydersen