hósdagur 22. desember 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 246 - 22. desember 2005
Nr. 246 • hósdagur • 22. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað verður ein 23 ára gamal
breti, sum komandi árið skal
verja KÍ-málið, umframt at
hann eisini skal virka sum
málmansvenjari
Hetta skrivar Norðlýsið
á heimasíðu sínari.
Paul Clapson, sum nýggi
maðurin eitur, er 23 ára
gamal. Hann hevur áður
roynt síni fótbóltsevni í
Onglandi, Týsklandi og
USA, men nú verður tað
altso KÍ, sum fær gleði av
honum.
KÍ hevur eisini Meinhardt
Joensen í málinum, og
tað er lítið at ivast í, at
hesin fer at geva n‡ggja
manninum harða kapping
um plássið.
-mørk
Aftur ítróttur
á Cippo
Næsta umfarið
í stóru
ítróttarkappingini
á Cippo verður
hóskvøldið
Undirtøkan var góð, tá
Cippo í Havn fyri viku
síðani fór undir fyrstu
sonevndu Sports-night.
Talan er um tiltak, har
luttakararnir
kappast
í trimum sonevndum
Bar-sports kappingum.
Kappingarnar, sum eru á
Cippo, eru borðfótbóltur,
airhockey og pool.
Umframt vinningar fyri
hvørt kvøldið, verður talan
eisini um ein stóran vinning
til tann heilt stóra vinnaran.
Talan verður tá um eina fót
bóltsferð til Champions
League finaluna, sum
verður spæld í mai mánaði
komandi ár.
-mørk
Airhockey er ein av greinunum, sum kappast verður í á
Cippo
KÍ hevur keypt
sær málverja
Thomas Hans
Rubeksen hevur gjørt
avtalu við AB um, at
hann næsta ár skal
spæla á Argjum
AB
Jóannes Hansen
AB hevur fingið framrætt
aðan spælara úr Gundadali
og út um ánna. Talan er um
Thomas Hans Rubeksen.
Hann er uppvaksin í HB,
men tvey tey seinastu árini
hevur hann spælt í B36. Har
hevur hann verið partur av
besta hópinum. Higartil
hevði ungi maðurin ikki
megnað at stríða seg til fast
pláss á besta B36 liðnum.
Síðsta kappingarár var hann
ofta á beinkinum, og hann
átti lut í fleiri dystum.
AB fyrireikar seg til
stóru kappingina, sum tað
ivaleyst fer at verða um at
vinna næstbestu deildina.
Rúni Nolsøe er settur sum
spælandi venjari á Argjum.
Allan Mørkøre er fluttur úr
B36 og í AB, og nú er so ein
av liðfeløgunum hjá Allani í
B36 farin aftaná honum. Tað
er neyvan nakar ivi um, at
Thomas Hans, sum er skjót
ur og hevur nøs fyri at leita
málmøguleikarnar upp, fer
at fáa meiri spælitíð á besta
AB liðnum, enn hann higartil
hevur fingið í B36.
Í nakrar vikur hava AB
spælararnir vant í Hoyvíks
høllini, og sambært AB
heimasíðuni - ab.fo - er ætl
anin at fara undir uttandura
venjingarnar leygardagin
14. januar.
GÍ veteranurin Magni
Jarnskor er settur
sum ungdómsvenjari
og samskipari í Gøtu,
har teir siga seg
framvegis arbeiða við
at styrkja um besta
liðið
GÍ
Jóannes Hansen
Fyrst í vikuni fekk Hanus
Jacobsen í Gøtu boð um at
koma til landsliðsvenjingar
annað vikuskiftið í nýggja
árinum. Tað eru sjálvandi
fleiri stig frá at vera ein av
tredivu, sum eru stevndir
saman til landsliðsvenjingar,
og so at gerast partur av
sjálvum landsliðnum. Men
talan er stig á leiðini.
Serliga áhugavert er tað
hjá Hanusi Jacobsen og
hinum - Janus M. Joensen
og Rasmusi Nolsøe úr HB
- ið mugu roknast at verða
møguligir avloysarar til
vongverjaplássið í vinstru,
sum verður tókt, tá ið nýggi
landsliðsvenjarin fer at
flyta Súna Olsen fram á
miðvøllin. Súni hevur verið
fastur maður á vinstra vong
verjanum seinastu árini.
Tað hevur verið eitt sindur
av óvissu um, hvar Hanus
Jacobsen skal spæla næsta
ár. Hanus hevur higartil bara
umboðað barndómsfelagið
í Gøtu. Seinastu vikurnar
hava søgur verið at hoyrt
um, at okkurt annað felag
í Eysturoy skal hava verið
sera áhugað í at fáa evnaríka
spælaran í sín part.
- Hanus Jacobsen fer fram
vegis at spæla við GÍ, og tað
eru vit fegnir um. Vit leggja
stóran dent á at varðveita lokala
samleikan á liðnum í so stóran
mun, sum tað á nakran hátt
ber til, og í tí sambandinum
er ikki minst Hanus Jacobsen
týdningarmikil,
sigur
GÍ formaðurin Brandur
Jacobsen.
GÍ formaðurin sigur, at
tað framvegis verður arbeitt
við at styrkja um GÍ liðið,
og at tað í einstøkum førum
ivaleyst verður neyðugt at
leita aðra staðni enn bara
í Gøtu. Hann vil ikki siga
meiri ítøkiligt um, hvat tað
er, sum teir arbeiða við,
men tað skilst á lagnum,
at GÍ kannar, hvussu tað
er statt við málverjum og
álopsspælarum.
- Um talan verður um
útlendingar, so fara vit
undir øllum umstøðum
at fáa teir henda vegin til
royndarvenjingar, áðrenn
talan verður um møguligar
avtalur um samstarv, sigur
GÍ formaðurin.
Magni upp í leikin
Sambært GÍ heimasíðuni
er
veteranurin
Magni
Jarnskor settur í starv
hjá felagnum, sum hevur
ásannað, at tað er tørvur á
at menna ungdómsarbeiðið
í felagnum.
Frá
ársskiftinum
av
er Magni settur sum
ungdómsvenjari og sam
skipari. Hann skal hava
høvuðsábyrgdina
av
dreingjaliðunum, sum fevna
um dreingir 7-16 ár og av
gentuliðunum, sum fevna
um 7-14 ára gamlar gentur.
Talan er ikki um fulltíðar
starv. Hóast Magni fer at
hava høvuðsábyrgdina av
yngru liðunum, so fara liðini
at hava hvør sín venjara.
Síðsta kappingarár royndi
Magni seg aftur sum spælara
á besta liðnum, eftir at hann
hevði verið burturi frá í eitt
ár. Magni var tó ikki so nógv
á GÍ liðnum, sum hann og
teir í felagnum høvdu vónað,
tí hann var so nógv darvaður
av skaðum.
Hanus heldur fram í Gøtu
Hóast áhugi hevur verið frá fleiri øðrum feløgunum, so heldur Hanus Jacobsen kortini fram í GÍ
komandi kappingarárið
AB fær spælara frá B36